mánadagur 24. apríl 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvønn politikara hevur tú samstarvað serliga væl við?
– Eg havi havt gott samstav við nógvar politikarar úr mínum flokki og úr øðrum
flokkum. Eg havi lagt uppskot fram saman við eitt nú Aksel V. Johannsen og
Sirið Stenberg, og hjúnabandsmálið varð lagt saman við Kristiannu Wither
Poulsen, Honnu Jensen og Sonnu Jógvansdóttir. Eg arbeiddi eisini sera væl
saman við Kára á Rógvi, sála. Gott samstarv krevur álit.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg havi verið í Peru og kundi hugsað mær at sloppið aftur til
Suðuramerika at vitja fleiri lond. Í summar fer øll familjan at
ferðast í Ungarn, og tað gleði eg meg eisini til.
Eyðun Klakstein
Hon
telist
ikki
millum
politikararnar, sum larma
mest og markera seg við
umstríddum sjónarmiðum
í almenna rúmum. Hon vil
heldur siga sína hugsan á
rætta stað til røttu tíð, og fyri
hana er stóri vinningurin av
politiska arbeiðnum, tá ið tað
lukkast at fáa mótstríðandi
meiningar at ganga saman
um eina loysn á ítøkiligum
málum.
Bjørt Samuelsen hevur
síðani 2008 umboðað Tjóð
veldi í løgtinginum og lands
stýrinum, men leingi noktaði
hon at lata seg stilla upp til
løgtingsval.
– Eftir at hava búð 16 ár
uttanlands fluttu vit heim
til Føroya í 2000, tá ið stór
optimisma var í samfelag
num. Fólk fluttu aftur til
Føroya,
og
fólkaatkvøða
skuldi verða um fullveldi.
Longu árið eftir varð eg
spurd, um eg vildi stilla upp
til løgtingsval, men tað hevði
eg ikki hug til. Eg umhugsaði
tað, men eg avgjørdi, at eg
ætlaði mær ikki at verða
politikari og segði nei takk,
greiðir Bjørt Samuelsen frá.
Hon var tá farin í starv í
Útvarpinum, har hon kundi
brúka sína útbúgving sum
journalistur.
Á løgtingsvalinum í 2004
komu bert tríggjar kvinnur í
løgtingið, og tað var ein við
virkandi orsøk til, at Bjørt
Samuelsen fýra ár seinni
stillaði upp í politikki.
– Eg arbeiddi við at fáa
fleiri kvinnur at stilla upp,
tí Føroyar høvdu botnmet
í kvinnuligari umboðan, og
tað kundi tykjast eitt sindur
ironiskt, at eg ikki vildi lata
meg stilla upp. So eg valdi at
vísa vilja og tók avbjóðingina
á meg, sigur hon.
Bjørt Samuelsen stillaði
upp á løgtingsvalinum í 2008
og varð vald.
– Tá ið tú kemur í løgting
ið, so kunnu tvey ting henda.
Tú kanst fáa hug at stinga
av aftur beinanvegin, ella tú
fært politikkin í blóðið. Hjá
mær hendi meira av tí seinna.
Eg motiverist av tankanum
um, at tað ber til at broyta
ting til tað betra. Tað er
ikki altíð heimsins besta
starv at vera politikari, tí tú
ert ein almennur persón
ur og stendur støðugt yvir
fyri truplum avbjóðingum,
sum skulu loysast, men tá
ið tað lukkast at fáa mál
ígjøgnum, kanska saman
við politikarum, sum tú ert
ósamd við, er tað stríðið vert,
sigur Bjørt Samuelsen.
– Politiska arbeiðið er
avbjóðandi og samansett,
tað gevur breitt innlit í sam
felagsviðurskifti, og tú fært
møguleika at broyta ymiskt.
Samspælið við onnur fólk er
eisini spennandi, og tú skalt
læra handverkið at sam
starva við fólk, sum tú ert
djúpt ósamd við um ymisk
politisk ella persónlig viður
skifti, sigur hon.
Vargarnir verða løntir
Føroyskur politikkur er í
alt størri mun merktur av
politikarum, sum markera
síni persónligu sjónarmið
fram um flokkin ella sam
gongu, og tað hóvar Bjørt
Samuelsen sera illa.
– Tað er ótrúliga oyði
leggjandi fyri eina samráð
ingarstøðu ella eitt politiskt
samtarv, tá ið onkrir politik
arar velja at koyra sítt egna
løb og leka upplýsingar ella
fara út alment at markera
seg. Og tað er ræðandi at
síggja, hvussu væl hesin at
burður verður løntur av fjøl
miðlunum, flokkunum og
eisini av veljarunum.
– Miðlarnir dekka altíð
tey, sum eru í andsøgn ella í
uppreistri móti sínum egnu,
og tað gevur í nógvum førum
atkvøður seinni. Politikarar
verða soleiðis eggjaðir til at
koyra solo, tí tað kann løna
seg politiskt. Eg skilji væl, at
tað kann verða freistandi at
fara í miðlarnar at markera
seg í málum, sum hava stórt
uppmerksemi, men tað ger
bara politiska arbeiðið enn
truplari, og tað er ikki so
leiðis, at tú fært semjur og
mál ígjøgnum.
Bjørt Samuelsen telist
ikki millum teir politikarar
nar, sum í tíð og ótíð buldrar
– Individualisma og eg-mentan fyllir
alt ov nógv í føroyskum politikki, og
tað er kanska ikki so løgið, tá ið ein
politikari kann fáa túsund atkvøður
fyri at vera upp á tvørs heldur enn
at innrætta seg í floksdisiplina,
sigur Bjørt Samuelsen, løgtings
kvinna, sum heldur, at flokkarnir
mugu taka seg saman og forða
fyri, at hetta heldur fram
EG-MENTAN GER
FLOKKARNAR
VEIKAR