hósdagur 20. apríl 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
22
TÍÐINDI
T
að hendir nógv á polit
iska økinum ymsa staðni
í heiminum. Hvørt tað
eru størri spenningar nú
enn tað hevur verið fyrr, er torført
at meta um, men staðfestast kann í
øllum førum, at vit liva í spennandi
tíðum.
Tað hava leingi verið politiskar
rembingar í Evropa. Síðan fíggjar
kreppuna, sum byrjaði í 2008 og
flóttafólkakreppuna, sum tók dik á
seg fyri nøkrum árum síðani, hevur
politiskur ófriður verið í Evropa.
Hæddarpunktið í so máta var tá
Bretland valdi at fara úr ES í fjør.
Summi vilja verða við, at tá Wilders
tapti valið í Hollandi fyri einum
mánaða síðan, byrjar tað politiska
at leggja seg aftur. Tað eru kanska
Vikan
sum fór: STÓRPOLITIKKUR
Spenningar millum Norður Korea og USA
Spenningur er í sambandinum
millum USA og Norður Korea.
Tað hevur tað verið í nógv ár, men
herfyri tók spenningurin dik á
seg og vandin fyri kríggi millum
londini tyktist veruligur eina løtu.
Norður Korea hevur í fleiri ár
ment kjarnorku, ið verður nýtt í
vápnaframleiðslu landsins. Í fleiri
ár hava teir eisini framt royndar
spreingingar, ið fyrst og fremst
hava verið fyri at vísa, hvat teir eru
mentir at gera. Meðan Bill Clinton
var forseti í USA, fyrilá ein ítøkilig
ætlan at spreingja kjarnorkuverkini
í Norður Korea, men ein avtala bleiv
gjørd millum londini, at Norður
Korea skuldi steðga síni framleiðslu.
Avtalan bleiv tó brotin og endaði í
2002. Obama forseti hevði eina
ætlan við Norður Korea, ið hann
kallaði “strategic patience”. Hand
ilsforðingar blivu nýttar at trýsta
Norður Korea, men tað gav ikki
stórvegis úrslit.
Mike Pence, varaforseti í USA,
segði herfyri, at tíðin við tolni var
nú liðug og um Norður Korea ikki
kláraði at akta altjóða boð um at
gevast við kjarnorkuframleiðslu
til vápnanýtslu, so mátti USA
taka málið í egnar hendur. Norður
Korea svaraði við at fremja eina
royndarspreinging fyri at vísa,
at teir bakkaðu ikki. Royndin
miseydnaðist tó.
Kríggj millum londini er møgu
ligt, siga nøkur, men fleiri ivast.
Fyrst og fremst tí at Kina er ein av
fáu diplomatisku sambondunum,
ið Norður Korea hevur og USA vil
neyvan leypa á Norður Korea, um
hetta kann skeikla sambandið við
Kina. Hóast nakað annað verður
sagt. Eisini er vandi fyri, at Norður
Korea vil hevna seg inn á Suður
Korea, ið er ein samstarvsfelagi
hjá USA.
Mike Pence, varaforseti í USA, ávara Norður
Korea um at steðga við vápnaroyndunum
Fyri eini viku síðan slepti USA
størstu bumbu nakrantíð, ið
ikki er ein kjarnorkubumba.
USA slepti eini bumbu yvir
Afghanistan, ið skuldi raka
eitt tilhaldsstað hjá islamiska
yvirgangsfelagsskapinum IS.
Bumban vigaði góð 10 tons
og bleiv slept yvir økið, tí ein
roynd at sleppa inn í økið á landi
miseydnaðist.
Tað er ikki staðfest enn hvussu
nógv fólk frá IS lótu lív, men talið
spennir frá 36 upp í 96. Enn er tó
einki alment váttað.
Talan var um eitt samstarv
millum USA og afghanskar
myndugleikar, ið leingi hava
roynt at sloppið inn á økið í
Afghanistan, ið IS heldur til. Tó
uttan úrslit.
Størsta bumba
síðan seinni
heimsbardaga
USA tveitti størstu bumbu í álopi síðan seinna heimsbardaga
SÓLVIT NOLSØ