Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 Umframt at vera flaggdagur er 25. apríl eisini altjóða malariadagur. Malaria verð­ur vanliga roknað sum ein av teimum trimum stóru ígerðarsjúkunum, saman við HIV/ Aids og tuberklum. Malaria er ein ígerðar­sjúka, sum spreiðist av snulti­dýrum. Tað er hon­mýggja­bitin, sum spreiðir snultidjórini, tá hon sting­ur teg. Sjúkan finst ein­ans í tropunum og sub-trop­un­um. Malaria finst í 100 lond­um og mett er, at umleið helvtin av heimsins íbúgv­um eru í vanda fyri at fáa malaria. Í 2015 gjørdust umleð 212 milliónir fólk sjúk av malaria og okkurt um 429.000 fólk doyðu av sjúkuni. Av teimum vóru 70 prosent, 300.000, børn undir fimm ár. 90 prosent av teimum, sum doyggja av malaria, búgva í Afrika. Tey góðu tíðindini eru, at stríðið móti malaria virk­ar. Síðani 2010 er deyðs­títtleikin millum malaria­rakt mink­aður við 29 pro­ sentum í øllum aldurs­bólkum og við 35 prosentum millum børn undir 5 ár. Tað eru serliga tríggjar or­søkir til, at talið av deyð­um minkar. Eitt er ein størri nýtsla av mýggja­ bita­netum, eitt annað er ein her­ ferð móti mýggjabitunum, með­ an tað triðja er betri viðgerð fyri sjúkuna. Íløgurnar í at royna at basa sjúkuni eru vaksnar tíggju­ fold seinastu árini. Eitur verður sprænt á mýggja­ bita­netini, eins og inni í húsunum í raktu økj­unum og vísir hetta seg at virka sera væl. Avbjóðingin er, at tek­in eru um, at sjúkan er um at gerast mót­ støðu­før móti verandi viðgerðar­ hættum. Tí vísa altjóða hjálpar­ fe­lagsskapir enn á vandan av malaria og tørvin á at geva pening til stríðið móti sjúkuni. Tað eru ikki meiri enn stórt 100 ár síðani, at sjúkan var vanlig á okkara leiðum. Vesturevropa basti henni miðskeiðis í 1930’unum, með­an seinasta føri av malaria í USA var í 1951. Vónirnar eru tí góð­ar um, at tað skal bera til at basa sjúkuni eisini í teimum tropisku og harðast raktu londunum. ALTJÓÐA MALARIADAGUR VIT VINNA STRÍÐIÐ Reyðu londini í tropunum eru tey, har vandin fyri at fáa malaria er størstur Seingjarnet, sprænd við eituri, er tað átakið, sum hevur gjørt mest mun í stríðnum móti malaria Mýggja­ bitin drepur Tað eru fýra ymisk sløg av malaria. Plasmodium falcip­ar­um, plasmodium vivax, plas­modium ovale og plas­modium malariae. Av hesum er p. falcip­arum tann vanda­miklasta, og kann hon elva til deyða, um ein ikki fær viðgerð. Vandin at fáa p. falciporum er størstur í Afrika sunnan fyri Sahara, í Kambodsja, í Laos, í Vjetnam, í Burma og í pørtum av Teilandi og India. Sjúkueyðkenni Sjúkueyðkennini koma vanliga eina viku til 14 dagar eftir, at tú ert stungin av mýggjabitanum, men tað kunnu ganga heilt upp í tríggjar mánaðir. Høvuðseyðkennini eru fep­ur og versnaður almennur heilsu­ standur, ofta saman við høvuð­ pínu, pínu í liðunum, í búkinum, ringum matarlysti, spýggju og leysum lívi. Ofta fær ein reglulig fepurherðindi, við stkjótari øk­ing í hita, skjálvta og kenslu av kulda. Plamodium falciparum er mett at vera vandamiklast, tí at hon kann raka heilan og onnur yrkisgøgn. Hvussu verjir tú teg Fyrst og fremst er at royna at verja seg móti at verða stungin. Mýggjabitin er serliga virkin, tá myrkt er, so um kvøldið og tí­ ðliga um morgunin má ein ansa sær væl. Ljós lokkar mýggja­bit­an til sín, so lat hurð­ar og vind­eygu aftur, áðrenn ljósið verður tendrað um kvøldið. Umframt hesi ráð er gott at lata seg í klæði, ið fjala so nógv av naknari húð sum gjørligt. Tað vil siga klæði við longum ørmum og brókum, hosur og skógvar og okkurt á høvdið. Harumframt eigur ein at brúka okkurt slag av olju ella sprei, ið kann halda mýggjabitunum burtur. Tað er eisini klókt at hava net rundan um seingina. Tað finnast tablettir, sum kunnu verja tey móti sjúkuni, men sannleikin er, at tær ikki veita fylla trygd. Tær verja teg heldur ikki móti at gerast smitt­aður, men eru eitt slag av viðgerð, um tú skuldi verið bitin. Hesin drepur nærum 500.000 fólk um árið og ger 212 milliónir menniskju sjúk kanna, júst hvat bagdi, so vit máttu gita eitt sindur. So tá vit mettu, at talan var um malaria, tóku vit ofta nakað meiri av fyribyrgjandi heilivágnum, og tað vísti seg ofta at hjálpa. Trupulleikin við hesum er sjálvandi, at tá er vandi fyri, at sjúkan gerst mótstøðufør móti heili­vágnum, greiðir hann frá. Eitt annað, sum vísir seg at rigga heilt væl, er at sleppa sær úr malariarakta økinum. – Nú hava vit verið í USA og Onglandi í nøkur ár og herðindini hjá okkum gerast færri og færri. Hendan jaliga broytingin hendi longu í 2002, tá vit fluttu úr økinum, vit livdu í, sum varð illa fongt av malaria, og inn í ein annan ættarbólk inni á meginlandinum, eitt sindur longri up í fjøllunum. Har vóru eingir mýggjabitar og tí kundi lekingin taka dik á seg har, sigur Sonni Poulsen. danjal@sosialurin.fo Papua Ný Guinea er gula landið á myndini, norðan fyri Avstralia