mánadagur 24. apríl 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Saman við Tórshavn Mara
thon skipar Krabbameins
felagið fyri Gongu½maraton
hin 3. juni í 2017. Tey, sum
luttaka, stuðla samstundis
arbeiðnum
hjá
Krabba
meinsfelagnum.
Hetta verður 15. ferðin, at
skipað verður fyri Tórshavn
Marathon.
– Í ár eins og tvey tey
undanfarnu árini ber til at
ganga ½ maraton, og hetta
verður gjørt í samstarvi við
okkum, sigur Krabbameins
felagið.
Stór undirtøka
Lagt verður aftrat, at sein
astu tvey árini hevur verið
fullteknað, og tí er ikki at
bíða ov leingi við at tekna
teg.
– Teknar tú teg í seinasta
lagi 30. apríl, er kostnaðurin
300 krónur. Av hesum fara
100 krónur beinleiðis til
Krabbameinsfelagið.
Eftir 30. apríl hækkar
kostnaðurin,
og
tilmeld
ingarfreistin
er
annars
hósdagin 1. juni klokkan 18.
Krabbameinsfelagið vísir
á, at øll, sum klára at ganga
21 kilometrar, kunnu tekna
seg til Gongu½maraton.
Ymiskir bólkar
Um
heimasíðuna
hjá
Krabbameinsfelagnum
-
www.krabbamein.fo
-
verður neyvt víst á, hvørjir
bólkarnir eru, sum kappast
verður í, og her verður eisini
víst á, hvør kostnaðurin fyri
luttøku er, eins og kunning
er um, hvussu tú kanst
tilmelda teg og gjalda fyri
luttøku.
– Øll, sum klára at ganga 21 kilometrar, kunnu tekna seg til
Gongu½maraton, sigur Krabbameinsfelagið
Tórshavnar Marathon fyri 15. ferð
MATARSKIPAN: Eftir tilmæli frá leiðsluni á dagstovninum
Mýrifípuni hevur sosiala nevnd hjá Tvøroyrar kommunu samtykt
eina nýggja matarskipan fyri stovnin. Skipanin, sum er ein
royndarskipan, merkir, at børnini bert skulu hava matpakka við
tríggjar dagar um vikuna. Hinar báðar dagarnar verður matur
gjørdur til børnini á Mýrifípuni.
– Stuttligt at síggja,
hvussu nógv tit gera fyri
bygdina og oynna, sigur
ein viðmerkjari
Í samband við Umhvørvis
vikuna
í
Tórshavnar
kommunu,
varð
eisini
skipað fyri ruddingardegi í
Nólsoy, har ein fittur part
ur av bygdarfólkinum var
við í ruddingini.
Men, áðrenn farið varð
at rudda, var felags morg
unmatur og hugni í Roynd
arhúsinum, har fólk høvdu
ymiskt við sær sjálvi, og her
var ríkiligt at mati til øll.
– Uppmøtingin var fan
tastisk, og nógv kom burtur
úr. Vit høvdu ein góðan og
hugnaligan ruddingardag.
Tað er niðurstøðan hjá
teimum, sum vóru við í
ruddingardegnum og sum
hava gjørt viðmerkingar
á Facebook-síðuni, Nólsoy
Nú & Tá.
– Sum tit eru røsk.
Stuttligt at síggja, hvussu
nógv tit gera fyri bygdina
og oynna, sigur ein við
merkjari, ið hevur lagt til
merkis stóra innsatsin hjá
nólsoyingum Umhvørvis
vikuni.
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin 27. apríl
klokkan 19 verður alment
tiltak á Giljanesi um, hvussu
øll í felag kunnu styrkja
felagsskapin í Vágum
Djóra
dagur
savnar
nógv
fólk í Hovi
Hin 6. mai frá klokkan
14-19 verður skipað
fyri Djóradegi í Hovi.
Hetta er ein afturvendandi
og sera væl umtóktur
dagur, sum savnar
nógv fólk í bygdini.
Á Djóradegnum,
sum Suðuroyar
Hestafelag skipar fyri,
verður ponyríðing,
koyring í hestavogni,
djóraframsýning
og hoppiborgir.
Djóraframsýningin
verður í skúlagarðinum í
Hovi og inni í skúlanum,
og her verður roynt at
savnað so nógv djór úr
Suðuroy sum gjørligt.
Fólk, sum hava hug at
vísa sítt kelidjór fram,
kunnu seta seg í samband
við fyrireikararnar.
Á Djóradegnum í Hovi
verður eisini høvi at
keypa sær ís, candyfloss,
poppkorn, sodavatn,
te, kaffi, lagkaku og
vaflur í skúlanum, og
skúlagarðinum verða
pylsur og lambskjøt grillað.
vilmund@sosialurin.fo
Stóðu saman um at rudda bygdina