Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 19 Umhvørvis­ vika og umhvørvis­ stuðul í Tórshavnar Kommunu Komandi vikuna er umhvørvisvika í Tórhavnar Kommunu. Í ár er sjóneykan sett á plastdálking. Mikukvøldið 26. apríl verður evnis­kvøld í Reinsarínum við fyrilestrum um plastdálking, umframt at um­hvørvis­stuðulin 2017 verður latin. Hvørt ár letur Tórshavnar Kommuna 250.000 kr til verklætlanir, umhvørvinum at frama. Tær fýra verkætlanirnar, ið fingu stuðul í fjør vóru hesar: Mýs og ávirkan á drunnhvítan í Nólsoy (87.500 kr) • Vistfrøðilig kanning av mús í Nólsoy, við atliti til møgulig negativ árin á drunnhvítastovnin, ein pilotkanning. Lindbergs hús/Green Student-House (32.000 kr) • Ætlanin er at laga um Lindbergs hús soleiðis, at tey kunnu gerast karmur um bæði teoretiska og praktiska gransking innan burðardygd og verkætlanir við tí endamáli at leiðbeina almenningin um umhvørvisspurningar. Plastdálking við strendur miðstaðnum (30.500 kr) • Ruskkanning, innsavning og upplýsing um plastdálking í strandaumhvørvinum í miðstaðarøkinum Býarfesti í miðbýnum (100.000 kr) • Ætlanin er, at 30 familjur ella einstaklingar fáa møguleikan at royna seg sum býarbøndur og kunnu í felagsskapi velta grønmeti, frukt og blómur í sínum egna lítla býarfesti. Hugni og samvera skal vera í hásæti. Hin skeptiska /skeptiski: Tú heldur, at miðlarnir skapa eina yvirdrivna mynd av umhvørvistrupuleikum, og sáar iva um, hvørt upphitanin av heiminum er menniskjaskapt. At sáa iva um vandarnar, fær teir at hvørva eitt sindur. Hon/hann ið gongur tørn: Tá ið tú hoyrir um allar vandarnar, verður tú bangin, og skundar tær at gera eitthvørt munagott fyri umhvørvið - sorterar ruskið í eina viku, ella tveitir alt tað eitrandi húðkremið út, og brúkar kokosolju ístaðin… til tú lukkuliga gloymir tað aftur, keypir nýtt krem, sum verður tveitt út aftur næstuferð tú gongur umhvørvistørn. Hin avnoktandi: ‘Hetta verður ikki í míni livitíð, og er tað egentliga ikki bara deiligt, at tað gerst eitt sindur heitari í Føroyum - her er forbiði kalt!’ Tú skýtir tankarnar frá tær, avnoktar tær broytingar, sum longu henda, og soleiðis fært tú óttan at minka. Hvussu handfert tú tína veðurlagsangist? NB!: Hetta er mest meint sum skemt, men onkur álvari er oftast eisini at finna í skemti. Hin svart­ skygda/ svart­skygdi: Menniskju eru rótin til alt ilt, og vit hava uppiborið at ganga undir - tað er bara spell, at vit taka allar aðrar óseku verurnar við okkum. Tú søkkur longur og longur niður í svarta vónloysið, til tað svølgir teg heilt, og tú sleppir ábyrgdin, og ert bara til. Hin hugsjónar­liga / hugsjónarligi: Tú meldar teg í Green Peace, WWF - og allar hinar umhvørvisfelagskapirnar. Tú gerst vegetar. Síðani veganari. Tú ert saman við øðrum fólkum, ið hugsa sum tú. Tú missir forstáilsi fyri, hví øll ikki eru sum tú, og hevur kanska tørv á at lesa hendan tekstin tvær ferðir… kanska eru hini ikki býtt, men heldur bara handfara óttan øðrvísi enn tú. Men drív á, tí títt hugsjónarliga stríð er við at trýsta stjórnir og stórar fyritøkur til at gera umhvørvisvinarligari val, og soleiðis hjálpir tú eisini øllum okkum øðrum at gera betur val. Hin upp­gevandi: Carpe Diem! Heimurin fer at ganga undir. So leingi stóru fyritøkurnar ikki gera nakað fyri at broyta hetta, so er einki annað eg kann gera enn at njóta lívið – og skíta á rest. Eg sleppi ábyrgdini - og við henni fer óttin - og tað kennist deiligt. Leygardagin er Altjóða Móður Jørð dagur. Hvussu ansar tú eftir okkara felags heimi?