hósdagur 20. apríl 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
17
og vísir á, at tað væl ber til at
flýggja, um man veruliga vil.
Ikki óvanligt at gera
eina »arresthúsroynd«
Elken Klettheyggj vísir á, at tað er
púra vanligt at tosa um sokallaða
arresthúsroynd. Tað er, tá ið
fangar í eina tíð fara úr stongdum
fongslum og í meira opin fongsul
ella arresthús, har teir sleppa at fáa
nakað fríari teymar eina tíð.
– Hetta er ein partur av út
slusingartilgongdini, sum man
brúkar, um fólk hava tørv á luftfor
andring, sigur Elkin Klettheyggj.
Maðurin, sum rýmdi mikudagin,
sat í fongsli í Danmark fyri vápn
að rán. Spurningurin er tí, sæð í
bakspegilin, um hann yvirhøvur
er egnaður at royna eina »arrest
húsroynd«, tá ið hann er dømdur
fyri so álvarsligt brotsverk.
– Eg kann ikki siga nakað
ítøkiligt um hetta. Men vit skulu
sjálvandi altíð eftirmeta, um okk
ara trygd er í lagi og um vit skulu
taka øðrvísi avgerðir, sigur Elkin
Klettheyggj og heldur fram.
– Um man er í vanda fyri at
rýma, so er man ikki engaður at
sita her í varðhaldinum, tað er vist.
Tí trygdarumstøðurnar eru ikki til
tess, sigur Elkin Klettheyggj.
Skulu hava møguleika
at rýma
Elkin Klettheyggj, leiðari í krimi
nalforsorgini, er av tí sannføring, at
fangarnir, sum sita í varðhaldinum,
skulu hava vónina um, at tað ber
til at flýggja.
– Yvirornað eru fongslini í
Skandinavia ikki gjørd til, at fólk
ikki kunnu flýggja. Í síðsta enda
skal man kunna flýggja, sigur Elkin
Klettheyggj.
Víðari greiðir hon frá, at vónin
hevur stóran týdning.
– Um so er, at fangar ongan
møguleika hava at rýma, so kunnu
teir blíva desperatir og vandamiklir.
Teir skulu hava møguleikan at
rýma, um alt gerst púra vónleyst,
sigur Elkin Klettheyggj.
Hendingin leiðir
til eftirmeting
Tað er at kalla ongantíð hent, at ein
fangi er flýggjaður úr Mjørkadali.
Og hendingin mikukvøldið fer tí at
leiða til, at varðhaldið og kriminal
forsorgin fara at eftirmeta manna
gongdirnar í samband við trygd.
– Mannagongdirnar hjá okkum
eru fylgdar, og í fyrstu atløgu vil
eg siga, at hetta ikki fær nakrar av
leiðingar fyri nakað starvsfólk, tí
eingin hevur gjørt nakað skeivt. Men
vit fara at eftirmeta okkara manna
gongdir, sigur Elkin Klettheyggj.
Fyri hana er trupulleikin, at
danski myndugleikin, sum varðar
av økinum, ikki hevur eina greiða
ætlan fyri føroyska varðhaldinum.
– Ynskir man at tað skal vera eitt
arresthús? Eitt opið fongsul ella
eitt stongd kanska? Nú hevur man
júst longt sáttmálan fyri hendan
bygningin her uppi til 2023, og tí er
hendan fyribils loysnin veruleikin
í mong ár aftrat. Eg vildi ynskt, at
man longu nú legði eina ætlan fyri,
hvat man víðari ætlar aftaná 2023,
sigur Elkin Klettheyggj.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Hótti seg til hálva triðju millión
37 ára gamli maðurin, sum rýmdi úr arrestini í Mjørkadali, hevur
ein hálvtsætta ára fongsulsdóm fyri vápnað rán
Dømdur fimm og eitt hálvt ára fongsulsrevsing:
EIRIKUR LINDENSKOV
Maðurin breyt inn í húsini hjá
Niels Peter Louis-Hansen í Ved
bæk í Danmark. Niels Peter Louis-
Hansen eigur fyritøkuna Coloplast,
og hann sigst vera triðríkasti mað
ur í Danmark.
Niels Peter Louis-Hansen og
konan vóru inni og sótu til borðs, tá
tann tá 36 ára gamli føroyingurin
breyt inn til teirra við masku fyri
andlitið.
– Hann kommanderaði okkum
at leggja okkum niður á gólvið.
Hann var klanur, í myrkum, pro
fessionellum klæðum, andlitið
var fjalt í onkrari hettu. Í hondini
hevði hann eitthvørt, sum líktist
eini skambyrsu, greiddi Niels Peter
Louis-Hansen, tá málið var fyri í
rættinum.
– Hann tekur so ein brævbjálva
fram og sigur á enskum: »Les
hetta«. Eg lati brævbjálvan upp
og lesi brævið, greiddi Coloplast-
eigarin frá.
Í brævinum var eitt krav um
2,5 milliónir krónur, sum skuldu
vera endurgjald til eina japanska
gentu, hvørs systir og mamma vóru
deyðar í ferðsluvanlukku.
Í brævinum stóð, at Niels Peter
Louis-Hansen hevði ábyrgdina av
ferðsluvanlukkuni, og tí hevði tann
19 ára gamla gentan leigað eini
sníkidrápsmann at drepa parið,
um hann ikki vildi rinda peningin.
– Tú vilt jú fegin spæla sterkur
í slíkum støðum, men tað var ikki
annað at gera, enn at lesa brævið,
greiddi Niels Peter Louis-Hansen
frá í rættinum.
Hvørki Coloplasteigarin ella
konan kendu nakað til japansku
ferðsluvanukkuna, men kendu seg
tó noydd at flyta pengarnar.
– Aftaná segði hann »have a nice
evening«, og so fór hann. Síðan sita
vit og summa okkum og avráða,
hvat vit nú skulu gera. Vit vistu
ikki, um fleiri fólk vóru við til
hetta, ella um hann stóð uttanfyri
og bíðaði. Men eftir eina løtu fór
eg niður í kjallaran og ringdi til
Securitas og løgregluna, greiddi
Niels Peter Louis-Hansen frá.
36 ára gamli føroyingur noktaði
seg sekan í rættinum og vildi einki
siga um sín leiklut í heimaráninum.
Tískil fekk rætturin onga frá
greiðing uppá, hví tær 2,5 milli
ónir krónurnar vóru fluttar á
hansara konto, og hví brævið, sum
Coloplasteigarin varð biðin um at
lesa, varð funnið á teldu hansara.
Undir rættarmálinum kom
eisini fram, at maðurin hevði plan
lagt ránið í umleið átta mánaðir,
til hann 1. mars í 2015 breyt inn í
marglætishúsini hjá Coloplast
eigaranum í Vedbæk við at bróta
ein rút í hurðini við einum steini.
Tað kom eisini fram at hann hevði
latið seg í sum ein svartur ninja-
stríðsmaður.
Býarrætturin dømdi mannin
hálvtsætta ára fongsul. Maðurin
kærdi dómin til landsrættin, sum
seinni staðfesti dómin.
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
Hetta hendi:
Maðurin rýmdur úr varðhaldinum
klokkan 17.15 mikudagin.
Stutt eftir fóru løgreglufólk og hundar at leita
eftir manninum. Illveður og mjørk var um
hetta mundið og tískil var ikki hugsingur um at
senda tyrluna upp at leita eftir manninum
Løgreglan sá tað heldur ikki ráðiligt, at umbiða hjálp frá
bjargingarliðum fyrr enn hósmorgun klokkan 07.00.
Mikukvøldið setti løgreglan síðani fólk á ymisk støð
nærhendis Kaldbak og Mjørkadal. Hetta so, at um
maðurin kom á høvuðsvegin kundi hann verða fangaður.
Stutt eftir klokkan 8 hósmorgun var maðurin fangaður
í einari ódramatiskari handtøku í Kaldbak.
Løgreglan helt upprunaliga, at maðurin var
farin í fjøllini, men tað vísti seg, at hann
hevði goymt seg í einum fjósi í Kaldbak.
Hósdagin var maðurin so avhoyrdur av løgregluni og
hevur verið í rættinum, har hann fekk 40 aftrat teimum
hálvsættu árunum hann hevði frammanundan.