Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 um aktuell mál í miðlunum. – Eg royni at taka dyst­ irnar, har teir skulu takast. Fyri meg er tað umráðandi at seta mørkini, har eg vil seta tey, og eg kann av­gjørt gera vart við míni sjónar­ mið í innanhýsis sam­ráð­ ing­um. Tað eru eisini mál, sum eg havi sett meg hart ímóti, tí hóast floks- og sam­ gonguloyalitetur er sera um­ráðandi, so hava vit øll okkara mørk, og eg taki ikki undir við tingum, meti eg tey vera skeiv ella álvarsom mistøk. Eg vil gjarna verða politikari á ein hátt, sum eg persónliga kann standa inn fyri, sigur Bjørt Samuelsen. – Eg virði serliga nógv politikarar, sum hava tikið ábyrgd og broytt viðurskifti í samfelagnum, hóast tað ikki hevur verið væl umtókt millum øll, men har eftirtíðin hevur víst, at tað var bæði rætt og neyðugt. Hesir skulu tó ofta tola harðan ágang, og tað er jú nógv lættari og behagiligari at fylgja streym­ inum og áhaldandi vera væl­ umtóktur og popu­lerur. Skal dirvi til at finna semjur Politikarar leggja í talu ofta upp til breiðar semjur um tey stóru málini í før­oyska samfelagnum, men roynd­ irnar vísa, at tað er ógvuliga trupult at finna tær stóru og breiðu semjurnar í før­ oyskum politikki um eitt nú stjórnarskipan, pen­sjóns­ nýskipan, fiskivinnu­ný­ skipan, heilsuverkið og onn­ ur stórmál. – Tað ber bert til at finna breiðar semjur, um politisku leiðararnir hava hegni og dirvi til at gera hesar semjur. Tú mást lata nakað, og tú mást seta nakað í veð fyri at fáa breiðar semjur, og arbeiðið má byggja á annað enn populismu. Søguliga eru tað júst teir leiðararnir, sum tordu at finna semjur, sum hava broytt mest. – Leiðsla er sera umráð­ andi í politikki, men tað er ógvuliga lítið fokus á hana. Alt er blivið so sera popu­ listiskt, og tað snýr seg í ov stóran mun um »eg, meg, mær og mítt«. Og tá ið indi­ vidual­istarnir verða lønt­ir av almenn­inginum, miðl­ un­um og flokkunum, er trup­ult at sleppa undan, at politikarar fullkomiliga ganga egnar leiðir. Tað virk­ ar, sum at politikarar og flokk­ar leggja størri orku í at dyrka leiklutin sum anstøða móti samgongu, og at koma fram við persónligum sjón­ar­ miðum heldur enn at leggja orkuna í at loysa sam­felags­ avbjóðingarnar og finna semj­ur í teimum truplu mál­ un­um. – Um flokkarnir ikki taka seg um reiggjog forða fyri, at hetta heldur fram, so verða ongar sterkar ideo­logiir eftir um stutta tíð, og har­ við virðisgrundarlagið tikið undan flokkunum. Flokk­ arnir mugu finna aftur til sítt grundarlag og sína ideologi og kjakast út frá henni. Vit mugu vita, hví vit vilja hava eitt ávíst samfelag, og hví vit vilja gera broytingar. Tað kann ikki bara snúgva seg um politiskan løtuvinning, og um at dyrka ósemjurnar til persónligan fyrimun. Men sum gongdin hevur verið, líða ideologiirnar undir, at ein­staklingar verða løntir fyri at skapa órógv og taka seg sjálvar fram um flokkar og samstarv, sigur Bjørt Sam­uelsen. – Individualisma er ein sjálvsagdur partur av poli­ tikki, men hon fyllir óvanliga nógv í føroyskum politikki, og tað er kanska ikki so løgið, tá ið ein politikari kann fáa túsund atkvøður fyri at verða upp á tvørs heldur enn at innrætta seg í floks­ disiplina. – Eg-mentan millum politik­arnar verður lønt væl, og hon ger flokkarnar veik­ari. Flokkarnir skuldu kanska umhugsa at gjørt sær størri ómak við at finna fólk, sum veruliga vilja verða partur av flokkinum, men sum oftast snýr tað seg meira um at finna fólk, ið kunnu skaffa flokkinum at­ kvøður, og tí verður úrslitið helst hareftir, sigur Bjørt Sam­uelsen. Viðhvørt lukkast tað Bjørt Samuelsen fegnast um, at í nøkrum førum ber til at finna semjur – eisini í onkrum truplum stórmálum. – Tíbetur hendir tað eisini, at tað blíva semjur um týðandi mál, sum kunnu verða trupul at loysa, og ofta er tað orsaka av góðum polit­iskum handverki. Tá ið nevndirnar koyra væl, ber veruliga til at fáa nakað gott burturúr, og málini, sum tað eydnast at fáa ígjøgnum, eru alt stríðið vert, sigur hon. – Tað er sera umráðandi at hava dialog um tey truplu málini, tí kjakið og við­gerð­ in flyta nakað. Eg havi ver­ið ígjøgnum onkur av hes­um málum. Tá ið eg sum lands­ stýriskvinna í 2008 legði fram ætlan um at leggja Sand­oyar- og Eysturoyar­ tunn­ils­ætlanirnar saman til eina felags verkætlan, skapti tað øsing og mót­mælis­ gongu. Nú, átta ár seinni, eru verkætlanin kom­in í gongd tí allir flokkar gingu saman um hana. Í sam­bandi við uppskotið um at bryggja sterkt í Føroyum, var kjakið sera hart, men tá ið málið varð lagt fram triðju ferð, var kjakið komið víðari, og málið kom ígjøgnum. Nakað tað sama var við hjúna­bands­ málinum. Við hvørt ber tað til, sum fyri stutt­um als ikki bar til. – Vit eru komin langt við menningarætlanin fyri heilsuverkið, við pensjóns­ ætlanini og vónandi finna vit eisini eina semju um fiski­vinnunýskipanina, sigur hon. Hon er avklárað við, at politiska karrieran kann enda líka skjótt, sum hon byrj­aði. – Eg varð vald í 2008, hóast eg ikki roknaði við tí, og eg veit, at eg kann missa sessin aftur brádliga, men soleiðis eru treytirnar, og tær góðtaki eg. Eg royni at gera tað so gott, sum eg kann, og at gera mítt til, at vit fáa eitt betri samfelag, sigur Bjørt Samuelsen. UNDIR FÝRA EYGUM Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? – Tað eru tveir sangir, sum eg havi sungið nógv fyri mínum børnum – bæði tá ið tey hava verið í móðurlívi, og tá ið tey vóru smá. Tað eru sangurin um Hákunardrong hjá Anker Eli Petersen og Terja Rasmussen og serliga sangurin Morgun hjá Martini Joensen, sum hevur sterkan lívsvísdóm. Hvat heldur tú um løgmann? – Aksel V. Johannesen er ein politikari, sum eg havi álit á og virðing fyri. Hann er í einari avbjóðandi støðu, men er ein góður politikari, sum mær dámar væl bæði politiskt og persónliga. Kvinnur fingið nógv størri leiklut Ein av høvuðsorsøkunum til, at Bjørt Samuelsen stillaði upp í 2008 var, at tað vóru so fáar kvinnur í politikki. Síðani tá er talið vaksið, og leikluturin hjá kvinnunum í politiska um­ hvørvinum styrktur. – Tað tekur tíð at broyta ting, men eg haldi, at vit hava veruliga flutt okkum rætta vegin seinnu árini. Fleiri kvinnur sita nú í løgtingi og landsstýri, og eg má siga, at eg hugsi ikki so nógv um,hvørt tað eru menn ella kvinnur, sum eg samstarvi við. Tað er eitt tekin um, at vit eru komin víð­ari. – Eg eri eisini partur av einum flokki, har kvinn­ur­ nar hava ein týðandi leiklut. Onkuntíð hava vit verið í meiriluta í løgtinginum, og flokkurin hevur eisini gjørt eina samtykt um, at tað skal verða javnstøða millum kyn­ ini í landsstýrinum. – Tað hevur stóran týdn­ ing at fáa størri javnstøðu í vinnulívinum og millum borgarar annars. Ikki bara javnstøðu millum kynini, men javnbjóðis rættindi til allar borgarar í landinum, sigur Bjørt Samuelsen. UM BJØRT SAMUELSEN 52 ára gamla Bjørt Samuelsen er útbúgvin journalistur og matvøruverkfrøðingur. Hon er búsitandi í Havn og er gift Peter Skou Østergård – tey eiga tvey børn. Bjørt var fyrstu ferð vald í løgtingið á valinum í 2008 og hevur umboðað Tjóðveldi í løgtingi ella landsstýri síðani. Eitt skifti i 2008 var hon landsstýriskvinna í vinnu- samferðslu- og javnstøðumálum. Bjørt er einasta kvinna, sum er fastur limur í Vinnunevndini hjá løgtinginum. – Um flokkarnir ikki taka seg saman og forða fyri, at hetta heldur fram, so verða ongar sterkar ideologiir og einki grundarlag undir flokkunum eftir um stutta tíð, heldur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna Mynd: Álvur Haraldsen