hósdagur 20. apríl 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
18
Vit eiga øll jørðina:
HEVUR TÚ VEÐUR
LAGSANGIST?
»Eg hevði viljað at eg
ongantíð lærdi hatta orðið,
tí áðrenn visti eg ikki um
mín ótta, eg var lukkuliga
óvitandi«. Soleiðis segði ein
vinkona mín eftir nakrar
mánaðir í Svøríki. Sviar
hava í nógv ár tosað um
»klimatångest« – veður
lagsangist – sum nokk
meira er ein djúpur ótti,
heldur enn beinleiðis
angist. So ger so væl,
føroyingar, her fáa tit
enn eitt orð at fyrihalda
tykkum til og enn ein
ótta at vera tilvitað um:
VEÐURLAGSANGIST.
TJÓÐHILD PATURSSON
Veðurlagsangist er tann sterka kenslan av fjáltri og ótta, sum nógv fólk
kenna í sambandi við prátið um veðurlagsbroytingarnar; og tann kenslan av
maktarloysi sum fylgir við - tí hvat kann eg, lítla menniskja, gera við tað?
Summi vilja vera við, at tá ið vit menniskju verða sett andlit til andlits við
vandar í framtíðini, slær verndarmekanisman til, og vit fortreingja, minka
ella fornokta vandan - tí hugsa vit ov nógv um veðurlagsbroytingarnar og alt
tað vit gera galið, ja, so ber næstan ikki til at liva. Eg las herfyri eina stuttliga
grein í Dagens Nyheter ‘Hur hanterar du din klimatångest?’ (Hvussu handfert
tú tína veðurlagsangist?). Yvirskiftin leggur onkusvegna upp til, at vit øll líða
av veðurlagsangist (sjálvsagt eru vit bangin, tá ið ‘tey’ siga, at heimurin fer
at ganga undir!), men at vit handfara hesa angist ymiskt. Hetta royni eg at
hugsa um, tá ið eg tosi við fólk sum (eftir mínum tykki) býttisliga siga: ‘Altso
Tjóðhild, kanst tú ikki bara gleðast um at tað verður heitari í Føroyum?’ - aha!
HIN AVNOKTANDI! Ella um onkur sigur: ‘Tað ger ongan mun, um eg skilji
mítt rusk - eg eri bara ein dropi í havinum’ - aha! HIN UPPGEVANDI! Hetta
smáskemtandi yvirlitið yvir ‘hvussu vit handfara okkara veðurlagsangist’
minti meg á, at vit gera okkara frægasta at vera til í einum heimi við støðugum
útmiðlaum hóttanum.
Kanska hetta yvirlitið eisini kann hjálpa tykkum øðrum at skilja meg – hin, ið
gongur tørn (umhvørvistørn). Eg gerist bangin, um ljóta heimin, og royni at
gera alt rætt… Til tað verður ov strævið at bíleggja økologiskar bambusbuksur
á netinum og hárið ongantíð verður nóg reint við heimagjørdu tálgsápunum…
og eg ‘gloymi’ tað eina løtu og finni eina lekkra óøkologiska blusu, og fái
útlongsul og flúgvi í 4 tímar til Barcelona, har eg eti óøkologiskan mat í eina
viku…. ella til næsta tørn. Ja, eg gangi umhvørvistørn - hvussu handfert tú tína
veðurlagsangist?
Veðurlagsklumma
VEÐURLAGSANGIST