Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 32 G! millum heimsins bestu: Hetta er stórt hjá okkum MYND: HEINESEN MYNDIR L ívsbyrjan, deyði, bæði byrjan og deyði. Alt sama dagin. Ein spennandi uppliving í lítla vakra býnum Frigiliana í Anda­ lusia. Og sólin skein eisini. Í kirkjuni var jarðarferð. Stóri svarti líkbilurin fekk akkurát skorað seg gjøgnum smølu mynstrutu stein­ løgdu høvuðsgøtuna og langa fylgið aftaná. Stórir, hvítir kransar við nógvum litríkum blómum hingu uttan á lík­ bilinum, ein í hvørjum borði. Kistan úr fínasta viði, mahogni. Ein fyritøka, sum vinnur sær til lívsins kostnaðir av deyð­ an­um, skipaði fyri. Menn við svørtum hári, í svørtum klædningi og svørtum bilum. Skilti á prestinum, at ein maður, líkið av einum manni, lá í kistuni. Hann segði ið hvussu so er senior og adios og okkurt um morte, helt eg meg hoyra. Kundi ikki lata vera við at fara inn at forvitnast. Tá eg kom heim í túnið við húsini, har vit búðu, var ein frensur farin í holt við kettuna, sum búði í granna­húsunum og plagdi at sóla sær á trappuni har. Hann hevði bitið sær gott tak í nakkaspikið á henni og royndi nú at sleppa framat. Tað gekk ikki betur enn væl. Løðan spældi við, tað sást. Men so við eitt tímdi hon ikki meira, hvesti í ágrýtna frensin, skrykti seg leysa og fór, ikki langt tó. Arbeiðið var ikki liðugt. Seinni sama dagin lá ein annar frensur framvið. Hann var svartur, hin var morreyður. Men líka nyttaði tað, ið hvussu so er, meðan eg hugdi. Tað bleiv ikki til annað enn forspælið, heldur ikki hesaferð. Lámalagið, labbalagið, var tað sama. Hann hevði tennirnar í nakka­ spikinum á løðuni, royndi at ota seg nóg langt aftur fyri at sleppa framat. Hon hevði halan til viks, so hann var eingin forðing. Men labba­lagið var antin ikki nóg gott, ella var hetta bara tann vanliga gongdin, tá hetta slagið skal føra ættina víðari, so kettlingur nummar 50.000 kemur í Frigiliana. Fyrr ella seinni er tað eydnast, antin hjá honum ella hjá onkrum øðrum frensi. Teir vóru fleiri har á leiðini. Hava gott snodd, frensar, tá løður ganga í illum. Eisini sama dagin sá eg so byrjan og enda renna saman. Eini nýgift hjún fóru eftir gøtuni við einari myndakvinnu brúðarvalsandi framm­ an fyri og uttanum. Øll lívsleiðin sama dag og saman. Hjúnaband er byrjan og deyði, tað doyr, áðrenn deyðin skilir. ”Føroyingur” nummar 50.000 var antin ein danskari, sum er komin til Føroya at sparka fótbólt, ella ein úr Asia, sum ein gamal drongur keypti sær hendanvegin at hugna sær við. Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar í heilum móti vistfrøðiligum matvørum, sum ikki mugu etast, tí tær kunnu gera heilsuni fortreð. Hetta er blasfemi, eitt slag av gudsspottan, tí vistfrøði er ein religión. Tíð eru pengar, siga tey. Ja, tað kostar eina góða milliard krónur, so norðoyingar og eysturoyingar kunna vera trý korter fyrr í Havn. Tá tú byggir ein veg, kanst tú rokna við, at onkur doyr á honum. Og tað er so tað. Eingin lýsir landssorg, tá ein ferðsluvanlukka hevur verið, sama um fýra fólk doyggja. Men nú vóru tey aftur har, lippandi og táravát, hesa ferð eisini ein kongur og sum vant forsætisráðharri, tí yvirgangur var. Tá tú hevur ein útlendingapolitikk, sum er gjørdur úr vatti og upp í leypar av føgrum orðum og rættindum, mást tú eisini taka yvirgangin við. Biðja fólkið um umbering fyri politikin ella broyta politikkin og skíta á alt skrálið frá teimum frelstu á síðulinjuni – ella rætt og slætt bara halda kjaft. At enda eitt sindur av rasismu: hví varð hasin maðurin í Svøríki ikki alt fyri eitt í sínari tíð sendur tvíbuktaður aftur til Usbekistan? Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Endi og byrjan og bæði BAKSÍÐAN Heimskendi miðilin CNN hev­ur kosið G! festivalin at vera ein av 16 teimum bestu tón­leika­festi­ valunum í heiminum, og í síðstu viku varð G! á lista yvir fimm teir bestu festivalarnar á National Geographic Traveller. Sigvør Laksá, stjóri fyri G! festivalin er sera glað fyri viður­ kenningina frá stóru útlendsku miðlunum. – Tað er stórt hjá okkum at fáa síkar viðurkenningar. Okkara vón er, at tað ger at fleiri fólk síggja okkum og hava hug at koma hendanvegin, sigur hon. Hon greiðir frá, at í fjør vóru gott 200 atgongumerki keypt á netinum úr øðrum londum enn Føroyum. – Vit hava nógvar útlendskar gestir og vit vilja fegin fáa fleiri, tí tað er pláss fyri tí. Størsta av­ bjóðingin er, at tað er onki hotell nærhendis, sigur Sigvør Laksá Hon sigur, at fyriskipararnir longu hava fingið fyrispurningar frá fólki, eftir at tey hava sæð greinarnar.