hósdagur 20. apríl 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
28
Óli Jacobsen
Kaj í Bartalstovu:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
3. partur
Í
mínari tíð er Syðrugøtu rakt
av fleiri skipsvanlukkum. Í
1924, árið sum eg varð fødd
ur, gekk toftasluppin, Anna,
burtur á Suðurlandinum. Ein av
teimum 17 monnunum, sum fór
ust var tann 22 ára gamli Poul
Anton Jacobsen, sum var einasta
barn hjá Elspu Katrinu og Petur
Jakku á Dunganum. Hann hevði
havt tuberklar, men var hildin at
vera so frægur, at hann kundi fara
burtur.
Tað segðist, at hann var farin
upp at bløða, og teir vóru á veg
inn við honum at fáa læknahjálp,
tá vanlukkan hendi nærindis
Grindavík.
Edda í Ólavstovu misti pápa sín,
Edvard, í hesi vanlukku. Mamma
hennara doyði, tá ið hon varð fødd.
Tá fór hon til Syðrugøtu, har hon
vaks upp hjá ommuni og abbanum
í Ólavstovu. Sjálv táttaði hon væl
í 100, tá ið hon doyði í fjør.
Í 1932 gekk Immanuel burtur
við 19 monnum. Tríggir gøtumenn
fórust. Tveir vóru úr Norðragøtu,
Hans Jacob Havstreym, sum tá var
nývaldur formaður í fiskimanna
felagnum, og Óli Müller.
Í Syðrugøtu var tað Óli Poulsen,
Óli hjá Dánjali, sum doyði frá konu
og trimum smáum børnum, tað
yngsta var ikki føtt.
Orsøkin til, at eg minnist hetta
so væl, hóast eg bara var 9 ára
gamal, er, at Mia, mostir, misti
mannin, Sofus Solmunde, sum
doyði frá trimum døtrum. Hann
var søldfirðingur, og tey búðu í
Søldarfirði. Jakku mammubeiggi
kom tá av Húsum at vera hjá Miu
eina tíð.
Mia giftist seinni við Jákup
Andreas hjá Mikkjali í Barbustovu
og flutti aftur til Syðrugøtu. Jákup
Andreas doyði longu í 1956, so Mia
bleiv einkja aðru ferð og sat hesa
ferð einkja í 50 ár.
Í 1940 hendi aftur ein syrgilig
vanlukka. Tá sjólátst tann 14 ára
gamli Óla Jákup, sonur Elisabeth og
Sámal Jákup á Toftini. Hann hevði
verið í Grønlandi við Polarbjørn,
har Óla Hans Olsen, kendur skipari
í Gøtu, var skipari. Teir høvdu fingið
last og vóru á heimveg.
Tað er ikki greitt, hvat ið var
hent. Teir høvdu skipshund, og
eina ferð hoyrist eitt sovorðið
levint av hundinum. Tá teir fara
at kanna eftir, nú er Óla Jákup
horvin. Hildið varð, at Óla Jákup
hevði spælt við hundinum. Hann
hevur verið áhaldsin og er farin til
sjós. Hundurin hevur varnast, at
her var okkurt galið og hevur tískil
gjørt um seg.
Tað varð beinanvegin vent
at leitað eftir honum, men Óla
Jákup fanst ikki aftur. Hetta var
ógvuliga syrgiligt. Beiggin, Sofus,
uppkallaði seinni ein son eftir Óla
Jákupi.
Mina á Skansa fekk eisini eina
harða lagnu. Hon misti á sjónum
mannin, Símun Petur, í 1946 og
sonin, Paula, í 1956.
Til lands á Hrisey
Eg havi sum ein av teimum sein
astu upplivað tann partin av før
oyskari fiskivinnusøgu, sum er
at fara til lands í Íslandi. Fyrst í
hin øldini var hetta ein stórvinna.
Hundrað tals fiskimenn fóru yvir
á Eysturlandið at rógva út, har teir
eisini virkaðu fiskin á landi. Teir
komu so heim aftur um heystið.
Í 1943 fór eg til Íslands at rógva
út á Hrisey, sum liggur á munn
anum á Eyðafjørðinum, einar 20
fjórðingar norður frá Akueyri. Eg
róði út við einum íslendingi, kall
aður Keli.
Har vóru eisini tveir føroyskir
bátar. Á øðrum teirra vóru fleiri
syðrugøtumenn, brøðurnir Dánjal,
Jákup Andreas á Mýrini, Hjallgrim,
sonur Jákup Andreas og Petur í
Guttastovu.
Teir fóru nokk so skjótt heim,
tí Petur var forlovaður við dóttir
Jákup Andreas, Fridu, sum var
so sjúk. Tí fóru teir heim áðrenn
tíð. Tað eydnaðist teimum at
síggja Fridu, áðrenn hon doyði.
So illa vildi til, at 14. februar árið
eftir gekk Petur burtur á útróðri.
Hann var ikki afturfunnin, men
hann stendur á gravsteininum
hjá Fridu.
Hrisey er lítil oyggj umleið 8
km2. Tá búðu har 270 fólk. Men her
sum í øðrum smáum plássum flyta
fólk burtur, so nú eru tey um 200.
Har var nógvur útróður, vit
fiskaðu við línu. Har vóru eisini
skip, sum hoyrdu til Hrisey.
Fiskurin var fyri ein part av
reiddur til føroysk skip, sum seldu
hann á bretska marknaðinum. Tá
so eingi skip vóru at taka ímóti,
saltaðu vit fiskin sjálvir.
Har var eingin kei, bara sandur.
Tað var eisini nokk so bratt upp
fyri. So vit máttu bera fiskin upp
á bakkan. Men í 1945 gjørdu teir so
eina kaj. Úrtøkan hjá okkum var
ikki tann stóra.
Eg var og vitjaði har fyri nøkr
um árum síðani. Tá var lítið gott
eftir av fiskivinnuni har. Allar
kvoturnar eru endaðar á Akur-
eyri.
Eisini á Bakkafjørðinum
Í 1944 var eg á Bakkafjørðinum og
róði út. Hetta gav nokk so fitt av
sær. Vit høvdu eitt áttamannafar,
Tjaldrið. Líggjas á Fløttinum,
sum stóran part av lívinum róði
út á Bakkafjørðinum, var eisini
har. Fløttur var eitt kent navn á
Bakkafjørðinum.
Tað vóru yvir 50 føroyingar,
sum róðu út á Bakkafjørðinum.
Hetta gjørdi, at øll í bygdini dugdu
føroyskt. Henda søgan er nokk so
væl lýst í teimum greinum, sum
vórðu skrivaðar frá teimum ferð
um, sum vóru gjørdar har yviri frá
2009-2012. Onnur týdningarmikil
pláss, sum eisini vórðu vitjað, vóru
til dømis Tórshøfn, Skála á Langa
nesi, Seyðusfjørður, Norðfjørður
og Vættranes.
Mjóvanes kom eina ferð inn á
Bakkafjørðin. Teir vóru á silda
veiðu og Júst í Túni var bassi. Eina
ferð hildu teir seg kasta eftir sild,
tá var tað ein toskatorva, tað vóru
18 tons í. Vit vóru so bidnir um at
koma og kryvja og hjálpa til at fáa
fiskin til sættis. Vit fingu góða
løn. Annars var kontraktin hjá
Tað var ikki lætt at sleppa við føroyskum skipum undir
krígnum. Men tað bar framvegis til at fara til lands í Íslandi
Til lands í Íslandi
Kaj í Bartalstovu
Thean Jardus fekk sítt seinasta
hvíldarstað á Hrisey
Mia, mostir Kaj, á 100 ára degnum saman við soninum Tórður