hósdagur 20. apríl 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
29
Komandi partur
Í komandi parti er Kaj við at fáa trolaran Trónd í Gøtu
til bygdina. Hetta er partur av okkara trolarasøgu.
RÆTTING
Í fyrsta parti varð skrivað, at Tummas Vangberg, systkinabarn
Kaj, fekk eina váta grøv. Tað heilt rætta er, at hann doyði av
vanlukku á sjónum, men hann fekk grøv á landi.
bassum á tann máta, at alt sum
kom í nótina uttan sild, tað átti
bassin. Men hesum gjørdi Júst sær
ikki dælt av, hann býtti ágóðan út
til allar.
Handilsstjórin á Bakkafjørð
inum Ludvík Sigurjónsson hevði
konu úr Føroyum. Hetta var Sigrid
Lisa, dóttir Magnus á Kamarinum
í Havn. Eg minnist væl tey bæði.
Seinni fluttu tey til Reykjavíkar.
Tey hava øll havt nógv samband
við ættina í Føroyum og øvugt.
Sigrid fekk eisini sín seinasta
hvíldarstað í Føroyum. Tá ið hon
doyði í 1993 varð hennara urna sett
í grøvina hjá pápanum í gamla
kirkjugarði í Havn.
Í kirkjugarðinum á Bakkafjørð
inum er grøv hjá føroyingi, Liða
Johanna, úr Norðragøtu. Hon
fekk eitt barn í Føroyum, fór so
til Íslands, har hon giftist og fekk
tvey børn. Sonurin Jónas kom til
og fekk eina stóra ætt. Onkur er
eisini endað aftur í Føroyum.
Eg minnist Johannu, sum tá
var eitt sindur í barndømi, hon
gekk runt á Bakkafjørðinum og
spurdi eftir »færeyingum.«
Hetta var endabresturin av
útróðri til lands í Íslandi hjá før
oyingum. Ísland tók loysing frá
Danmark í 1944, og harvið mistu
føroyingar síni ríkisborgararætt
indini í Íslandi.
Nú er lítil drift á Bakkafjørðin
um. Tað var tó stuttligt at koma
aftur til Bakkafjørðin fyri nøkrum
árum síðani. Tað var eisini hugaligt
at hitta fólk, sum eg mintist frá
teirri tíðini.
Loksins til skips
Á vári 1945 var eg við Føroyingi á
Suðurlandinum undir Íslandi. Óla
Hans Olsen var skipari.
Hetta var ein veldig slupp, van
liga kallað Kinajáttin. Hon var ser
liga breið. Dánjal Jákup í Skips
handlinum var reiðari. Hetta var
sjálvdráttur, sum var tað vanliga
tá í tíðini. Tað tók nokk so væl í
hjá mær. Onkran túr á Eysturland
inum var eg bestur.
Við enskum trolara
Eg bleiv so ringdur upp av Skips
handlinum og varð biðin um at
koma við einum enskum trolara
undir Føroyar. Tað var deiligt,
menninir vóru øgiliga raskir. Tað
gekk eisini væl at práta við teir, so
mikið hevði ein lært av eingilsk
monnum undir krígnum. Mann
ingin var 12. Stýrimaðurin var
so ógvuliga bragdligur. Hann var
altíð í lastini, tá ið koyrt var niður.
Manningin áttu livrina alla sum
hon var. Men kortini vóru teir ikki
pírnir at lata fuglinum nakað burt
urav. Teir løgdu livrina á lúnning
ina og so var sjálvtøka.
Eg var bara tann eina túrin við,
lønin var ein ásett løn fyri dagin.
Nógvir føroyskir fiskimenn deyð
ir undir Íslandi, ta tíðina vit hava
havt fiskiskap á hesum leiðum.
Teir allarflestu av hesum hava
fingið váta grøv, men nakrir eru
jarðaðir í Íslandi. Tað finnast
gravir í Reykjavík við manning
á "Onnu" og "Acorn" og á Seyðis
fjørðinum við manning á "Ridd
aranum”.
Eisini eru einstakar gravir við
føroyskum fiskimonnum ymsa
staðni í Íslandi.
Umleið 2006 fekk ein slík før
oysk grøv gravstein. Í hesi grøv
hvílir Thean Jardus Thomassen
úr Kvívík, og grøvin er á Hrísey.
Thean Jardus var pápi tann
kenda skiparan Kvívíks Tummas.
Teir vóru við "Rosenhjem" undir
Íslandi á sildaveiðu í 1926. Við
vóru 19 mans. Hetta kom at ger
ast ein vanlukkuligur túrur.
Tann fyrsta vanlukkan hendi
14. august, sum teir myntraðu 7.
juli. Tá datt 1. bestimaður, Abra
ham Abrahamsen av Strondum,
fyri borð og druknaði. Hann varð
fingin aftur og varð jarðaður 20.
august á Hrísey. Abraham var
um 30 ára gamal og ógiftur. Hann
hevði siglt við Tummasi í mong ár.
Tann 9. september rakti ann
að óhappið "Rosenhjem". Hend
an dagin sigldi íslendski trol
arin "Jón Forseti" á bátarnar
hjá "Rosenhjem". Tríggir mans
doyðu, og vóru teir Thean Jardus,
Hjalmar Joensen av Hvítanesi og
Theodor Hansen, kallaður Dor, í
Funningsstovu í Havn. Aðrir av
manningini fingu skaða, millum
hesar var Tummas sjálvur, sum
varð illa skaddur, men sum tó
kom fyri seg aftur.
Líkið av Thean Jardusi varð
fingið aftur, og hann varð jarð
aður á Hrísey undir liðini á Abra
hami. Einki sást til hinar. Jardus
var føddur í 1864.
Um sjálvan tilburðin skrivar
Dimmalætting nakað so:
Hósdagin 9. september sóu teir á
"Rosenhjem", ið lá innanfyri sjó
markið tætt uttanfyri Miðfjørð,
ein stóran sildastima. Báðir bát
arnir vórðu við tað sama settir
út, og teir róðu eftir stimanum.
Teir máttu tó gevast at rógva,
tí ein trolari kom siglandi við
fullari ferð gjøgnum stiman og
beint móti bátunum, sum vóru
samanfestir. Á bátinum royndu
teir at rópa og at gera vart við seg,
men einki hjálpti. Trolarin sigldi
við 8-9 míla ferð beint á bátar
nar. Annar kvettist av og hin
hvølvdist. Báðir bátarnir og allir
13 menninir fóru inn undir trol
aran, sum nú bakkaði við fullari
ferð, og setti tveir bátar út. Teir
fingu so bjargað 10 av monnun
um á lívi. Theodor Hansen var
góður svimjari, men hann hevur
kanska fingið skaða av skrúvuni.
"Rosenhjem" við restini av
manningini lá eina snørislongd
frá bátinum, og tað hevur verið
ein tung løta hjá teimum at síggja
henda syrgiliga tilburð uttan at
kunna hjálpa.
Tummas slapp ikki heim aftur
við skipinum. Skipari heim var
Hans Hansen í Funningsstovu
og bestimaður var Dánjal Olsen,
kallaður Eiðis Dánjal.
Endaði á havsins botni
Kvívíkar Tummas kom so væl
fyri seg aftur, at hann 16. nov
ember fór við “Rosenhjem” til
Keypmannahavn við eini klipp
fiskalast. Teir fingu illveður,
"Rosenhjem" fer at leka, og móti
midnátt 26. november var so
nógvur sjógvur í henni, at teir
fóru í bátin og róðu til Lerwick.
Teir komu heim 5. desember við
einum enskum trolara.
Grøvin fingið stein
Nú koma vit aftur til Thean Jar
dus. Nú 80 ár eftir hesa hend
ingar, tann 14. September 1906,
hevur grøvin hjá honum fingið
stein. Langabbasonurin, Magnus
Petersen, kendur sum advokatur
og grótmaður gjørdi steinin.
Abbasonurin, Eli Petersen,
sum er fostursonur Tummas,
fór yvir til Íslands og fekk steinin
settan upp.
Tískil hava vit nú enn eitt sjón
ligt minni um okkara forfedrar,
sum settu lívið til undir Íslandi,
og eiga teir báðir takk fyri tað.
Eli var ein hugaligur maður,
sum var ógvulig felagsáhugaður.
Vit koma at kennast í FF-tíðini.
Hann dugdi eisini væl at greiða
frá. Eli er deyður fyri kortum.
FEKK GRAVSTEIN Á
HRISEY AFTANÁ 80 ÁR
Tað er nógv skrivað um føroyskan fiskiskap undir Íslandi, men tað
hevur ikki verið nógv um Hrisey. Men sum ískoyti til frásøgnina hjá Kaj,
skal her verða endurgivin grein, sum stóð í FF-blaðnum í 2006:
Eli leggur krans á grøvini hjá abbanum
Óla Jákup var bara 15 ára
gamal, tá ið havið tók hann
Nógvir føroyingar vóru
á Bakkafjørðinum
Hrisey
Pápi Kvívíks Tummas: