Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 21 Barn­ið verður nú ført fyri at síggja meira fjølbroytt uppá ymiskar støð­ur og byrja at kunna fyrihalda seg meir objektivt og realistist til um­heimin, greiðir hon frá. – Kroppurin er í stórari broyting hesi árnini, og barnið verður eisini var­ugt við hitt kynið á ein annan hátt. Broytingin í kroppinum ávirk­ar eisini, hvussu barnið hev­ ur tað kensluliga. Hesi árini er tað serliga umráðandi, at verða við­ur­ kend­ur og vinirnir fáa enn størri týdn­ing, sigur Elisabeth M. Gaard. Avbjóðingar Nú er tað ein størri avbjóðing hjá for­eldr­unum at sannføra barnið um eitthvørt. – Tað riggar ikki á sama hátt at leiða tankarnir ein annan veg, og nú mást tú sum foreldur sam­ ráð­ast um fleiri ting við títt barn. Summi tíma nú ikki líka væl at vera virk­in, og tað kann tykjast torført at fáa samband við barnið nú, sigur Elisa­beth M. Gaard Hon greiðir frá, at fyri at styrkja sam­bandið er týdningarmikið at spyrja inn til tað, sum tey eru upp­ tik­in við. – Tað er umráðandi tá at lurta og spyrja inn varliga. Ikki spyrja ov nógv, tí so kann tað geva bakslátt. Hetta er ein avgerandi tíð, og tað er umráðandi, at barnið veit, at tú ert har á síðulinjuni og vegleiðir. Barn­ið hevur tørv á at kenna seg hoyrdan og vita, at tú ert opin fyri upp­skotum, sum tað kemur við, hó­ ast tú ikki ert samd, greiðir hon frá. 14-16 ÁR Tíðin saman við vinfólkinum er av størri týdningi nú, og serliga er við­ urkenningin týrningarmikil. Barn­ ið vil nú kenna, at tað er partur av ein­um felagsskapi og er góðtikin í fe­lagsskapinum. Í hesum aldrinum er áhugin fyri hinum kyninum eis­ ini vaksandi. Barnið byrjar at skapa sær egin sjónarmið, og vil gera ting­ ini á sín egna hátt. Í hesum aldr­in­ um vilja tað eisini vera mong, sum fáa sær arbeiði eftir skúlatíð, og tí vinnur barnið sær ofta egnan lumma­pening nú, greiðir Elisabeth M. Gaard frá. Avbjóðingar – Tað er ein avbjóðing at hvíla í, at man ikki hevur tamarhald á øllum long­ur. Tað er nú, at tað sum man hev­ur lært barnið gjøgnum árini kem­ur at standa sína roynd. Ein má eisini hava í huga, at enn er barn­ið ikki myndugt, so foreldrini eru enn tey, sum seta mørkini, men nú er tað meira í samráð við tann unga, sigur hon. Hon greiðir frá, at tann­ár­inga­ árini kunnu vera merkt av, at tann ungi er ella tykist vera ómotiv­er­að­ ur, troyttur ella dovin. Hetta er alt ein nattúrligur partur av tí stóru broyt­ing tey fara ígjøgnum. Tað er kanska ein avbjóðing fyri foreldur at halda fast í fastar songartíðir, og at fáa tann unga at raðfesta skúla­ ting­ini, men hetta er tó av stórum týdn­ingi. Elisabeth M. Gaard sær tað sum týdningarmikið, at fam­ilj­ an hevur tíðir á degnum, sum eru avsettar til at vera saman sum fam­ ilja. Soleiðis fær man sum foreldur sæð barn sítt og tosað við tað, og vís­ir eisini, at man er til taks um barn­ið ynskir at tosa um eitthvørt – Skjótt er til, at man heldur at tann ungi ikki hevur tørv á sær long­ur, tá tað kemur í hendan ald­ ur­in. Sum foreldur ert tú held­ur ikki so bundin longur, men um­ ráð­andi er tó, at vera tøkur, soleiðis at um barn títt hevur tørv á einum klemmi, tørv á at koma heim og løða battaríini ella hvíla seg, so er plass fyri tí og tann vaksni er har at fáa orð á, sigur hon. Elisabeth Gaard leggur afturat, at tað nú kann verða torført at fáa tann unga við til tiltøk, føð­ing­ar­ dag­ar og slíkt, men at tað eisini er av týdningi onkuntíð at siga, at tey skulu við. – Soleiðis kennir tann ungi, at for­eldrini ynskja at hava seg við og vit ynskja at vera saman við sær. Eis­ini læra tey at bera seg millum fólk, tá tey eru í slíkum støðum sam­an við vaksnum, sig­ur hon. LAR TÚ RNAR Tað er týdningar­ mikið ikki bein­ anvegin at taka kamparnar hjá barninum á seg, men heldur vegleiða barnið og vita um tað klárar seg sjálvt