Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 15 Ikki senda pening ella nakinmyndir ANNIKA IM KUNOY Tað eru fleiri dømir um fólk, sum eru komin illa fyri á netinum, tí tey hava latið persónligar upp­ lýsingar frá sær, latið seg lokkað at senda pening til persón, sum tey ikki hava møtt, ella verða lokkaði í eina støðu har ein mynd av teimum verður nýtt til at kroysta pening úr teimum, boðar løgreglan frá. – Man skal vera varin, tá man fer á netið, tí tað er ikki tað sama at møta fólki har, sum at hittast andlit til andlits. Tykist forholdið, sum tú hevur á netinum at vera ov gott til at vera sætt, so er tað óviað eisini tað, sigur løgreglan. Frá løgregluni verður greitt frá, at í Føroyum eru ongi hagtøl yvir, hvussu ofta slíkir tilburðir hava verið, men at tað hendir av og á, at fólk koma illa fyri á netinum, og verða snýtt fyri nógvar pengar. Tó er onki løgreglan fær gjørt, tá peningurin sjálvboðin er sendur avstað. Løgreglan veit ikki hvør móttakarin av pengunum er, tí viðkomandi aloftast gevur út skeivar upplýsingar um seg sjálv­an. Av og og senda tey stolna mynd ella passmynd av sær sjálvum. – Hóast vit ikki hava nógvar royndir við hesum í Føroyum, so síggja vit ferð eftir ferð í Danmark, at fólk verða snýtt, tí tey senda pening til ein tey hava møtt á netinum. Viðkomandi biður ofta um pening til ferðina at vitja teg, pappírir sum skulu avgreiðast áðrenn ferðast kann ella pening til trygging og slíkt, sigur løgreglan. Eisini hevur løgreglan dømi um føroying, sum meldaði ein tilburð har viðkomandi hevði fingið eitt virus sendandi, sum gjørdi at persónurin ikki fekk brúkt teldu sína, tí hon varð yvir­ tikin, og varð tí kroystur at senda pengar, um viðkomandi vildi hava atgongd til teldu sína aftur. – Fellur prátið á pengar, so er gott at vera skeptiskur. Sig at tú ikki hevur ráð at rinda fyri, at viðkomandi kemur at vitja, og tað er umráðandi at vera fastur á hondini. Vilja tey vitja, so mugu tey sjálvi skava peningin saman, sigur løgreglan. – Føroyingar eru fittir og vilja fegnir hjálpa tá á stendur, men tú kanst ongan lýta á á netinum, hóast tú hevur vónirnar, upplýsir løgreglan. – Hóast tað ikki kemur fyri so ofta, so eru dømi uppá slíkar tilburðir í Føroyum. Greitt verður frá um ein persón, sum helt at hann skuldi giftast við einum, sum hann hevði møtt á netinum, og eftir at hava sent nógvar pengar til viðkomandi fann hann útav, at alt var svik. Eisini er tað komið fyri, at kvinnur á netinum hava lokkað føroyskar menn at taka í móti nakinmyndum av sær og aftur fyri skal viðkomandi vísa seg naknan og spæla við seg sjálvan á myndatólinum í telduni. Hetta verður tikið upp á film, og sent til viðkomandi seinni við boðum um at fáa tey ikki pengar, so verður filmurin sendur til vinir og kenningar hjá viðkomandi, greiðir løgreglan frá. -Man skal vera varin, og kennir tú ikki tey, sum seta seg í samband við teg, so er best at ignorera tey. Verður samrøðan alt ov intim, og verður tú eggjaður til at senda nakinmyndir, so er stórur møguleiki fyri, at tað verður brúkt í móti tær seinni til at fáa pening frá tær. Um tú velur at senda myndir, send so heldur myndir av andlitinum, og ver í klæðum. Løgreglan upplýsir eisini, at um ein er í iva um, hvørt persónurin ein tosar við er veruligur, ella um tað er ein sokallaður falskur pro­ filur, so ber til at googla addressu yvirskriftina og so finnur man møguliga ávaringar í móti falsk­ um profili. Vandin á netinum gerst størstur, tá tú velur at senda pengar til onkran, sum tú ikki kennir, ella tá tú velur at senda intimar myndir, sigur løgreglan hvønn annan væl at kenna, og ikki at leypa út í eitt hjúnaband við tað sama. Serliga um viðkomandi er úr einum øðrum landi, mælir Bjarta Petersen til. Hon leggur afturat, at tað eru tó mentanir sum høska væl til tað føroysku, og tað er umráðandi at seta seg inn í hvørjar tær eru, og hvussu fólkaslagið er. Summi trívast eisini betur í Føroyum, um tað er relevant. Hóast ein dating heimasíða matchar teg við ein annan persón, tí tit hava nógv til felags, so eru tað nógv grund­leggjandi virðir sum eru annarleiðis. Týdningarmikið er at finna útav, hvussu vreiði verður handfarin, og legg serliga merki til, hvusssu tosað verður um hitt kynið, tí tú kennir ikki bakgrundina hjá viðkomandi. Tað er ein ávaring, um viðkomandi tosar niðrandi um hitt kynið ella verður ov romantiskur alt ov skjótt. Hon heldur, at umframt at kenna hvønn annan væl og virðiliga, so er tað eisini umráðandi at spyrja inn til familju og kropsligar og arvaligar sálarligar sjúkur í familjuni. Eisini er umráðandi at spyrja inn til trauma og kynsligan ágang. Sum heild er skilagott at vera praktiskur og skriva ein lista yvir krøv tú hevur til ein møguligan maka, og lata hjartað bíða eina tíð, tá tú møtir einum persóni á netinum. – Finn ein sum lúkar flestu krøvini, áðrenn tú letur hjartað upp, og finn ein sum tú verður góður vinur við, tí forelskilsi er gott, men vinalagið varðir við, sigur Bjarta Petersen. Løgreglan: Soleiðis sært tú um talan er um »romance scam« • Hygg at myndunum: Um ein vangamynd bert hevur eina mynd, ella myndin tykist ónattúrlig, so kann talan vera um eina modelmynd, sum er funnin á netinum. Bið um fleiri myndir, um tú kennir teg ótryggan. • Um talan er um ein falskan profil, so fer viðkomandi at vilja tosa saman á telduposti, telefon ella Skype, og ikki á datingsíðuni har tit møttust. Hetta tí falski profilurin ikki skal uppdagast, ella meldast • Um ein ung kvinna ella eldri maður setur seg í samband við teg, so kann tað vera við tí fyri eyga at snýta teg fyri pengar. Ver varlig/ur inntil tú er ert sannførd/ur um tað mótsatta. • Flyt ikki pengar til ein persón, sum tú ikki hevur møtt. Líka mikið hvussu sannførandi tey eru, tá tey greiða frá um seg sjálvan og støðum tey eru í. Ofta er frágreiðingin at viðkomandi manglar penar til sjúk húsfólk, djór ella til at koma at vitja teg. • Ansa efir óvanligum telefonnummurum, tí tað kann vera telefonlinjur, sum tú skalt gjalda nógv fyri – sokallaðar hotlines. Ver eisini varin við addressum sum nýta postboks nummar og onki gøtunavn, tí tað er tekin uppá at viðkomandi ikki vil finnast. • Ansa væl eftir tær sjálvum: Gev ikki alt ov nógva persónliga upplýsing ov tíðliga, og ver varin tá tú tosar um arbeiði, familju ella heim. Slíkar upplýsingar kunnu brúkast í móti tær seinni. Kelda: Politiið og datingsíðan Be2