hósdagur 20. apríl 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
27
tummlinum, men eg veit ikki
hvussu drúgt tað kann verða. Eg
vóni at vera tøkur aftur til sunnu
dagin, tá vit spæla móti NSÍ, men
nú fáa vit at síggja, sigur Símun
Samuelsen.
HB vísti tenn eina løtu móti
B36, meðan NSÍ gjørdi tað sama
móti KÍ. Fleiri av oddadystunum
eru eisini endaðir við javnleiki, so
javnleikur er eitt gott boð.
Sosialurin tippar 2-2
Oddabrak í Gøtu
VÍKINGUR-KÍ: DAGFINN FORNÁ
Sunnudagin klokkan 15.00
Tað verður einki minni enn eitt satt
brak, tá Víkingur tekur móti KÍ í
Gøtu. Hetta eru tey bestu liðini frá
kappingarárinum í fjør. Tá hevði
KÍ munin í innanhýsis dystunum,
men til stórsteypadystin fyrr í ár
vísti Víkingur, at felagið ikki ætlar
at hava eitt KÍ-komplex í ár.
Tað er framvegis eitt sindur
óvist um Fróði Benjaminsen verð
ur keyptur heim ella ikki. Hans Jør
gen Djurhuus er undir øllum um
støðum ikki við, meðan Andreas
Lava Olsen hevur trupulleikar við
rygginum og hevur ikki spælt so
nógv í ár.
KÍ hevur havt rímiligar stórar
trupulleikar í vinstru síðu higartil
í ár, tí Ísak Simonsen er skaddur,
meðan natúrligi avloysarin í fjør,
Mayowa Alli, ikki er í felagnum í ár.
Tað er lætt at tippa ein javnleik
her. Tú kanst argumentera fyri
bæði einum sigri til Víking og KÍ,
men bæði hava fingið so mikið av
stigum, at ein javnleikur er sann
líkur.
Sosialurin tippar: 1-1
Nú fáa suðuroyingar
seg royndar
TB/FCS/ROYN-B36: RANSIN
DJURHUUS
Sunnudagin kl 15
Suðuroyingar hava fingið eina
nærmast dreymakenda byrjan
upp á lívið sum felagslið. Felagið
hevur vunnið tríggjar av fýra
teimum fyrstu dystunum. Nú
skulu suðuroyingar spæla fyrsta
landskappingardystin móti einum
av hinum stóru. Í kappingini um
Løgmanssteypið stóðu suðuroy
ingar mát við NSÍ við Løkin.
Teir møta helst besta spælandi
liðnum í deildini – B36. Trupulleikin
hjá B36 er, at tað hevur ikki givið
ein sigur av sær enn. Tí er eitt
sindur av trýsti á B36, sum er uttan
Lukasz Cieslewicz og Philip Lund,
umframt at aðrir eru ivasamir.
B36 skulu ikki kenna seg ov
tryggar her. Vit ætla at spæla
fyri at vinna og tað verða helst
fleiri nærdystir, tí vit skulu bróta
uppspælið hjá teimum, sigur Poul
Ingason, sum er miðverji hjá TB/
FCS/Royn.
Hann letur væl at stemninginum
rundan um felagið í løtuni.
–Tað eru nógvir áskoðarar til
dystirnar og tað merkiast, at fólk
stuðla okkum nú tað gongur so
væl, sigur Poul Ingason.
Hóast suðuroyingar hava fingið
væl burturúr fyrstu umførini, so
má B36 metast sum favorittur
undan dystinum. Heimaliðið
er eisini uttan Salmund Bech á
miðjuni. B36 vinnur tepurt.
Sosialurin tippar 1-2
Uppflytarar við Streymin
EB/STREYMUR-07 VESTUR: RÚNI
GAARDBO
Sunnudagin kl 15
Bæði EB/Streymur og 07 Vestur
fluttu í fjør upp í bestu deildina.
Tey hava valt hvør sína leið síðani
uppflytingina. EB/Streymur hevur
hildið fast í sínum fólki, og langt
lokalt afturat – umframt leigað
ein málverja úr B36 og fingið Dan
í Soylu.
07 Vestur hevur fingið tilgongd
av profilunum Petter Bjørlund
og Ken Fagerberg, meðan ársins
spælari frá í fjør, Søren Nielsen, er
vendur aftur.
Bæði liðini hava vunnið hvør sín
dyst og hava víst, at tey væl kunnu
klára seg millum tey fremstu í
landinum. Heimaliðið hevur Poul
og Árna G. Olsen við aftur, meðan
Søren Nielsen er ivasamur fyri 07
vestur.
Hetta verður ikki bara ein
dystur millum uppflytararnar,
men eisini ein dysturin millum
tvey feløg, sum hava valt hvør sína
leið. Sundalagsmenn hava havt
eina vet betri byrjan.
Sosialurin tippar 2-1
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
VÍKINGUR
Ivasamur: Jann Martin
Mortensen (lærskaði)
Ikki við: Arnhold Berg (knæskaði,
ógreitt hvussu leingi), André
Olsen (vøddaskaði, ógreitt hvussu
leingi), Brian Jakobsen (leikbann
1 dyst afturat) Við aftur: Jákup
Jakobsen (eftir leikbann)
Ikki við: Salmundur Bech (undir
skurð, kænið)
Ivasamur: Johan Finnmann
Gulliksen (knæið)
Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus
(lærkrikin), Jákup V. Olsen (knæ,
2 vikur)
Ivasamir: Fróði Benjaminsen
(burturstaddur), Andreas Lava
Olsen (ryggurin)
Ivasamur: Søren Nielsen
(lærkrikin)
NSÍ
TB/FSC/Royn
07 VESTUR
SKÁLA
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Skála-ÍF
NSÍ-HB
VÍKNGUR-KÍ
TB/FCS/Royn-B36
EB/Streymur-07 Vestur
SOSIALURIN TIPPAR
NDINUM
Hann hevur vitað tað alltíð og vit hava eina hóming av, at hann bara hevur vónað, at alt fór at koma upp á pláss,
nú tá hann var her. Nú má hann og familjan av landinum, sigur Leif Andre Eliasen