Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 Vilmund Jacobsen Talan er um heimsins størstu fiski- og sjógætismessu, og føroyski básurin liggur sera væl fyri í høll 5, har flest øll vitjandi koma framvið. Føroysku fyritøkurnar, sum luttaka á landabásinum, eru Bakkafrost, JFK, North Pelagic, Pelagos, Hiddenfjord, Fiskavirkið, Varðin Pelagic, Landshandilin og Rainbow Seafood. Á messuni fer Sendi­stova Føroya saman við um­boðs­ stovuni hjá Norður­noregi í Brússel at seta sjóneykuna á mat úr norðurhøvum á ES- marknaðinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoy­dal, luttekur á tiltakin­ um, sum ber heitið ”Seafood from the High North - su­ staining and enhancing the EU market”. Høgni Hoydal fer at hava eina innleiðandi framløgu um føroyskar royndir og ætlanir á fiskivinnuøkinum, eins og norski ráðharrin í ES og EBS málum, Frank Bakke- Jensen, eisini fer at hava eina framløgu. Føroyar og Norðurnoreg eru millum stóru útflyt­ ararnar av fiskavørum til ES. – Tiltakið er eitt høvi hjá umboðum úr fiskivinnuni at kunna seg um og greiða frá egnum royndum á ES marknaðinum. Hvussu sær støðan út í dag? Hvørjar broytingar og avbjóðingar eru fyri framman? Og hvussu eru framtíðar útlitini fyri menning av vøruframleiðslu og útflutningi til ES markn­ aðin? Vinnuhúsið, sum er kelda til hesa grein, veit at siga, at ein nýggj kanning hjá ES- nevndini um vanar og krøv hjá brúkarum í ES londum til mat úr sjónum verður løgd fram í Brússel, og eisini fer Bernhard Friess, stjóri í fiskivinnuumsitingini hjá ES-nevndini, at greiða frá, hvussu marknaðar­viður­ skifti verða skipað í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum, saman við umboðum úr fiskivinnuni, í bæði Norðurnoregi og ES, fara at viðgera spurningar um møguleikar og avbjóð­ ingar við at menna og styrkja ES-marknaðin fyri fiska­ vørum. Tiltakið endar við, at luttakararnir fáa forkunn­ ugar brellbitar úr Føroyum og Noregi, og borðreitt verð­ ur eitt nú við við føroyskum makreli og tara, umframt at høvi verður at royna øl frá Føroya Bjór og Okkara. Vilmund Jacobsen Í síðstu viku landaði Trónd­ ur í Gøtu 1000 tonsum av svartkjafti á Tvøroyri. Støddin á fiskinum lá millum 24-27 sentimetrar, og vektin millum 100 og 110 gramm, sum er brúkilig stødd, tó nakað smátt. Enn er surimivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri ikki klárt at taka ímóti fiski til surimi­fram­ leiðslu, men virkið fær fram­leitt aðrar vørur til matna. Størsti svartkjafturin, sum Tróndur í Gøtu kom við, verður skorin til flak á virkinum, miðalstøddin verður heilfryst - og tað smæsta verður eisini heil­ fryst, men tað fer til minka­ fóður. Á heimasíðuni hjá Varð­ anum Pelagic verður víst á, at surimideildini á virk­ inum ger ymiskar roynd­ ir við fiskinum, so tey eru væl brynjaði at byrja fram­ leiðsluna, tá hon verður klár. Surimideildin ger ymiskar royndir úr svartkjafti, so tey eru væl brynjað, tá klárt verður at framleiða surimi HÁLKA: Tað hevur verið hált at koyra í morgun, og einir 10 bilar hava staðið fastir á Høgareyni. Fólk eiga at vera varin í ferðsluni, men veðrið er ikki so ringt, at Landsverk mælir fólki frá at koyra Soleiðis gongur í fiskiskapi Flestu partrolarar eru til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin er smáligur, eins og hann hevur verið tað leingi. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Trý partrolarapør fiska gulllaks, og tað fara tey væntandi at gera teir næstu mánaðirnar. Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at ein er farin at partrola eftir upsa, og ein fiskar blálongu og stinglaks. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja, men onkur loysir ætlandi í næstum. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, og teir loysa aftur, tá veðurútlitini batna. Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni. Í seinastu hevur svartkalvafiskiskapurin við gørnum verið brúkiligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku. Væntandi landa tvey ísfiskalínuskip undan Íslandi hesa vikuna. Tey hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Eitt triðja línuskip fiskar í íslendskum sjógvi, men teir eru nýliga byrjaði og koma neyvan heim at landa hesa vikuna. Lagt verður aftrat, at eitt frystulínuskip er ávegis til lands við fiski, og tvey onnur eru nýliga byrjaði nýggjan túr, eitt undir Føroyum og eitt undir Ísland. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Tey koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni, tá streymurin verður rættiliga harður. Harði streymurin, sum henda vikan gongur og ivasama veðrið gera, at lítil vón er um nakran serligan útróður hesa vikuna. vilmund@sosialur Skera nú flak úr svartkjafti Í morgin 25. apríl byrjar árliga messan - Seafood Expo Global í Brússel - og aftur í ár eru føroyskar fyritøkur umboðaðar á føroyskum landabási Føroysk luttøka á fiski-og sjógætis messu í Brússel Parkeringsøkið sunnan fyri Skúlan við Streymin er liðugt. Niðara helvt er parkeringsøkið, og ovara er til skúlabuss. Skeltið - "kyss og koyr" - hevur sama týdning sum eitt skelti við “av og á” skipan Svartkjaftur verður nú skorin til matna á Tvøroyri