Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BETRI Hallur av Rana Fyri triðju ferð seinastu tvey árini hevur Ognarfelag Tryggingar­tak­ aranna fingið ein nýggja formann. Tað gjørdist greitt fríggjadagin, tá aðalfundur var í Umboðsráðnum. Nýggi formaður er 50 ára gamli Birgir Nielsen, ið tekur við eftir Arna D. Brattaberg, ið hevur verið formaður seinasta árið. eftir at hann koppaði Gunnar í Liða í ein­ um valdsstríði, ið fylti nógv í før­ oysku fjølmiðlunum tá. Tað er ikki heilt óvæntað, at slíkt stríð fangar áhugan hjá fjøl­ miðlunum, tá nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna er sama nevnd, ið mannar nevndina í partafelagnum Betri, sum ið er móður­felag hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Talan er nevniliga um ein av avgjørt tyngstu og valdsmiklastu álitissessum í føroyska vinnulívin­ um. Hesaferð tykist tó alt at hava gingið friðarligt fyri seg, tá Birgir Nielsen fríggjadagin varð valdur at røkja tunga sessin. Kendar gøtur Hóast tað neyvan munnu vera nógvir føroyingar, ið kennast við navnið hjá nýggja formanninum í peningasterka felagnum, ið umsitur pensjónir, bankaviðurskiftir og tryggingar hjá túsundtals av før­oyingum, so er talan um ein mann, ið hevur drúgvar royndir innan bankaverðina og føroyska vinnulívið. Yrkisleiðin hjá Birgir Nielsen byrjaði í Føroya Banka fyrst í níti­ ár­unum, har hann lærdi til banka­ mann, áðrenn leiðin gekk sum hjá so mongum øðrum ungum til Danmarkar, har hann fór undir lesnað á Copenhagen Business School. Eftir fimm ár í Danmark fekk hann prógv sum Cand.merc.fir, og eftir lokna lestur í 1997 fekk hann boðið starv í táverandi Føroya Sparikassi, kappingarneytanum hjá sínum gamla arbeiðsplássi. – Eg var í Eik banka í tólv ár. Fyrsta árið arbeiddi eg sum fulltrúi í kredittdeildini, men fór síðan yvir á vinnulívsdeildina, har eg arbeiddi í ellivu ár, harav fýra ár sum leiðari á deildini, greiðir Birgir Nielsen frá. Tá ið Eik banki fór av knóranum í 2010, hevði Birgir Nielsen longu sagt farvæl við bankan eitt ár frammanundan. Tíðin var komin at royna nýggjar leiðir, og førdi tað hann víða um næstu fimm árini. – Eg var m.a. tvey ár á Voda­fone, har eg røkti starvið sum vinnu­ lívsleiðari, eitt ár virkaði eg sum fíggjarligur ráðgevi fyri Krúnborg, og eitt skifti starvaðist eg sum fíggjar- og umsitingarleiðari hjá Selmar Nielsen Arkitektur, greiðir Birgir Nielsen frá. – Dreymurin hevur tó altíð verið at havt mína egnu fyritøku, og gjørdist dreymurin veruleiki fyri trimum árum síðan, tá eg setti á stovn vinnuliga ráð­gev­ingar­ fyritøkuna Nira, ið veitir ráðgeving innan keyp og sølu av fyritøkum, vinnu- og leiðsluráðgeving og ym­ iskt annað. Einki stríð Nývaldi nevndarformaðurin var heldur ikki heilt ókendur í nevnd­ ar­arbeiðinum, tá hann fríggja­dag­in varð valdur til formann í nevndini hjá Ognarfelag Trygg­ingar­takar­ anna og harvið eisini Betri P/F. Frammanundan hevði hann longu sitið eitt skeið sum nevndarlimur, umframt at hann hevur sitið í Umboðsráðnum síðan 2012. Tað er eingin loyna, at seinastu árini hevur nevndararbeiðið og serliga nevndarvalið í Ognarfelag Tryggingartakaranna mangan verið merkt av valdsstríði, men nývaldi formaðurin vissar fyri, at einki stríð var um nevndarvalið hesaferð. – Eg kenni sjálvur einki til nakað órógv í nevndini ta tíð, eg havi verið her. Tvørturímóti hava vit havt eitt fyrimyndarligt samstarv í nevndini. Eg gjørdi eisini framman­ undan greitt, at eg ynskti bara vera nevndarformaður, um eg hevði stuðul frá meirilutanum. Tað hevði eg, so einki lutakast skuldi til. Alt gekk fyri seg í frið og náðum, sigur Birgir Nielsen. Tann góða søgan Eitt annað mál, ið hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum sein­astu tíðina, er skattamálið. Nevndar­ formaðurin er skjótur at ásanna, at nógv negativ umrøða hevur verið um samtakið seinasta árið í samband við skattamálið, men er tað nakað, ið hann ynskir at broyta. – Síðsta árið hevur felagið fing­ ið ómetaliga nógva negativa um­ talu. Nógv fokus hevur verið á samtakinum, og vit eiga at tola kritikk, men eg haldi ikki, at allur kritikkurin hevur verið rættur. Vit hava lagt skattamálið afturum okkum, vit hava valt ikki at kæra tað og gera ikki fleiri viðmerkingar til tað, sigur Birgir Nielsen. Í staðin ynskir nevndarfor­mað­ urin at brúka orkuna upp á at varpa ljós á tær góðu søgurnar. – Vit eru júst kosin besti banki í danska kongaríkinum í eini kann­ ing hjá Børsen. Tað eri eg sum nevndarformaður glaður og errin av, og staðfestir, at vit hava eitt sterkt og trygt fíggjarligt samtak. Tær broytingar, ið fráfarandi nevnd setti í kortið í fjør, eru førdar út í lívið, og samtakið koyrir nú sum ein eind. Her er eitt fíggjarligt samtak, har kundin hevur eina hurð inn og fær bjóða okkara tænastur, ið umfatar alt frá fígging, pensjón, bankatænastur og húsamekling sigur Birgir Nielsen og heldur fram. – Harumframt hava vit eitt úrslit á smáar 200 milliónir krónur og eina eginogn á 2,8 milliardir krónur. Tað er ein góð søga, ið eigur at koma betri fram enn higartil. Vit hava verið ov defensiv síðsta árið. Sterk nevnd Seinastu tíðina hava atfinn­ing­ ar­nar verið frammi um, at gomlu nevndirnar ikki hava havt neyðugu førleikarnar at standa á odda fyri einum so sterkum felag í føroyska samfelagnum, ið hevur eina bein­ leiðis ávirkan í lívið hjá flest øllum føroyingum. Birgir Nielsen metir tó, at við nýggja samansetingin av nevndini, er hon munandi sterkari enn hon áður hevur verið. – Umboðsráðið valdi á aðal­ fundinum at fylgja til­nevningini hjá Tilnevningar­bólkinum í tveim­ um av trimum førum, umframt at Arni D. Brattaberg, fyrrverandi nevndarformaðurin, varð aftur­ valdur í nevndini, sigur Birgir Niel­ sen og heldur á. – Saman við teimum nývaldu nevndarliminum, Teitur Poulsen og Gunn Danielsen, meti eg, at vit hava eina nevndarsamanseting við fakligum sterkum fólkum, og fólk­um við drúgvum royndum úr føroyska vinnulívinum. Saman­ setingini av hesum báðum ger, at tað samlað sæð er ein sterk nevnd, sigur Birgir Nielsen. Nevndin hevur ovasti ábyrgd Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, er tó ikki heilt tryggur við bygnaðin í samtakinum, og hevur lagt eitt uppskot fyri ting, ið m.a. hevur til endamáls at gera broytingar í bygnaðinum, minka um valdið hjá einstakum persónum við at avmarka persónssamanfalli í feløgunum í samtakinum, og tryggja føroyska samfelagnum móti møguligum neiligum avleið­ ing­um, um so er, at partar av sam­ takinum fáa fíggjarligar trupul­ leikar, við at gera ein greiðari skilna millum bankavirksemi og trygg­ ingarvirksemi. Nýggi nevndarformaður ynsk­ir ikki at gera nakra bein­ leið­is viðmerking til lógar­upp­ skotið, tí arbeitt verður enn við hoyringarsvarinum til lógarupp­ skotið, men Birgir Nielsen heldur tó, at talan er um eina misskiljing, tá sagt verður, at forstjórin í sam­ takinum hevur ov stórt vald. – Tað er altíð nevndin, ið situr við ovasti ábyrgd. Tað er ein for­ stjóri, men hann stendur til ábyrgd fyri nevndini, ið aftur stendur til svars fyri aðalfundin og trygg­ ingartakararnar, sigur Birgir Nie­ lsen, og leggur harafturat. – Tað er gott at hava ein sterkan stjóra, men tað er sanniliga eisini týdningarmikið at hava eina sterka nevnd. Hetta valið hevur víst, at vit hava fingið góðar førleikar í nevndini, og vit seta alstóran dent á, at vit vera ein virkin nevnd, ið fer at halda eitt vakið eyga við leiðsl­ uni. Harumframt vísir nevndarfor­ maðurin á, at samtakið er undirlagt reglar, ið eru munandi herdar sein­ astu árini. – Vit eru undirløgd strangar lógir frá danska fíggjareftirlitinum og føroyska tryggingareftirlitinum. Bara seinastu árini er eftirlitið mun­andi hert, og føroyingar kunnu vera vísir í, at vit fylgja teimum øll­ um, sigur Birgir Nielsen. hallur@sosialurin.fo - Eg gjørdi frammanundan greitt, at eg ynskti bara vera nevndarformaður, um eg hevði stuðul frá meirilutanum. Tað hevði eg, so einki lutakast skuldi til. Alt gekk fyri seg í frið og náðum. Tað sigur Birgir Nielsen, sum fríggjadagin varð valdur til nýggjan formann í Ognarfelag Tryggingartakaranna og Betri P/F BIRGIR SKAL L BETRI-SAMTA Tað er gott at hava ein sterkan stjóra, men tað er sanni­liga eisini týdningar­mikið at hava eina sterka nevnd