Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 23 23 SETUR DAGSKRÁNNA Anna Louisa Joensen ábendingar um tað, men lykilin skal finnast í for­setavalinum í Fraklandi, sum byrjar sunnudagin. Hvørja lagnu ES fær, kann eisini avgerast við forsetavalinum í Fraklandi, tí um Lé Pen vinnur, so er sannlíkt, at ein­fólkaatkvøða um ES verður í Fraklandi. Í uttara kanti av Evropa finna vit Turkaland. Har hevur Erdogan forseti júst tryggja sær nógv víðari heimildir. Turkaland hevur leingi verið eini aðrari politiskari kós enn flestu lond í vesturheiminum. Erdogan hevur sett politiskar andstøðingar undir eygleiðing og hevur fongslað aðrar. Turkaland hevur leingi verið eitt møguligt ES limaland, men tann møguleikin tykist at káma alsamt skjótari. Aðra staðni eru eisini hendingar farnar fram, ið kunnu festa eld í viðkvomu støðuna í Norður Korea. Her er ein stutt gjøgnumgongd av vikuni, sum fór. Forsetaval í Fraklandi Sunnudagin verður fyrsta umfar í forsetavalinum í Fraklandi. Fremstu valevnini at koma víðari til seinna umfar er maðurin í miðjuni, Emmanuel Macron og forkvinnan í høgraflokkinum Front National, Marine le Pen. Emmanuel Macron er mitt á politiska ásanum. Hann hevur ongan flokk aftanfyri seg. Hann er ES sinnaður og hevur eina bakgrund í vinnulívinum í Frak­ landi, ið hann eisini vil geva betri umstøður. Marine le Pen er helst betur kend altjóða enn Macron. Hon stillar upp á einum plaformi, ið er sera kritiskur mótvegis innflytarum og flóttafólki. Hon er forsprákari fyri einum meira homogenum fronskum samfelag, ið millum annað inniber, at eingi átrúnaðarlig tekin skulu vísast ella berast sum klædnaprýði alment. Brexit val í Bretlandi Theresa May útskrivaði val í Bretlandi týsdagin, at verða 8. juni. Tað kom sera óvart á tey flestu, at hon útskrivaði val, men nógv eru samstundis á einum máli um, at tað kann loysa seg væl hjá henni, at fara til eitt val nú. Hennara flokkur, Konservativi, stendur at gerast nógv størstur á einum komandi vali. Við tí kann hon økja um sín meirluta í parliamentinum, sum í løtuni telur tíggju sessir. Eisini vil hon hava val nú, so at eitt parliamentsval, ið skuldi verða í 2020, ikki kemur at liggja ov nær við eina komandi úrtøku úr ES, ið skal fara fram komandi tvey árini ella so. Fyrst og fremst er talan um at fáa politiskan frið um Brexit samráðingarnar, sigur Theresa May, men Nicola Sturgeon, forkvinna í skotska tjóðskaparflokkinum, sigur, at Theresa May sær ein møguleika at veksa nógv um sín egna flokk meðan Labour, ið er størsti andstøðuflokkurin, meir ella minnið minkar dagliga. Erdogan fingið víðari heimildir Fólkaatkvøða var í Turkalandi seinasta sunnudag. Fólkið í Turka­ landi skuldi á val at avgera um forsetin í landinu, Recep Erdogan, skuldi fáa víðari heimildir. Politiski leiðarin í landin­um hevur annars verið for­sætis­mála­ ráðharrin, men við úrslitinum av fólkaatkvøðuni, 52% atkvøddu fyri, hevur Erdogan millum annað fingið heimild at seta ráðharrar og at gera sína ávirkan galdandi í dómsvaldinum í Turkalandi. Tað hevur leingi verið politiskur ófriður í Turkalandi. Erdogan líkist meir og meir einum einaræðisharra í einum landi, ið meir og meir vendir aftur til at verða ein afturhaldssinnaður statur, við einum ógvusligum eftirliti av sínum borgarum. Turkaland var annars stovnað sum ein verðsligur statur í 1923, undir leiðslu av Kemal Atatürk. Erdogan sendi ráðharrar til millum annað Týsklands og Hollands áðrenn valið, at tosa við turkiskar veljarar, sum búðu har, men teir fingu noktandi svar. Tað elvdi til fordøming frá Erdogan, ið líknaði stjórnirnar í Týsklandi og Hollandi við nasistar undir krígnum, ið ikki loyvdu fólkaræði. Erdogan hevur vunnið sær víðari heimildir sum forseti Macron sær út til at koma víðari frá fyrsta umfari Theresa May hevur útskrivað val í Bretlandi fyri at fáa frið um Brexit mannagongdinga