mánadagur 24. apríl 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Hóast mótbrekkan var óvanliga brøtt, so eydnaðist tað felagsliðnum
hjá suðuroyingum at vinna fulla úrtøku og harvið at taka oddasessin
Jóannes Hansen
Tá ið GÍ og LÍF fyri níggju
árum síðani funnu saman,
og Víkingur varð veruleiki,
festi tað av álvara í longu
fyrsta árið. Felagsliðið vann
steypakappingina, og í lands
kappingini gekk hampuliga
væl. Síðani hevur Víkingur
verið við til at mynda bestu
deildina, og tað sæst á øll
um brøgdum, at Víkingur er
hjartabarnið hjá bæði leir
víkingum og teimum í Gøtu.
Eftir fimm umfør sigur
støðutalvan, at nýggja fe
lagsliðið í Suðuroy er væl
fyri. Suðringar eru topplið.
Í gjár var fyrsta stóra styrk
isroyndin, og felagsliðið stóð
royndina ímóti B36, hóast so
at siga alt talaði ímóti, tá ið
ein lítil tími var farin:
Tvøramaðurin á B36 lið
num,
Patrik
Johannesen,
legði gestirnir við Stórá
framum í fyrra hálvleiki –
ímóti rættiliga fríska lotin
um – og tá ið hann undan lot
inum økti til 2-0, og vindurin
ikki var minkaður, sá støðan
mest sum vónleys út hjá
heimamonnunum.
Skotski venjarin Maurice
Alexander Ross hevur upp á
tær vikurnar, sum hann og
hjálparvenjarin hava verið í
Suðuroy, megnað at saman
sveisa spildurnýggja liðið,
sum í gjár reisti seg úr mest
sum vónleysu støðuni og
vann 3-2 á B36. Tað var ein
fyri allar og allir fyri ein, og
tað sást, at likamliga venj
ingin er í lagi, og at sinniliga
støðan er soleiðis, at teir úr
Vági og av Tvøroyri og alla
aðra staðni frá í oynni eru
sinnaðir at ganga ígjøgnum
eld saman og fyri hvønn
annan.
Jón Krosslá Poulsen var
ein av teimum, sum gekk
undan. Hann minkaði um
munin, tá ið eitt stórt kort
er var farið av seinna hálv
leiki, og hann javnaði við
brotssparki, tá ið tað restaðu
sjey minuttir. Suðringarnir
vóru ikki nøgdir, teir løgdu
óvanliga nógv fyri síðstu
løtuna í royndini at vinna
sigursmálið í vánaligu lík
indunum, og tað eydnaðist.
Miðverjin Poul Ingason, sum
síðstu løtuna var í álopinum,
skoraði sigursmálið.
B36 spælararnir, sum fyrr
í ár hava víst kanska besta
fótbóltsspælið av øllum, og
sum fyrsta lítla tíman tókt
ust fult og heilt at hava tak á
støðuni, sum alt meiri minti
um avgreiðslusøk, vóru fjált
urstungnir og stóðu sum
slignir á nevið, tá ið Ransin
N. Djurhuus bríkslaði fyri
síðstu ferð.
Suðringarnir á og kring
vøllin stórfegnaðust. Hetta
var staðfestingin av, at tað
ber til at rokna við møguleik
anum ímóti øllum hinum, og
eingin ivi man vera um, at
áskoðaratalið næsta sunnu
dag verður kanska tvífaldað,
tá ið NSÍ verður gestur við
Stórá.
– Hugburðurin er fram
úr. Okum líkar ikki longur
at tapa. Í steðginum helt
venjarin eina góða og álv
arsama talu fyri okkum,
og eftir steðgin riggaði tað
hjá okkum. Vit megnaðu at
órógva spælið hjá B36 so
leiðis, sum vit ætlaðu, og
tað vísti seg, at vit høvdu
nógva orku. Hetta kendist
sum serliga søtur sigur, tí
vit vóru jú aftanfyri 2-0 og
høvdu vindin ímóti, men tað
gekk, sigur tvey málaskjúttin
Jón Krosslá Poulsen.
Suðringar hava higartil
vunnið allar tríggjar ferð
irnar á heimavølli. Sunnu
dagin fáa teir vitjan av NSÍ,
og tá ræður um at liva upp
til heimaavrikini higartil –
níggju stig og málmunurin
7-3!
Tað er einki at undrast
á, at lagið var alt annað enn
gott í B36 leguni. Fasittið eft
ir fimm umfør er fýra javn
leikir og eitt tap. Tað skal
leitast aftur til 1992 fyri at
finna kapping, har úrtøkan
hjá B36 hevur verið soltnari
fyrstu fimm umførini. Fyri
einari fjórðingsøld síðani var
úrtøkan eftir fimm umfør
tríggir javnleikir og tvey tap.
Nýggi B36 venjarin Jákup
á Borg er so vónbrotin, at
hann næstan ikki hevur orð
fyri tí:
– Vit vóru frammanfyri
2-0, og arbeiðið var um at
vera liðugt. Vit høvdu møgu
leika at skora triðja málið,
men tað megnaðu vit ikki.
Mótstøðumenninir eiga rós
uppiborið fyri hugburðin,
sum teir vístu, men sæð frá
okkara sjónarmiði skoraðu
teir mest sum burturúr ong
um. Vit skoraðu tvey mál á
útivølli, og tað eigur at vera
nóg mikið. Men vit vóru als
ikki nóg góðir í verjupart
inum í seinna hálvleiki, og
tað er galdandi fyri alt liðið,
staðfestir B36 venjarin.
HB fekk einki úr
risa fyrimuni
Í fimtu royndini eydnaðist
tað NSÍ fyri fyrstu ferð í ár
at vinna fulla úrtøku. Eftir
2-2 í Klaksvík og í Gundadali
ímóti B36 og 1-1 ímóti EB/
Streymi og 1-0 tap ímóti
Víkingi varð HB sent suður
aftur við 1-0 tapi. Klæmint
A. Olsen skoraði málið tíð
liga í fyrra hálvleiki, tá ið
hann við nærra stólpa og
við høvdinum eftir innlegg
úr vinstru frá Árna Frede
riksberg meistarliga stýrdi
bóltin upp um málverjan og
í handara síðunetið.
Dygst undan steðginum
sá vinstri vongverji hjá NSÍ,
Einar Tróndargjógv, bein
leiðis reytt kort. Harvið var
NSÍ undirmannað í meiri
enn ein hálvleik. Kortini
eydnaðist tað at halda tørn
um tepru leiðsluna, hóast
HB stóran part av seinna
hálvleiki søkti at, og tað
vóru nógvar spentar støður
í brotsteiginum frammanfyri
sannførandi Símun Rógva
Hansen í NSÍ málinum.
Stinni NSÍ málverjin er
væl nøgdur:
– Vit løgdu stóran dent á
at verja í seinna hálvleiki. At
tað eydnaðist so væl at halda
tætt og harvið at varðveita
leiðsluna bar við sær, at
hugburðurin
var
framúr
góður, og at talan var um
satt stríðsavrik. Sum tíðin
leið, bar til viðhvørt at fara
í mótálop. Tað lætti um, og
vit eru sera fegnir um, at tað
eydnaðist at vinna øll stigini,
sigur Símun Rógvi Hansen.
Í HB leguni er hýrurin
ikki góður. Tað varð vónað,
at nýggi makedonski álops
spælarin Aleksandar Stan
kov skuldi loysa trupulleik
an, sum HB higartil hevur
havt við at skora mál. Tað
eydnaðist ikki í gjár, tá ið
HB fyri triðju ferð noyddist
av vøllinum uttan at hava
skorað.
– Fyrsta løtan var avger
andi. Áðrenn vit høvdu fót
að okkum, var NSÍ á odda, og
tað kostaði øll stigini, hóast
vit eftir steðgin høvdu bóltin
nógv størsta partin av tíðini,
og hóast vit fýra ella fimm
ferðir spældu okkum í støður,
sum áttu at havt borið mál
við sær, sigur HB venjarin
Sigfríður Clementsen.
Fagerberg er
stórur fongur
Eftir trý tap við samlaða mál
SUÐRINGARNIR
SKULU TAKAST Í
RAMASTA ÁLVARA
Mamuka og Skála hava ikki skorað í 450 minuttir.
Mynd: Sigmar Mørkøre
Hetta er stuttligt! 3 viktig stig
og nú á deildum 4. plássi, tá
vit yvirhálaðu alla tað bleytu
millumvøruna. Liverpool hevði
King Kenny, men vit eiga Kong
Ken! Vónandi fáa skálamenn ikki
gongd á málskjótingina fyrrenn
eftir næsta umfar.
Í fjør vunnu vit B36
við 10 monnum. Í
dag gjørdu vit sama
nummar við hb.
Sterkt pressað!
Har mugu fleiri piparnøtur spýtast
í hatta liðið, áðrenn teir fáa nakað
stig við Løkin!
Góðir! Góðir! Góðir!
Orđ eru fátøk eftir
slíkan søtan sigur!
Stríđast til síđsta
mann. Og stiguni
eru 12 - í kavaroki.
SUÐRINGAR
Vit vóru nógv
betri í dag, men
tað er málini sum
telja. Næka lort,
at misa trý stig
heima.
Saman standa vit
sterk
0-0 er ok á
útivølli men tað
gevur for lítið av
stigum
Koyr á ÍF
Nokkso forbanka
keðiligt at føra við
2 málum fyri síðani
at tapa dystin -
øvøvøv !
Vit koma sterkt aftur !
P.S Eg haldi hattar suðuroyðarlidi
skal slítast sundur aftur – hettar
var ikki gamalt !
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36