hósdagur 20. apríl 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
16
FANGAFLÝGGJAN
Í MJØRKADALI
Ein fangi, sum situr inni fyri vápnað rán, megnaði
mikudagin seinnapart at sleppa sær til rýmingar.
Í 16 tímar goymdi hann seg frá politinum, inntil
hann at enda varð funnin í Kaldbak.
Miðlahúsið hevur fylt hesari gongdini og á síðuni kanst
tú lesa júst hvat hendi. Fleiri lesarar okkara hava sent
okkum boð um, at tey vórðu fjálturstungin hósnáttina,
tí vónleyst var at vita, um maðurin var vandamikil.
Givið er, at hann hevur í øllum førum verið
vandamikil einaferð – tá ið hann hótti ein
mann við vápni til at geva sær pening.
Elkin Klettheyggj, leiðari á Kriminalforsorgini, gevur
vánaligu hølisviðurskiftunum ábyrgdina av tí, sum hendi.
– Húsini í Mjørkadali eru ikki gjørd til at húsa
fangum. Um tú vilt flýggja, kanst tú tað. Men
tey Skandinavisku fongslini eru í heila tikið ikki
gjørd so, at tað er púra vónleyst at flýggja, sigur
Elkin Klettheyggj, sum harmast hendingina.
BARBARA HOLM
T
að varð rættiligt rok uppi
í Mjørkadali og har um
leiðir mikukvøldið, tá ið
ein fangi slapp sær til
rýmingar, og megnaði at fjala seg
frá løgregluni í 16 tímar ella har á
leið.
Elkin Klettheyggj er leiðari á
kriminalforsorgini og hon varð
ar sostatt av fangunum og varð
haldinum í Mjørkadali.
Sum vera man er hon hørm um
støðuna, sum leiddi til eitt øgiligt
stríð hjá løgregluni og ikki minst
ótta millum tey fólkini, sum búgva
nærhendis Mjørkadal.
Elkin fær ikki sagt nakað
ítøkiligt um hetta málið, men hon
greiðir frá, at varðhaldið í Mjørka
dali er ein fyribils loysn – sum
tó hevur verið einasta loysnin
seinastu mongu árini og eftir
ætlan fram til 2023.
– Hatta húsið er á ongan hátt
bygt til at húsa fangum. Hatta er
gjørt til hermenn og teirra familjur
og teir broytingar vit hava gjørt,
eru bert ábøtur av smáum slag,
sum bøta eitt sindur um støðuna.
Men húsið er á ongan hátt útgjørt
til at húsa fangunum, sigur Elken
Klettheyggj.
Víðari heldur hon, at tá ið
talan er um eitt varðhald, sum
hevur áleið somu krøvsum tey
donsku »opnu fongslini«, so er
støðan jú tann, at fangarnir hava
munandi leysari teymar enn teir
fangar, sum eitt nú sita í donskum
»stongdum fongslum«.
– Fangarnir sleppa út í verk
staðin, sum er hinumegin varð
haldið. Teir fara út við skrellinum
og eru annars partur av daglig
degnum í varðhaldinum. Ein
fangavørður er altíð við teimum,
men hann heldur ikki í hondini á
teimum, sigur Elkin Klettheyggj
– Okkara »garðspláss« er ein altan og har eru bert fáir
metrar niður. So fangarnir kunnu lættliga rýma, um teir
vilja, sigur Elkin Klettheyggj, leiðari á Kriminalforsorgini
Elkin Klettheyggj, leiðari á Kriminalforsorgini:
Varðhaldið í Mjørka
dali er als ikki bygt
til at húsa fangum
RÝMDI FANGIN