Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1969: Eingin smitt­u­ vandi 13. august 1969 skrivar Sosialurin um fyrstu mána­ lend­ingina: »Teir tríggir rúmdarmenninir, Arm­strong, Collins og Aldrin, eru nú latnir úr karantenuni og farnir til hús. Eingin av teim trimum rúmd­ar­monnunum bóru smittu við sær heim aftur av ferð teirra á mán­a­num, og eru teir latn­ir úr aft­ur kar­an­ ten­uni, sum teir, saman við nøkr­um øðr­um, vóru sett­ir í bein­an­veg­in eft­ir mána­ferð­ ina 21. juli. Teir vórðu dúgliga heils­aðir, tá teir vístu seg. Í gjárkvøldið var stórt há­ tíð­ar­hald í Los Angeles, har am­er­ikanski forsetin, Rich­ ard Nix­on, eisini var við, og fagn­aði teimum. Lagnan hjá »Perluni« avgjørd í morgin SOSIALURIN 1979 1979: Nógvar umsóknir um leigumál. Fíggjarnevndin mælir til ný­bygg­ing á staðnum. Húsið krevur høvuðsumvæling fyri 700.000 kr S osialurin skrivaði soleiðis 7. februar 1979: »Tað er nú nakað síðani, at rest­aur­a­ti­ónin í »Perluni« lat aft­ur. Í umsitingni hjá býráðnum eru ymsar meiningar um, hvat bygn­ing­ur­in skal brúkast til. Málið kemur fyri á býrðasfundinum í annað­kvøld. Býráðið, sum eigur »Perluna«, hev­ur fingið fleiri umsóknir um leigu­mál. Fíggjarnevndin hevur havt spurn­ingin til viðgerðar og bað í mai í fjør býararkitektin um eitt upp­skot. Á býráðsfundi beint fyri jól varð mál­ið beint í byggi- og bý­ar­skip­an­ ar­nevnd­ina, sum nú hevur gjørt tvey tilmæli. Tórshavnar býráð skal í ann­að­ kvøld taka støðu til framtíðina hjá »Perl­uni«. Byggi- og býarskipanarnevndin hev­ur gjørt eitt tilmæli um at leiga bygnignin út fyribils, tó soleiðis, at leig­ar­arnir sjálvir seta bygningin í stand og halda hann viðlíka. Sam­ stund­is verður mælt býráðnum til at á­leggja býararkitektinum at gera upp­skot til býbygging á økinum. Býararkitetkturin, Gunnar Hoy­ dal, hevur í svari til fíggjarnevndi bý­ráðs­ins seinasta heyst nøkur upp­skot um, hvat gerast kann við »Perl­una«. Hann heldur ikki, at tað er rætt at taka húsini niður, hóast hetta er fyrisett í eldri ætlan. »Vit eiga at vera góð við øll merki­ ligu, undarligu, eyðkendu hús­ini í býnum. Tað hevði blivið kanska penari, men nógv tómligari, um tey vórðu tikin burtur«, sig­ur bý­ar­ arkitekturin í skrivi sínum til fíggj­ ar­nevndina. Tekniska deildin hjá býráðnum tek­ur undir við at lata Perluna standa. »Perlan« er í vánaligum standi, bæði innan og uttan. Skal hon brúk­ ast framyvir, krevur hon eina høv­ uðs­um­væling. Býararkitekturin metir, at um einki verður gjørt við stórvið og høv­uðs­kon­struk­iónir, kemur um­ væl­ing­ingin at kosta uml. 700.000 krónur. Áhugin fyri at leiga »Perluna« er stór­ur, og hevur býráðið fingið fleiri fyri­spurn­ingar og umsóknir. Men tað er eisini ein spurningur, um bý­ráðið ikki sjálvt kann gera nyttu burtur úr húsinum. Bý­ar­ ar­kitekt­ur­in hevur trý upp­skot: Í fyrsta lagi at brúka »Perluna« til bý­raráðs­sal, í øðrum lagi til tekn­ isku deild býráðsins, og í triðja lagi til viðtaluhøli hjá tveim­um komm­ unu­lækn­um. Fyrimunur við hesum seinasta er, at bý­ráð­ið kundi fingið helvt av um­væl­ing­ar­út­reiðsl­u­num end­ur­ goldn­ar frá landsstýrinum. »Perlan« er í trimum hæddum og mett verður, at nýtiliga gólvvíddin er til­sam­ans 260 fermetrar.« Tórshavnar býráð hevur samtykt at geva Trygg­ing­ar­sam­bandinum Før­oyar loyvi til at byggja eitt hot­ ell millum Marknagilsvegin og Oyggj­ar­vegin. Frammanundan hevur friðing­ ar­nevnd­in og yvirfriðingarnevndin við­gjørt málið og góðtaka at ein bygg­ing kann fara fram. Býráðssamtyktin er tó treytað av, at lands­stýr­ið góðt­ek­ur nakr­ar broyt­ing­ar í al­mennu bygg­i­sam­ tykt­ini, áðrenn endaligt byggiloyvi verð­ur givið. Samtyktin er eisini treytað av, at nærri verður avtalað um framhald av rakstr­inum av Hotel Føroyum á Konga­brúnni til nýggja hotellið er bygt. 1979: Hotellið kann byggjast í Marknagili Sosialurin skrivar soleiðis 7. februar í 1979: »Í annaðkvøld skal Tórs­havn­ ar býráð taka støðu til eina til­ ráðing frá brandnevndini um set­an av brandmeistara. Fim umsóknir komu til starv­ ið og hevur nevndin gjørt hesa inn­still­ing: 1. Heri Weihe, 2. Jó­ ann­es Samuelsen og 3. Øssur Sim­o­n­sen. Tað hevur drigið út at fáa hetta starv­ið sett. Tað hevur fyrr verið lýst leyst á heysti í 1977. Tá komu seks umsóknir og til til bý­ráðs­fund­in 6. oktober í 1977 gjørdi brand­nevd­in eina inn­still­ ing. Eisini tá var Heri Weihe inn­ stil­lað­ur sum nr. 1. Hinir vóru Tummas Sørensen og Kristijan Dahl. Hvørgin av teimum søktu, tá starvið varð lýst leyst av nýggjum.« Seta brandmeistara í Havn Perlan – bygningurin er í vána­lig­ um standi bæði innan og utt­an. Tekjan lekur í fleiri støð­um, og tað er átroðkandi at skifta út takið, klædningin og vind­eyguni. Eldri mynd av Hotel Føroyum á Kongabrúnni