mánadagur 24. apríl 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LÝSINGARTORGIÐ
Arbeiði
Uttandura málaraarbeiði verður
gjørt
Uttandura málaraarbeiði verður
gjørt.
Ring 517704 Herman Dam
517704
B.H.C smíð Timbur og
snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til
ábøtur? Vit átaka okkum alt
timburarbeiði, vit garantera
dygdarsmíð, skjótt og til ein
rímiligan kostnað. Royn okkum!
B.H.C smíð
tlf. 218991
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir
mánakvøldið 24. apríl2017 kl.
19. Øll hjartaliga vælkomin.
EB-Streymur
Býli í Føroyum
Garaga á Argjum til leigu.
27 m2 garaga til leigu á
Argjaboða 1500 kr/mð.
287580/317580/517580
Húsarhaldstól
LEIGA HVÍTVØRUR VIÐ
KEYPSRÆTTI
VASKIMASKINUR,TURKITRUMLU
R,UPPVASKIMASKINUR,KOMFÝR
AR OG VASKI/TURKIMASKINUR
.EINKI DEPOSITUM ÓKEYPIS
ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ SÍ
MEGNA.FO
Megna v/ Guttorm Mortense tlf
251160
NØVN
Jóannes S.
Hansen 70 ár
Í dag, mánadagin 24. apríl,
verður Jóannes Símunar
son Hansen í Saltangará
70 ár. Jóannes var í nógv ár
bankamaður, og mong kom
ast við hann frá listarliga
pallinum, har hann hevur
gjørt vart við seg bæði við
penslinum og innan sang
og tónleik.
Vøggan stóð á Toftum.
Mamman er Karla fødd
Joensen og ættað úti á Lið
í Sørvági. Pápin var Símun
Hansen ættaður úr Túni
á Toftum. Tá ið Jóannes
varð føddur, búðu tey inni
hjá ommuni og abbanum,
Sannu og Andriasi Hansen
í Túni.
Símun var vinnulívs
maður, og harafturat var
hann fyrsti leiðarin í deild
ini hjá Føroya Banka í Runa
vík. Jóannes var trý ára
gamalur, tá ið tey fluttu í
húsini í Runavík, sum eisini
hýstu Føroya Banka. Í 1960
fluttu tey í húsini, sum
Karla og Símun høvdu latið
byggjað úti á Mýrunum.
Karla og Símun fingu
seks børn: Jóannes (1947),
Sanna (1951), Andreas (1955-
1958), Kristina (1958-1984),
Andreása (1959) og Kára
(1961). Jóannes, Andreása
og Kára búgva í Saltangará,
og Sanna býr í Rókini í Salt
nesi.
Tað var dyggur smeitur
hjá familjuni, tá ið Símun
doyði av sjúku í 1968 – bara
45 ára gamalur. Jóannes
kendi og hevur síðani kent
stóra ábyrgd fyri mamm
uni og systrunum. Stórir
sjógvar hava fleiri ferðir
skolað omanyvir tey, og tað
hevur styrkt um familju
bandið, sum er ógvuliga
tætt.
Í nógv ár var Jóannes
bankamaður. Seinnu árini
hevur hann verið nógv í
skúlunum í Sunda komm
unu. Tað eru nógv sam
býli í Eysturoy. Í teimum
er Jóannes við til at syrgja
fyri fjølbroytni í gerandis
degnum. Hann undirheld
ur og upplýsir, eitt nú við
at spæla uppá og syngja
saman við búfólkunum og
at lesa fyri teimum og práta
við tey.
Pápanum
og
Louisi
mammubeiggjanum dámdu
væl at royna seg við pensl
inum. Hetta festi eisini í
hjá Jóannesi, sum longu
á ólavsøku í 1966 luttók
í
fyrstu
framsýningini.
Hetta var í auluni í Komm
unuskúlanum í Havn.
Í mong ár hevur Jó
annes undirvíst í máling
í kvøldskúlum í Eysturoy,
og fleiri teirra, sum nú eru
viðurkendir listarmenn og
hava listina sum livibreyð,
royndu seg fyrstu ferð við
lørifti og pensli í kvøldskúla
hjá Jóannesi, sum undir
vísti, uppmuntraði og gav
íblástur og sjálvsálit. Jó
annes hevur ofta luttikið
á framsýningum – bæði
einsamallur og saman við
øðrum, heima og burturi.
Myndatólið hevur altíð
verið partur av útgerðini.
Jóannes man vera tann,
sum í Runavíkar kommunu
hevur tikið flestar myndir
seinastu knappliga seksti
árini. Hetta er framúr íløga
og man ikki minst fara at
vísa seg at vera kærkomið,
nú søgan um kommununa
skal
skrivast,
og
stóra
menningin harvið verður
lýst og eisini dokumenterað
í myndum.
Í 1965 varð Berøa í
Saltangará
bygt.
Longu
frammanundan, at Berøa
varð reist, hevði Jóannes í
fleiri ár verið orgulspælari
í sunnudagsskúlanum í sal
inum á Toftum. Øll árini í
Berøa hevur Jóannes verið
ógvuliga trúfastur í sam
komuni. Hann var sunnu
dagsskúlalærari í mong ár,
og hann hevur verið álitið í
undirspæli til felagssangin
øll árini.
Tá ið jarðarferðir hava
verið
úr
salunum
hjá
brøðrasamkomunum
á
Skála, í Søldarfirði, á Toft
um og í Saltangará hevur
Jóannes sum oftast spælt
undir og verið forsangari á
grøvini. Slíkt er trúfesti.
Tað er einki at liggja
omaná, at tað liggur framúr
væl fyri hjá Jóannesi at
spæla og improvisera á
orglinum og klaverinum.
Hetta megnar hann sum
fáur.
Tey
fyrstu
árini,
eftir at Berøa varð bygt,
hevði Jóannes saman við
øðrum sangkór. Í sjeyti
árunum var hann við í
Miðnáttarsangbólkinum,
sum var til stóra gleði í
Berøa og nógva aðra staðni
kring landið. Tað kemur
framvegis meiri enn so
fyri, at sangir eru av hoyra
av báðum bondunum, sum
Miðnáttarsangbólkurin gav
út.
Fyri nøkrum árum síðani
vórðu tvær fløgur útgivnar
við kendum løgum, sum
Jóannes spælir á klaverið.
Tann fyrra var klassiskum
kristiligum løgum og tann
seinna við jólaløgum.
31. oktober í 1970 giftist
Jóannes Sæunn Ólavsdóttir
Gregersen úr Syðrugøtu.
Hon er dóttir Elin Mariu
og Ólav Gregersen. Sæunn
og Jóannes búðu eitt stutt
skifti í Syðrugøtu, áðrenn
tey fluttu í snøggu húsini
í Saltangará, har tey eiga
hugnaligt heim. Børnini
hjá Sæunn og Jóannesi
eru Símun Jóannesarson
Hansen (1972), Elin Maria
Jóannesardóttir av Reyni
(1978) og Ólavur Jóannesar
son Hansen (1980). Elin
Maria og Ólavur búgva í
høvuðsstaðnum, og Símun
býr í Saltangará.
J
NEYSTAOGN
Í VESTMANNA
TIL SØLU
Vegna Føroya Skiftirætt verður neystaognin matr.
nr. 29e, Vestmanna við hesum lýst til sølu.
Áhugaði kunnu venda sær til.
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85,
110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71,
sigrid@advokatvirkid.fo
www.advokatvirkid.fo
Frá Havnar Handverkarafelag
og Eftirlønargrunni
Havnar Handverkarafelags
Havnar Handverkarafelag
Stoffalág 60 · Box 203 · FO-110 Tórshavn
Aðalfundurin verður
mikudagin 26. apríl 2017 kl. 19.00
í hølum felagsins Stoffalág 60.
Skrá samb. § 21 í lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing frá farna árinum.
3. Roknskapur til góðkenningar.
4. Innkomin mál.
Nevndin mælir til at broyta reglugerðina fyri Bata
5. Val av nevnd.
6. Val av grannskoðara.
7. Ásetan av limagjaldi.
8. Ymiskt.
Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í
Eftirlønargrunninum við hesi skrá:
Skrá samb. § 8 í viðtøkunum:
A. Val av orðstýrara.
B. Frágreiðing frá nevndini um virki
grunnsins í farna ári.
C. Framløga og góðkenning av roknskapi
og fíggjarstøðu.
D. Støða verður tikin til, hvat gerast skal við
møguligt avlop ella hall.
E. Val av nevndarlimum.
F. Val av grannskoðara.
G. Møgulig mál frá nevnd/limum. Nevndin mælir til, at
gera fleiri broytingar í viðtøkunum.
Endamálið við broytingunum er at dagføra
viðtøkurnar soleiðis, at hesar vísa galdandi
viðurskifti. Eisini verður mælt til at gera málsligar
rættingar.
Okkurt verður til matna eftir fundirnar.
Møtið fjølment.
Sí lýsing á www.handverk.fo
Havnar Handverkarafelag
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn
Mánakvøldið kl.20 bønar- og
uppbyggingarmøti.
Øll hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Mikumorgunin 26. apríl kl. 10 –
12 møtast foreldur og børn undir
skúlaaldur.
Mikukvøldið 26. apríl kl. 20: Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Hóskvøldið 27. apríl kl. 20:
Ungdómsmøti.
Hjartaliga vælkomin
Meinigheitshúsið í Havn
Týsdagin, kl. 20, Bíbliutími við Egil
Joensen, Matt. 28, 16-20
Hósdagin, kl. 20, Ungdómsmøti, við
luttøku frá Åbne døre
Sunnudagin, kl. 14, Sunnudagsskúli, kl.
17.30 Bønarløta, kl. 18, Møti
www.meinigheit.fo
KFUK í Havn
Hósdagur 27. apríl kl. 15.00 í KFUK:
Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar.
Hósdagur 27. apríl kl. 19.30 í KFUK:
Silas Olofson sigur frá um Turkaland.
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 26. apríl kl, 19,00 verður
hugnaløta í Losjuni. Á skránni er
upplestur. Tekningarlisti til útferð
við bussi til Viðareiðis 25. mai, liggur
frammi. Seinasta freist at boða
frá og at gjalda fyri útferðina er 19. mai.
NB! Allir pensionistar eru vælkomnir til
fundin.
Losjan í Havn
Tinghúsvegur 18
Fríggjadagin 28. apríl frá kl. 15 til 18
hittast tilkomin og eldri fyri seinastu
ferð í vetur. Byrjað verður aftur í
september.
Tiltøk