hósdagur 20. apríl 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
26
Ikki við: Alex Mellemgaard
(vøddaskaði, 2 vikur), Lukasz
Cieslewicz (knæskaði, 2 vikur),
Fróði P. Rasmussen (knæskaði, 2
vikur). Ivasamir: Hannes Agnars
son (knæ), Høgni Eysturoy (lær),
Philip Lund (vøddaskaði)
Ikki við: Petur Zachariasen
(lærkrikin, 3 vikur)
Ikki við: Daniel “Elly” Pedersen
(yvirbelastiningsskaði)
Leikbann: (Heðin Hansen)
Ivasamur: Símun Samuelsen
(liðband í fingrinum), Alexandar
Stankov (loyvini)
Ikki við: Adeola Runswene (fer av
landinum og kemur ikki aftur),
Fritleif í Lambanum (liðbond í
fótinum, 2 vikur)
Ivasamur: Dánjal á Lakjuni
(lærkrikin)
Ikki við: Ísak Simonsen
Ivasamir: Dion B. Splidt (tjúkkin)
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
F
yrst var tað brasilski
áleyparin Clayton Soares,
sum ikki fekk innfaraloyvi
undan kappingarbyrjan.
Hann hevði tjent ov nógvar peng
ar. Nú er greitt at ÍF heldur ikki
sleppur at brúka áleyparan úr
Nigera, Adeloa Runswene, sum
hevur eina fortíð í danska Silke
borg, har hann hevði sáttmála til
í farna summar.
– Hann hevur ikki havt arbeiðis-
og uppihaldsloyvi síðani 30. juni í
fjør. Tí hevur tað tikið so drúgva
tíð, at fáa málið loyst. Í farnu viku
fingu vit so orsøkina at vita og at
hann skal av landinum, sigur Leif
Andre Eliasen, formaður í ÍF.
Beistur biti
Tað kemur illa við hjá ÍF, at Adeloa
Runswene ikki kann spæla fyri fe
lagið. Leif Andre Eliasen er argur
og harmur um støðuna, sum hevur
rakt felagið bæði á vøllinum og utt
anfyri vøllin.
– Tað er ræðiliga bitturt, at vit
hava brúkt alla hesa tíðina og ork
una upp á hetta málið. Høvdu vit
vita av hesum, so høvdu vit ikki
gjørt nakað við tað, sigur formað
urin í ÍF og leggur afturat:
– Hann hevur vitað tað alltíð og
vit hava eina hóming av, at hann
bara hevur vónað, at alt fór at
koma upp á pláss, nú tá hann var
her. Nú má hann og familjan av
landinum, sigur Leif Andre Eliasen
og vísir á, at mynduleikarnir ikki
skilja heilt hvussu hann er komin
heilt til Føroyar uttan nøkur loyvi.
Tað er ikki bara uttanfyri vøllin,
at málið fær ávirkan, tí ÍF er nú felt
av pappírsveldinum tvær ferðir í ár
– og báðu ferðir er talan um áleyp
arar.
– Flytingarvindeygað er lukkað,
so vit fáa einki gjørt við tað, og
mangla nú ein áleypara. Fyribils er
Clayton Soares ikki ein møguleiki.
Vit gera ikki meiri við tað, men
vit skilja á lagnu, at hann ger
eina roynd sjálvur, men fyrr enn í
summar kunnu vit ongan spælara
leggja afturat hópinum, sigur Leif
Andre Eliasen.
ÍF fer í summar, at hyggja nærri
at einum áleypara.
Stríðið um ongamannaland
ÍF-SKÁLA: LARS MULLER
Leygardagin klokkan 17.00
Fyrsti dysturin í fimta umfari
verður á Skála, har fuglfirðing
ar koma á vitjan. Hetta er ein
dystur millum tvey lið, sum
farna kappingarár endaðu í
ongamannalandi í landskapping
ini. Skála við góðari verju og ÍF við
góðum álopi. Bæði hava eitt ynski
um at lyfta seg eitt hægri á stiga
talvuna.
Sermerkt fyri Skála í ár er, at
liðið ikki hevur skorað í 360 min
uttinum, umframt teimum min
uttunum, ið dómararnir hava lagt
afturat. Liðið er aftur hesa ferð
uttan áleyparan Brian Jacobsen,
ið hevur fingið ikki færri enn tvær
útvísingar.
Fuglfirðingar høvdu ætlað, at
Adeloa Runswene og Clayton Soa
res skuldu standa fyri álopsspæl
inum í ár, men báðir eru feldir av
pappírsveldinum um uppihalds og
arbeiðisloyvi. Tá so Dánjal á Lakj
uni eisini er ivasamur, so verður
torført at fáa mál móti liðnum,
sum bara hevur latið trý mál inn
í fýra dystum.
Hetta kann blíva ein avbera
vánaligur dystur við fáum mál
um, men samstundis situr tú við
kensluni, at nú bæði Skála og ÍF
taptu fyri kappingarneytum farna
umfar, so verður lagt meiri fyri í
álopsstøðu.
Vit tippa tó Skála til at halda
málið reint og fáa sítt fyrsta mál í
landskappingini higartil.
Sosialurin tippar 1-0
NSÍ enn uttan sigur
NSÍ-HB: EILER RASMUSSEN
Sunnudagin klokkan 15.00
Gleðin var stór, tá Klæmin A. Olsen
javnaði fyri NSÍ í evstu løtu Klaks
vík í farna umfari. Runavíkingar
hava fingið eina minni góða byrj
an upp á kappingarárið, men við
eina stignum í Klaksvík, so hevur
Anders Gerber vunnið sær nak
að meiri av tíð, áðrenn panikkur
kemur í við Løkin.
HB hevur longu vunnið sær
seks stig og kann tí liva við javn
leikinum, meðan runavíkingar
hava trý stig.
– NSÍ er eitt lið við sterkur
álopsspælarum. Klæmint A. Ol
sen og Árni Frederiksberg, um
framt at Bárður J. Hansen nú er
komin afturat. Hetta verður eins
og dysturin móti B36 ein torførur
dystur, sigur Sigfríður S. Clement
sen, venjari hjá HB.
Tað er framvegis óvist um Alex
andar Stankov fær loyvini upp á
pláss áðrenn dystin, men tað er
greitt at Heðin Hansen skal sita
uttanfyri. Hann fekk reytt kort
í dystinum móti EB/Streymi í
kappingini um Løgmanssteypið.
Eftirfylgjandi hevur hann fingið
leikbann í fýra dystir, tí hann eft
irfylgjandi er dømdur fyri at sláa
ein spælara hjá EB/Streymi.
– Eg eri sera harmur um leik
bannið. Eg haldi, at leikbannið er
øgiligt ógvusligt í mun til hvat tað
var, sum fór fram. Eg geri eitt frí
spark, sum gevur mær reytt kort.
Akkurát tá dómarin gevur mær
reyða kortið, sitið eg bara púra paff
á vøllinum. Síðani blívur bæði eitt
og annað rópt í høvdið á mær, og
ein lyftur meg upp. Eg føli tað pro
vokerandi, tí eg skilti veruliga ikki
tað, sum hendi. Tað var ikki mein
ing at sita har og drála tíðina ella
nakað, sigur Heðin Hansen.
Hann fær samanlagt leikbann í
tríggjar dystir saman. Ein fyri takl
ingina og tríggjar fyri salgið, sum
tó verður minkað við einum dysti,
tí hann verður ertaður í støðuni.
Hann sat fyrsta dystin yvir í gjár
í grannauppgerðini móti B36, sum
endaði við javnleiki 2-2.
– Eg vildi bara skumpa viðkom
andi vækk fra mær, og eg var irri
teraður akkurat tá. Hatta var ikki
eitt slag, og eg veit tað sær eitt
sindur klossut út á video. Eg vanti
ikki, at viðkomandi føldi at eg sló
út eftir honum, men at eg vildi
sleppa leysur, sigur Heðin Hansen.
Ivasamt er um Símun Samu
elsen spælir. Hann meiddi sær
tummilin í sama dysti og spældi
heldur ikki móti B36.
– Í løtuni gongur fínt við
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
FÓTBÓLTUR Adeloa Runswene hevur ongan dyst spælt við ÍF, og soleiðis
verður tað eisini, tí áleyparin úr Nigeria er ólógliga í landinum. Hann hevur
verið ólógliga í Danmark síðani í summar. – Tað er ræðiliga bitturt at vit hava
brúkt so nógv tíð upp á hetta, tá hann visti um støðuna, sigur formaðurin í ÍF
Upptakt til 5. umfar:
ÍF SPÆLARI
ÓLÓGLIGA Í LAN