Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KONTRAST FM Tróndur Arge Rannvá Djurhuus Carlsson hev­ur verið at kalla einaráðandi í før­oyskum kvinnubadminton í nógv ár eftirhondini. Í fjør var hon ikki við í FM-kappingini vegna fjakk­ing, men í ár var hon við aftur, og hon vann gullið sannførandi. Mót­ støðukvinnan var meistarin frá í fjør, Kristina Eriksen, sum í løtum gav Rannvá skarpan gang, men hóast tað mátti lúta 2-0 fyri Rannvá, sum vann sítt sætta FM-gull í einmansleiki. Hjá monnunum var tað fleir­faldi føroyameistarin, Benja­min Gunnarstein, sum aftur vann før­ oyameistaraheitið. Mót­ støðu­mað­urin í finaluni hesaferð var Magn­us Dal- Christiansen, sum var í FM-finaluni á fyrsta sinni. Hann spældi væl upp ímóti Benjamin, men Benjamin var royndari og tryggari við endan av settunum og vann finaluna 2-0. Nevnast kann, at føroya­ meist­arin í fjør, Bartal Poulsen, ikki var við vegna skaða. Hann hevur trupul­ leikar við hælsinuni, men byrjar so smátt at venja aftur nú hann aftur fer til Danmarkar, har hann býr. Í ár luttók Rannvá Djurhuus Carlsson aftur í FM, og hon gjørdi bart við at vinna gull RANNVÁ FYRI SÆTTU FERÐ Tróndur Arge Henrietta Nielsen, sum er uppvaksin í Fuglafirði, men hevur búð í Horsens í Danmark og í Flensburg í Týsklandi seinastu mongu árini, var á triðja sinni kom­in heim til Føroya at spæla FM í ár. Hinar báðu ferð­irnar hon var heim, í 2011 og 2013, gjørdist hon føroyameistari, og tað gjørdist hon aftur í ár. Hon vann 3-0 í finaluni ímóti Onnu Mikkjalsdóttir. Hetta var ikki einasta hattrikkið hon gjørdi – hon vann nevni­liga eisini FM-gull í tvímansleiki saman við Duritu F. Jensen og FM-gull í blandaðum tvímansleiki saman við Pæturi Albinus. Í mansfinaluni var talan um endurtøku av FM-final­ uni fyri tveimum árum síðan. Har hittust nevniliga Pætur Albinus og Fróði F. Jensen. Pætur Albinus vann ta ferðina, og tað gjørdi hann aftur hesaferð. Dyst­urin var tættur, men tað koppaði til Pætur, sum vann 4-2 og vann sítt annað FM-gull aðruferð hann var í finaluni. Føroyingurin búsitandi í Danmark, Henrietta Nielsen, kom heim til Føroya og vann trý gull HENRIETTA GJØRDI HATTRIKK Tróndur Arge Hjá teimum ungu dystaðust Petur Sigurð á Túgvu úr Sunda Judofelag og Boas Høgne­sen úr Havnar Judo­ felag. Hetta var fyrsta final­ an á degnum, og her var tað tann 14 ára gamli Petur Sigurð á Túgvu, sum vann. Í miðalvekt skuldi Gunnar Magnussen úr Havnar Judo­felag royna seg ímóti Sigurðbjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag. Hóast Sigurð­bjørn er væl eldri og hevur svarta beltið, so megnaði tann ungi Gunnar, sum hevur appilsingult belti, at koppað honum. Gunn­ar vann sær tepran fyrimun, sum hann megnaði at varðveita, og harvið gjørd­ ist hann føroyameistari í miðalvekt. Hjá kvinnunum dystaðust aftur í ár Silja Johannesen úr Sunda Judofelag og Sanna Nolsøe Djurhuus úr Oxford Judo í finaluni, men í ár var tað tann 20 ára gamla Silja Johannesen, sum fór avstað við gullinum. Í opna bólkinum hittust tveir risar úr Sunda Judo­ felagi, nevniliga Petur Sigurð Johannesen og Edvard Jo­ hannesen. Edvard vann sær lítlan fyrimun tíðliga í dystinum, men Petur Sigurð fekk gjørt eitt avgerandi kast, sum syrgdi fyri, at hann aftur er føroyameistari í opna bólkinum. Tað var ein dystur ímillum risar í opna bólkinum, og har var veteranurin Petur Sigurð Johannesen omaná PETUR SIGURÐ VANN AFTUR Henrietta Nielsen var tríggjar ferðir ovast Petur Sigurð Johannesen var omaná (savnsmynd) Rannvá D. Carlsson smasjar seg til enn eitt gull