hósdagur 20. apríl 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
24
GREINING
KROYSTIR SAMG
MANGLA AT FÁA
ÁRNI GREGERSEN
H
eilt greitt var ætlanin,
at tá ið samgongan
var liðug við fundirnar
á Seglloftinum á
Tvøroyri mikukvøldið, so var eitt
uppskot um nýggja lóg um vinnu
ligan fiskiskap klárt at leggja fyri
tingið.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
og samgonguleiðari, boðaði frá
hesum áðrenn fundin, men tað
vísti seg ikki at halda.
Í tveimum fylgjum fóru sam
gongufólkini umborð á Smyril –
fyrra fylgið mikukvøldið og seinna
fylgið hósmorgunin. Onki uppskot
er klárt at leggja fyri tingið og
semja er enn ikki í samgonguni,
hvussu endaliga orðingin í lógini
skal vera.
Aksel V. Johannesen, løg
maður, og kanska serliga lands
stýrismaðurin við fiskivinnumál
um, Høgni Hoydal, siga framvegis,
at tað fyrst og fremst er tíð, sum
skal til, áðrenn ein semja er komin
upp á pláss.
– Ja, eg havi góðar vónir um at
hetta fer at eydnast, sigur Høgni
Hoydal, landsstýrismaður.
Um hetta fer at eydnast tykist
kortini vera eitt sindur ivasamt.
Ein loysn verður helst funnin,
men spurningurin er framvegis,
hvussu tingini verða snikkað til,
áðrenn øll samgongufólkini taka
undir við uppskotinum.
Politikkur
Vit hava fleiri ferðir nevnt, at
politikkur er ein spurningur um
at býta virðir í samfelagnum.
Virðini í føroyska samfelagnum
eru í stóran mun fiskur og fiski
ríkidømi.
Tí er býtið av fiskirættindum
politikkur í Føroyum.
Sjálv fiskivinnunýskipanin er
tí politikkur í Føroyum. Tað hevur
samgongan eisini ásannað, tí tá ið
fundur var á Tvøroyri vóru bæði
embætisfólk úr fiskimálaráðnum
og øðrum ráðum við á fundum og
gjørdu greiningar, men tey vórðu
øll send til Havnar mikukvøldið.
Tá var ikki longur brúk fyri teim
um, hóast ongin endalig loysn var
funnin.
Tað var eitt klárt tekin um, at
nú vistu samgongufólkini alt tað
faktuella, sum tey skulu vita. Nú
var tað politiska eftir at loysa og
til tess var ikki brúk fyri embætis
fólkunum.
Uppboðssølan
Samgongan er samd um nógv av
tí, sum vit kenna frá teimum ætl
anum, sum landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum hevur lagt
alment fram..
Burðardygg veiða, røktin av
fiskastovnunum og nógv annað er
semja um, men tað eru spurningar,
sum tað tykist ómøguligt at fáa
semju um.
Tilluting av loyvum er ein part
ur, sum so at siga øll samgongu
fólk hava meiningar um. Tey
flestu halda ikki, at tað er rætt
at hava politiskar tillutingar av
rættindum at fiska sum ein part
av skipanini.
Landsstýrismaðurin hevur
skotið upp, at rættindini í staðin
fyri verða seld á einari uppboðs
sølu. Hetta er ikki semja um og
heldur ikki um, hvussu tað skal
gerast.
Møguligar loysnir liggja í, at ein
partur av rættindunum verður
seldur á hendan hátt og tí kann ein
millumloysn møguliga finnast við
einari áseting av, hvussu stórur
hesin partur skal vera…
Økiskvotur
Ein annar spurningur, sum hevur
Hóast drúgva tíð, so er enn ikki komið á mál hjá samgonguni
við at gera eitt nýskipanaruppskot til fiskivinnuna
Høgni Hoydal Tjóðvbeldi gongur á odda, men hann
hevur eisini brúk fyri einari semju í samgonguni