hósdagur 20. apríl 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
20
LÍVSSTÍLUR
Innlit í menning barnins:
ANNIKA KUNOY IM
0-1 ÁR
Hetta fyrsta liviárið hjá barninum
er barnið serliga bundið at foreldr
um sínum, og tað er hetta fyrsta ár
ið, at grundarlagið fyri avgerandi
menning verður lagt.
Umframt grundleggjandi tørv
irnar so sum kærleika, svøvn og
føði, tørvar barninum tryggleika og
nærleika, sum man millum annað
kann vísa við at hava eygnakontakt
við tað lítla barnið. Tað er sera um
ráðandi fyri barnið, at tað knýtur
seg at einum vaksnum í hesum tíð
arskeiðinum, tí verður tann tørv
urin ikki møttur, so kann tað hava
fylgjur seinni í lívinum, greiðir
Elisabeth M. Gaard, Cand.Pæd.
Psyk., frá.
Fyrstu mánaðarnir vísur barnið
sína misnøgd við at gráta, og tørv
irnir verða møttir við mati, svøvni,
reinleika, nærleika og kærleika.
Avbjóðingar
Ofta tekur tað nakrar mánaðir
hjá foreldrunum veruliga at læra
barn sítt at kenna, og seinnu helvt
av fyrsta liviárinum eru foreldrini
ofta tryggari og fáa lættari troystað
barnið.
– Fyrstu mánaðirnir eru tað
fult út fortreytirnar hjá barninum
foreldruni rætta seg eftir. Seinni,
tá barnið er umleið eitt hálv ára
gamalt, kann man so smátt byrja
at venja barnið við fastar songar
tíðir og annað sum kanska hóvar
foreldrinum betur, sigur Elisabeth
M. Gaard.
1-3
Tá barnið er vorðið ár, og møguliga
er farið í vøggustovu ella ansing,
er tað vorðið meir sjálvbjargið.
Barnið hevur vaksandi áhuga í
sambondum við onnur og skilur
eisini tað, at summar umstøður
eru farligar og at man til dømis
kann brenna seg, um okkurt er for
heitt, greiðir Elisabeth Gaard frá.
Nú byrjar barnið eisini at tosa og
sigur og ger somu tingini, sum tað
sær mammu og pápan gera. Barnið
mennir sosialu og kensluligu før
leikarnir, og byrjar so smátt at út
vikla empati.
Avbjóðingar
Barnið tekur seg fram kensluliga
og tí er umráðandi, at foreldrini
læra barnið at loysa kensluligar
fløkjur og ikki avnokta møguligar
sterkar kenslur, sum barnið hevur.
Elisabeth M. Gaard sigur, at tað er
umráðandi at barnið merkir, at tað
er rúm fyri øllum kenslum – bæði
øði, vreiði, gleði og sorg. Barnið
vísir sínar kenslur bæði gjøgnum
mál og kropp, og tí kann tað til tíðir
sýnast ógvusligt ella larmandi.
Hesin aldurin verður eisini
nevndur treiskisárini, tí børnini
vilja gera ting sjálvi, sum tey ikki
altíð eru før fyri. Ofta eru saman
brestir, tá barnið ikki vil vaska hár
ella busta tenn. Elisabeth Gaard
heldur, at er talan um grundleggj
andi ting, sum koma undir vanliga
umsorgan, so má man á ein róligan
men avgjørdan hátt siga við barnið,
at nú fara vit at busta tennirnar, og
so kann man eisini royna at leiða
tankarnar hjá barninum til okkurt
annað í meðan, so tannbustin ikki
fær alt ov nógv uppmerksemi.
– Tað eru nógvar slíkar støður í
hesum aldrinum, og ein lærur ofta
best hvat riggar til sítt egna barn
við at prøva seg fram, sigur hon.
3-7
Tá barnið er um trý ár fer tað í
barnagarð. Elisabeth M. Gaard
greiðir frá, at tá barnið byrjar í
barnagarði, skal tað ofta hava hjálp
á ymiskum økjum, so sum at fara
á vesi og lata seg í. Í endanum av
hesum tíðarskeiðnum klárar barn
ið seg sera væl sjálvt. Eisini er málið
í stórari menning, og tað henda
nógvar mentalar broytingar. Barn
ið er tó enn óbúgvið og bundið at
foreldrum sínum, Barnið søkir
sambond við onnur, tekur initiativ
og leggur betur til merkis fjølboytni
rundan um seg. Í hesum aldrinum
mennist barnið í gjøgnum spæl og
hermar eisini eftir teimum vaksnu
og lærir soleiðis nýggjar eginleikar.
Barnið spyr nógvar spurningar, og
soleiðis verður málið evnað til, og
barnið skilur betur seg sjálvt og
umhvørvið. Í síðsta parti av hes
um tíðarskeiðnum megnar barnið
betur og søkir eisini ofta grundgev
ingar fyri, hví tað ikki má eitt hvørt
ella fáa onkra nýggja leiku. Barnið
er tó enn óbúgvið og bundið at for
eldrum sínum, greiðir hon frá.
Avbjóðingar
Barnið verður alsamt meir sjálv
støðugt og hettar ávirkar sjálvs
virðið hjá barninum á ein jaligan
hátt, greiðir Elisabeth M. Gaard frá.
Barnið dugur betur at siga, hvat tað
vil, og byrjar at seta ynskir fram
um hvørji klæði tað skal í, hvat tað
vil hava við í mátpakkan og tílíkt.
– Ein avbjóðing kann oftani
liggja í at finna ein javnvág í mill
um, hvat barnið kann fáa eina
ávirkan á og hvat barnið ikki skal
hava nakra ávirkan á, sigur hon.
7-9 ÁR
Tá barnið er um sjey ár fer tað í
fyrsta flokk. Serliga umráðandi
fyri barnið hesa tíðina er samleiki
barnsins, tí barnið verður egið og
skal finna seg til rættis í einum
skúlaflokki. Krøvini, sum sett
verða til barnið eru eisini hægri
nú, og barnið skal klára sosialar
og mentalar forðanir sjálvt. Eisini
skal tað verða sjálvbjargið og duga
at fara á vesið, vaska sær og pakka
skúlataskuna. Tó er samleikin enn
merktur av, at barnið speglar sær
í foreldrum sínum, sigur hon frá.
Avbjóðingar
Hjá foreldrum er tað ofta ein av
bjóðing at vita, nær tey skulu
hjálpa barninum, og nær barnið
skal klára seg sjálvt, greiðir Elisa
beth M. Gaard frá.
– Tað er týdningarmikið ikki
beinanvegin at taka kamparnar hjá
barninum á seg, men heldur veg
leiða barnið og vita um tað klárar
seg sjálvt. Umráðandi er tó at tosa
við barnið, um hvat er teimum
trupult og at vísa at tú skilir tað,
sigur hon.
– Um man sum foreldur vil
hjálpa barninum at trívast, so er ein
møguleiki at royna at skapa sam
anhald í skúlanum og lata heimið
upp, so barnið hann taka vinfólkini
við heim at spæla. Umráðandi er
at lurta eftir barninum, og hjálpa
barninum at skilja truplu støðuna
tað er í, men hav í huga, at børn í
hesum aldrinum ikki rúma eini
langari frágreiðing, so best er at
vera greiður.
– Kennir tú tó, at farið er yvir
markið hjá barninum, so er skila
best at tosa við foreldur at hinum
barninum, sigur Elisabeth M.
Gaard.
9-13 ÁR
Nú byrjar prepuberteturin, og
barnið verður alsamt meir sjálv
støðugt. Vanligt er, at barnið nú
hyggur meir út eftir og møguliga
byrjar at halda, at tað sum mamm
an og pápin siga ikki altíð er best.
Sum barnið veksur til broytast tørvirnir hjá barninum og avbjóðingarnar
hjá foreldrunum. Hóast støðugu broytingina og menningina gjøgnum árini,
so er tørvur á, at foreldrini eru har fyri barnið, stuðla tí og lurta støðugur.
Elisabeth Magnusardóttur Gaard, Cand.Pæd.Psyk. greiðir frá ymisku
tíðarskeiðunum í lívinum hjá barninum, hvørjar avbjóðingarnar kunnu
vera og hvussu vit fáa hjálpt og stuðla barninum best øll barnaárini.
SOLEIÐIS TAK
AVBJÓÐINGA