hósdagur 20. apríl 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
25
ONGULEIÐARAR
EINA SEMJU
verið frammi og sum heldur ikki
semja er um, er økiskvotur.
Tað vil siga, at økir í landinum
fáa framíhjárætt til ávís rættindi.
Hetta er heldur ikki semja um, men
møguliga finnist loysn á hesum
spurningi við at umdoypa økis
kvotur til royndarloyvir. Sum skilst,
so kann hetta gera, at fleiri sam
gongufólk kunnu taka undir við tí.
Økiskvotur fáa fleiri at halda, at
tað ikki kann vera rætt, at summi
økir í landinum bara fáa rættindi
fram um onnur. Tað halda tey
eisini er ein politisk útluting.
Lógin, sum skal forða fyri at
summi feløg gerast ov sterk og ov
stór – anti trust – hevur heldur ikki
fulla undirtøku. Tingfólk halda, at
hetta fer at forða fyri, at tey feløg,
sum eru stór í dag og eru væl fyri
at kappast, fara at missa hug og
motivatión.
Tey halda eisini, at hetta fer at
føra til spekulatión og strámanna
virksemi.
Lokalar kreftir
Kring landið eru tingfólk, sum
kenna seg varða av ymiskum
økjum í landinum. Tey hugsa í
stóran mun um hesi økir og hvørja
ávirkan ein nýggj fiskivinnulóg fer
at ávirka júst hetta økið.
Tað er nevnt fleiri ferðir, at ser
liga teir báðir javnaðartingmenn
irnir á Tvøroyri verja borg og
royna at forða fyri, at onki verður
gjørt, sum niðurlagar virksemi á
Tvøroyri.
Tað sama tykist gera seg gald
andi millum tingfólk úr øðrum
økjum.
Tey hugsa um lokaløkini og onki
er at ivast í, at tey eru undir stórum
trýsti frá lokalum kreftum. Summi
teirra vita eisini væl, at eru tey
við til at gera eina lóg, sum ger at
virksemi í teirra lokala øki minkar,
so er vandin fyri at tey ikki verða
vald aftur á ting rættuliga stórur,
sjálvt um vit hava eitt valdømi í
dag.
Kroystir leiðarar
Samgonguleiðararnir Akseel V.
Johannesen, Høgni Hoydal og Poul
Michelsen eru rættuliga kroystir
politiskt í løtuni.
Teir fóru allir til val upp á at
broyta fordeilingina av virðum
í samfelagnum og sum nevnt
omanfyri, so er tað eisini at býta
rættindini til at veiða øðrvísi.
Lógin um vinnuligan fiskiskap
var søgd upp fyri 10 árum síðani –
altso í 2007 – at fara úr gildi á nýggj
árinum í ár. Tí skal okkurt gerast.
Hendan samgongan hevur
átikið sær uppgávuna og fyrst og
fremst landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum hevur gingið á
odda.
Aðrar samgongur hava ikki
arbeitt so nógv við málinum og
hóast Fólkaflokkurin og sam
bandsflokkurin royndu eitt skifti
í seinastu samgongu at finna eina
felags loysn, so eydnaðist tað als
ikki og málið varð lagt á hillina.
Núverandi samgonguleiðararnir
hava síðani valið í 2015 arbeitt
við nýskipanini, men málið er
eisini ómetaliga stórt og fløkt.
Tað røkist ikki fyri einari semju
uttan so, at landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum tekur ávísar
partar úr uppskotinum.
Tað skal til fyri at øll í samgong
uni taka undir við uppskotinum.
Um landsstýrismaðurin vil tað
er óvist. Hann heldur fast um sjálvt
málið, men sum skilst, so er hann
sinnaður at geva seg í einstøkum
málum, bert málini ikki verða slept.
Samgonguleiðararnir
eru
kroystir, tí fæst semja ikki und
an summarsteðginum, so er sam
gongan so nógv viknað, at hon
neyvan kann halda fram.
Aksel V. Johannesne, løgmaður, skal eisini
lata tær neyðugu atkvbøðurnar
Poul Michelsen er helst tann samgonguleiðarin,
sum er minst kroystur í fiskivinnumálinum