Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 31 Siloin í Sjóvinnuhúsinum til leigu Um hóskandi tilboð kemur uppá siloina í Sjóvinnuhúsinum, matr. nr. 970e á Vestaru Bryggju í Tórshavn, verða hølini leigaði út. Hølini skulu nýtast til vistaveiting. Samlaða gólvvíddin á siloini er áleið 591 m2 deild í ávíkavist 342 m2 á 1. hædd og ein svali á umleið 249 m2. Leigarin kemur sjálv/-ur við allari neyðugari útgerð. Sjóvinnuhúsið verður tikið endaliga í nýtslu í ár. Støðutakan til besta tilboðið Tá støða skal takast til, hvat er besta tilboðið, verður hetta mett út frá eini heildarmeting av innkomnu ætlanunum við støði í prísi, sannlíkindum fyri at ætlanin kann fremjast, hvussu ætlaða virksemið í hølunum stuðlar undir virkseminum í restina av bygninginum og váttan um fígging av íløgu og rakstri. Við tilboðnum skal ein lýsing vera av ætlanini og váttan um fígging. Tilboðini skulu vera Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagið 15. mai 2017. Tórshavnar havn tilskilar sær frítt at velja ella vraka øll innkomin tilboð. Tilboðini skulu innihalda virkislýsing eins væl og váttan um fígging. Tekningar og nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tórshavnar havn. Tórshavnar havn torshavn.fo ÁRSAÐALFUNDUR HJÁ P/F SMYRIL LINE Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) mánadagin 15. mai 2017 kl. 13:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá: 0. Val av fundarstjóra. 1. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 3. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin. 4. Val av nevndarlimum. 5. Val av grannskoðara. 6. Ymiskt Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, og er hetta mánadagin 8. mai 2017. Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi hósdag 11. mai 2017 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn. Tórshavn 20. apríl 2017 P/F Smyril Line NEVNDIN PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Martina Augusta Antonia Elisa Davidsen, Æðuvíkarvegur 6, 645 Æðuvík, fødd tann 30.08.1920, deyð tann 16.06.2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 203/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 31. marts 2017. Arbeiði Uttandura málaraarbeiði verður gjørt Uttandura málaraarbeiði verður gjørt. Ring 517704 Herman Dam 517704 B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C smíð tlf. 218991 Bingo Gott Bingo hjá EB-Streymi Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið 24. apríl2017 kl. 19. Øll hjartaliga vælkomin. EB-Streymur Býli í Føroyum Garaga á Argjum til leigu. 27 m2 garaga til leigu á Argjaboða 1500 kr/mð. 287580/317580/517580 Fundir Epileptikarafelagið Føroyar Aðalfundurin verður 2. mai kl. 18. í MBF Húsinum. Skrá samb. Lógum felagsins. Nevndin Aðalfundur Djóraverndarfelagið hevur aðalfund leygardagin 29.apríl, kl 15, í KFUM, Hoydalsveg 6, Tórshavn. Skrá sambart lógum felagsins. Húsarhaldstól LEIGA HVÍTVØRUR VIÐ KEYPSRÆTTI VASKIMASKINUR,TURKI­TRUMLU R,UPPVASKIMASKINUR,KOMFÝR AR OG VASKI/TURKIMASKINUR .EINKI DEPOSITUM ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ SÍ MEGNA.FO Megna v/ Guttorm Mortense tlf 251160 LÝSINGARTORGIÐ