mánadagur 24. apríl 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SONNI HAVT
MALARIA Í 30 ÁR
ALTJÓÐA MALARIADAGUR
Danjal av Rana
Mýggjabitin, sum ber malaria
sjúkuna finst ikki her á okkara
leiðum, men kortini eru fleiri
føroyingar,
sum
hava
fingið
sjúkuna. Hetta eru fyrst og fremst
føroyingar, sum hava verið í
malariaraktum økjum í longri tíð í
arbeiðsørindum.
Ein teirra er Sonni Poulsen av
Sandi, sum nú í nærum eitt hálvt lív
hevur virkað sum trúboðari. Hann
fór úr Føroyum í januar 1980 á skúla
hjá trúboðarafelagsskapinum New
Tribes Mission í Onglandi og í 1985
lá leiðin til Ný Guinea.
– Tað var rættiliga skjótt eftir
at vit koma hagar, at eg varð
smittaður av malaria. Hetta var tó
ikki tað vandamikla slagið og har
niðri kalla trúboðararnir tað fyri
eitt tropiskt forkølilsi, greiðir hann
frá.
Hann greiðir frá, at fyrstu árini
í Ný Guinea búðu tey í einum økið,
sum var illa fongt við malaria,
og tí var tað alla tíðina mest ein
spurningurin um nær, og ikki um,
tey fóru at fáa sjúkuna.
– Vit høvdu sjálvandi fingið eitt
slag av fyribyrgjandi heilivági, men
sum eg skilji á lagnum, so er hann
ikki 100 prosent tryggur, sigur
Sonni Poulsen.
Eftir øllum at døma er sera
ymiskt, hvussu sjúkan rakar, tí
kona Sonna, Julie Poulsen, gjørdist
ikki sjúk av malaria fyrr enn tey
høvdu verið í økinum í átta ár.
– Men tá hon fyrst einaferð hevði
fingið tað, so komu herðindini aftur
og aftur, greiðir Sonni Poulsen frá.
Tó at Sonni Poulsen og hinir
trúboðararnir kundu skemta eitt
sindur við sjúkuni og kalla hana
eitt forkølilsi, so skiltu teir eisini
álvaran av henni.
– Malariasjúkan er ikki at spæla
við. Eg havi møtt fólki, sum hava
fingið deyðiliga slagið, sum setir seg
á heilan. Tey blíva heilt hjálparleys,
sigur hann.
– Á ein hátt vóru vit tó glað fyri,
at vit gjørdust sjúk. Hetta var eitt
høvi at vísa teimum innføddu, at
hvíti maðurin ikki var annarleiðis
enn tey, at eisini hann kundi blíva
sjúkur. Tey høvdu annars lyndi til
at halda, at vit vóru eitt annað slag
av menniskjum, eitt sindur klókari,
raskari, ríkari og sterkari en tey,
sigur Sonni Poulsen.
Sonni Poulsen sigur, at tey bæði
ringastu herðindini av malaria,
hann hevur upplivað, komu bæði
í Føroyum.
– Eg minnist serliga ta einu
ferðina. Eg var á vitjan hjá einum
øðrum trúboðaraparið her í Før
oyum og sum eg sat í stovuni,
byrjaði eg at kólna. Hóast tað var
heitt og fjálgt í stovuni, so skalv
eg sum eitt bókablað. Vertirnir
royndu at leggja teppir um meg og
hita meg, men einki hjálpti, greiðir
hann frá.
Hann sigur, at hann annars
plagar at vita, nær eitt útbrot av
sjúkuni er á veg. Sjúkan virkar
soleiðis, at snultidjórini ferðast
niður í livruna og so brýtir sjúkan
út við jøvnum millumbilum.
– Eg plagi at liggja og veltast
í songini um náttina og fái ofta
marruna. Tá veit eg, at okkurt er á
veg. Eg fái pínu í nakkan og ryggin
og tá er tað greitt fyri mær, at talan
er um malaria. Inni í ættarbólkinum
høvdu vit ikki altíð møguleikan at
Sonni og Julie Poulsen hava starvaðust sum trúboðarar í Papua Ný Guinea frá 1985 til 2006
Tropiska forkølilsi er ein partur av gerandisdegnum hjá teimum, ið búgva í tropisku londunum.
Tó at sjúkan er deyðilig, so er tað tey fæstu, sum kortini doyggja av henni