mánadagur 24. apríl 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
MÁNADAGSBLAÐIÐ
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán – frí
kl. 08.00 – 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Danska greiningarfyritøkan
BankResearch hevur saman
við vinnulívsblaðnum Bør
sen gjørt eina váðameting av
64 peningarstovnum í konga
ríkinum.
Sambært greiningini er
Betri banki tryggasti pen
ingastovunurin í ríkinum. Í
2015 var Betri Banki – tá Eik
Banki – nummar 45 á list
anum, men eftir stuttari tíð
hevur bankin ment og styrkt
seg so nógv, at hann nú er ov
astur á listanum.
– Hart og erligt bankaarb
eiði hevur lyft Betri Banka
upp til at verða landsins sterk
asti banki saman við Borbjerg
Sparekasse, skrivar Børsen í
umrøðu av greiningini.
Betri Banki fegnast um
nýggju greiningina.
– Úrslitið vísir, at tað hev
ur verið rætt hjá okkum at
hugsavna okkum um kjarnu
virksemið í bankanum og
miðvíst seta kundan í mið
depilin. Vit hava í dag ein
sera tryggan og góðan banka,
sum allir føroyingar kunnu
vera ernir av og sum kundin
kann kenna seg tryggan í,
sigur Súni Schwartz Jacob
sen, forstjóri í Betri Banka.
BankNordik er nummar
22,
Norðoya
Sparikassi
nummar, Norðoyar Spari
kassi nummar 48 og Suður
oyar Sparikassi nummar 61
av teimum 64 peningastovn
unum á listanum.
Málið um innkomuvegin til Havn
ini hevur havt eina drúgva tilgongd.
Tað er eitt av teimum málum, ið
ongan enda tykist fáa.
Men málið um innkomuvegin
snýr seg ikki bara um at fáa ferðsl
una av bygd inn í Havnina. Tað snýr
seg í nógv størri mun um, hvussu
ferðslan verður skipað inni í Havn
ini.
Undanfarna býráð gjørdi beint
fyri býráðsvalið eina avtalu við
landsstýrismannin í samferðslu
málum um innkomuvegin, sum
skuldi leggjast av Hvítanesi,
norðan fyri Hoyvík og bindast í
norðrasta partin av Havnini við
Villingardalsvegin, har ein tunnil
síðan skal flyta ferðsluna til vest
urbýin annaðhvørt oman í Kráku
gjógv ella út í Marknagil.
Tað góða við hesi ætlanini er, at
hon samstundis knýtir býlingarnar
í Hoyvík saman í erva – eisini við
norðrasta býlingin í Havn, Sunds
vegin og Villingardalsvegin.
Harumframt verða Flatarveg
urin og Sundsvegurin lagdir undir
innkomuvegin, so sleppast kann
norður um innkomuvegin, uttan
at ferðslan í Havnini og ferðslan á
innkomuvegnum verða blandaðar
saman.
Nú er nýggi borgarstjórin í Havn
komin við eini nýggjar verkætlan,
sum er at gera ein tunnil av Hvíta
nesi vestur í Krákugjógv ella í
Marknagil.
Tað er ikki ein verkætlan, sum
gagnar ferðsluni í Havn, tí í hes
um føri verður ferðsla úr Eystur
oyartunlinum førd beinleiðis út í
Krákugjógv ella í Marknagil – og
haðar skal ikki øll ferðslan, og tí
fer ferðsla tá framvegis oman eftir
Hvítanesvegnum, ikki minst tann
tunga ferðslan.
Um spurningurin um tungu
ferðsluna skuldi verið loystur við
einum tunli, so skuldi tað verið ein
tunnil, sum gekk av Boðanesi, undir
býlingin í Hoyvík (gamli býlingurin
oman fyri Studentaskúlan) og nið
an í Hvítanesvegin oman fyri Kúr
dal.
Tá hevði tú fingið tungu ferðsl
una beinleiðis av Hvítanesi oman
við Strond og soleiðis oman á Eyst
ara havnarøki.
Tað sum hevur týdning við inn
komuvegnum er, at hann sáldar
ferðsluna soleiðis, at hon kann
fara ymsar vegir oman í býin – og
ikki soleiðis, at ferðslan úr Havnini
kann fyra ymsar vegir út úr býnum.
Tað hevur týdning, at vit fáa eina
skilagóða loysn um innkomuvegin,
sum ikki má gerast politisk kasti
bløka, sum politikarar brúka til at
vísa roysni.
Brúkið nú ikki innkomuveg
at vísa politisk roysni
KAPPAST UM INNKOMUVEG
Betri er tryggasti
bankin í kongaríkinum
Martin Joensen syngur
í danskari kirkju
Halda
vakið eygað
við leiðsluni
BIRGIR NIELSEN
SÍÐA 8-9
Flokk
arnir mugu
taka seg
saman
BJØRT SAMUELSEN
SÍÐA 4-5
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Betri Banki er ovast á greiningarlista
yvir bankar í kongaríkinum
Fríggjadagin hevur Mart
in Joensen konsert í Hans
Egede kirkju í Keypmanna
havn. Føroyska kirkjuliðið,
Sankt Ólavs kirkjulið, skip
ar fyri konsertini.
Hans Egede kirkja er á
Eysturbrúgv, og føroyska
kirkjuliðið í Keypmanna
havn hevur føroyskar guds
tænastur har tvær ferðir
um mánaðin.
Konsertin við Martini
Joensen verður býtt í tveir
partar. Í fyrra partinum
syngur sálmar Martin Jo
ensen sálmar, hann hevur
skrivað. Føroyski presturin
í Danmark, Borgny Brün
ings-Hansen, hevur stutt
prát við Martin Joensen
millum fyrra og seinna part
av konsertini.
Konsertin byrjar fríggja
dagin kl 17.00.
eydun@sosialurin.fo
Ikki »vann« men »fann«
Forsíðurættlesarin á fríggjadagsblaðnum hevur ikki
verið nóg árvakin, og tí hevði ein óheppin villa snýkt
seg inn í ávísingina til greinina um Linda og Jocelle í
Gerðum, tá hann skuldi siga:
»Eg má siga somu søgu umaftur og umaftur um,
hvussu vit møttust, sigur Lindi í Gerðum í Klaksvík,
sum fann unnustuna á Facebook.«. Tíverri kom eitt
»v« at standa í staðin fyri »f« – atlso »vann« í staðin fyri
»fann«, sum broytir meiningina munandi. Vit biðja
Linda og Jocelle umbera okkum mistakið.
blaðstj.