Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2004 19 Stórur lætti Eitt stórt vónbrot Stóri spælari í Fugla- firði mikukvøldið var Magni á Lakjuni. Við trimum málum syrgdi veteranurin um nakar fyri, at ÍF aftur komandi kappingarár verður at síggja í 1. deild 1. DEILD Terji Nelsen terji@sosialurin.fo Tað var ein vælnøgdur Magni á Lakjuni, sum stóð og prátaði við erpnu for- eldrini, tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin í Fugla- firði. Magni segði eftir dystin, at tað var ein stórur lætti, nú plássið í 1. deild komandi ár var tryggjað. Málið var yvirliving Magni á Lakjuni sigur, at tað var stórur munur á dyst- inum mikukvøldið á dystinum í Fuglafiriði og tí á Sandoy tveir dagar frammanundan. – Eg spældi ikki sjálvur við á Sandi vegna skaða, men tá eydnaðist tað hjá B71 at fáa tempoið niður í dystinum, so tað hóskaði seg betur til teirra. Í kvøld hildu vit tempoinum allan dystin, og tað sást nokk so væl aftur í seinna hálvleiki, sigur Magni. – Málið undan hesum kappingarárinum var yvir- living og kanska eitt sindur betur, og tað hevði verið eitt bakkast fyri felagið, um vit ryktu niður. Tað eru nógv fólk, sum hava arbeitt hart fyri at fáa spælarar til og halda liðnum uppi, og eg haldi sjálvur, at liðið hjá ÍF er ov gott til at spæla í 2. deild, sigur Magni á Lakjuni. Sjálvur hevur Magni á Lakjuni ikki gjørt av, hvussu verður komandi ár. – Eg veit ikki enn, hvussu tað verður komandi ár. Eg búgvi í Havn, havi familju og triðja barnið er á veg. Fótbólturin fer við nógvari tíð, so eg fari at umhugsa støðuna í vetur, sigur trímálsskjúttin. Liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, var ógvuliga vónbrotin mikukvøldið, tá ið tað var greitt, at B71 eisini næsta ár spælir í 2. deild 2. DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sandoyingar høvdu vónað, at teir komandi ár høvdu vunnið sær rætt til at spæla í bestu deildini, men so er ikki. Liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, sigur, at kappingarárið í ár als ikki er nøktandi. Vit vóru ikki klárir Bergleif Sólsker segði eftir dystin móti ÍF, at fuglfirð- ingarnir vóru meiri tendr- aðir til dystin. – Teir pressa okkum væl og eru nær hjá okkum allatíðina. Mána- dagin vóru vit betur, og tá blivu vit snýttir fyri tvey brotsspørk, ið høvdu kunn- að verið ógvuliga avger- andi, sigur Bergleif Sól- sker. Liðskiparin sigur, at teir als ikki eru nøgdir við at gerast nummar tvey í 2. deild, tí teir hava mist týð- andi stig móti botnliðum. – Vit hava tapt á útivølli móti VB og KÍ, og tað eru hesi stig, ið nú vænta í. Vit hava ikki verið nóg støðugir á útivølli, og tað kostar, sigur Bergleif Sólsker. Sambært Bergleifi eru teir á Sandoy farnir undir fyrireikingarnar til kom- andi kappingár, og tað sær út til, at so at siga alt fólkið verður verandi komandi ár. Bergleif Sólsker sigur av- gjørdur, at tað er einki at ivast í, at málið fyri kom- andi kappingarár verður at vinna 2. deild og harvið flyta upp í 1. deild. Við trimum málum var Magni á Lakjuni dagsins maður í Fuglafirði mikukvøldið. Mynd: Jens Kr. Vang Liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, var ógvuliga vón- brotin eftir 1-5 ósigurin í Fuglafirði mikukvøldið Mynd: Jens Kr. Vang Í dag verður farið undir EM-undan- kapping fyri U19- landslið í Føroyum. Á Toftum verður dystur millum Føroyar og Grikkaland U19-KAPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í dag verður farið undir U19 EM-undankapping í Føroyum. Fýra lond eru í bólkinum, og umframt Før- oyar er talan um Grikka- land, Wales og Ungarn. Føroyska landsliðið hevur vant miðvíst til hesa kapp- ing, og longu fyrradagin savnaðist føroyska lands- liðið til kappingina. Fleiri leikarar úr bestu deildini Sum áðurnevnt skulu før- oysku garparnir í eldin í dag móti grikkum á Svangaskarði klokkan trý. Grikskur fótbóltur hevur tikið seg nógv fram seinnu árini, og sum tey flestu vita, vann Grikkaland jú evropa- meistaraheitið í fótbólti í summar. Sunnudagin skal Føroyar royna seg móti Ungarn á Tórsvølli, og týsdagin í komandi viku fara føroy- ingarnir aftur inn á Svanga- skarð, har teir skulu spæla seinasta dystin, ið verður ímóti Wales. Landsliðsvenjarin, Abra- ham Løkin, hevur tikið út 18 leikarar til kappingina, og millum teirra eru fleiri, sum eru fastir fúsir á ym- iskum 1. deildarliðum her heima. Teir 18 leikararnir eru hesir: Svenn Jacobsen, Poul T. Dam, Páll M. Joen- sen og Jóhann Ejvind R. Mouritsen úr HB, Tórður Thomsen og Debes Daniel- sen úr NSÍ, Símun Louis Jacobsen úr GÍ, Jóhan V. Gunnarsson úr B36, Fritleif í Lambanum úr ÍF, Jóhan Petur Poulsen og Ovi Magnussen úr B68, Arn- bjørn T. Hansen og Leif Niclasen úr EB/Streymi, Poul N. Poulsen úr VB, Julian Samuelsen úr KÍ, Jónas Tór Næss, Gunnar Nielsen og Bogi Herman- sen úr BK Frem. U19-landsliðið í eldin á heimavølli Um vikuskiftið er føroyska svimji- landsliðið savnað á venjingarlegu SVIMJING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum nú er hava tríggjar svimjarar longu kvalifis- erað seg til Oyggjaleikir, men óivað verður talið munandi hægri, tá ið tað fer at nærkast oyggjaleik- unum. Landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, hevur sent boð eftir 17 svimjarum um at koma á venjingarleg- una, sum verður í Fugla- firði um vikuskiftið. Teir 17 svimjararnir eru hesir: Sára Ejdesgaard, Jutta Thomsen og Anna K. Eysturberg úr TS, Andrass Thomsen, Janus Olsen, Bogi Jørgensen, Hanus Eysturdal og Lisbeth L. Joensen úr HS, Beinir Danielsen og Per S. Han- sen úr Flot, Haraldur Eið úr Skeggjum, Jákup Ø. Mohr, Karina Petersen, Kári á Høvdanum og Elspa Mørkøre úr FS, Kristian Olsen og Natalia Reinhardt úr Ægir. Svimjilandsliðið á venjingarlegu 19 Nr. 192 • fríggjadagur • 8. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo ÍF heldur fram í 1. deild Við einum tryggum 5- 1 sigri á B71 í Fugla- firði mikukvøldið tryggjaði ÍF sær fram- haldandi sess í 1. deild. Magni á Lakjuni var við sínum trimum málum dagsins mað- ur hjá fuglfirðingum UPP- OG NIÐUR- FLYTINGARSTRÍÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var stórur spenningur undan seinna upp- og niður- flytingardystinum millum ÍF og B71, sum bleiv leiktur í Fuglafirði mikukvøldið. Fyrra dystin mánakvøldið vunnu sandoyingar á heima- vølli 1-0, og tí var alt púra opið undan returdystinum í Fuglafirði. Stóri spenning- urin hevði eisini við sær, at tað var sjáldsama stór áskoðarafjøld til dystin, hóast veðurgudarnir als ikki vístu seg frá síni bestu síðu. Nógv fólk var komið um Skopunarfjørð, og sum skilst vóru tveir fullir bussar av B71-viðhaldsfólki í Fuglafirði, umframt teir mongu sandoyingar, ið komu í egnum bilum. ÍF var omaná Í fyrra hálvleiki høvdu fuglfirðingar vindin undan. Vindurin var nógvur, og tað var ógvuliga tungt hjá B71 at fáa nakað skipað álops- spæl í verk í nógva mót- vindinum. Hinvegin dugdi heimaliðið heilt væl at brúka undanvindin, og tað var skjótt, at ÍF legði eitt ávíst trýst á verjuna hjá sandoyingum. Um miðjan fyrra hálvleik fekk heimaliðið sett hol á. ÍF fekk hornaspark í høgra borði, og meðan verjan hjá B71 væntaði, at horna- sparkið fór at verða sent høgt innfyri í pannuna á Bartal Eliasen, bleiv tað ístaðin sent rættuliga lágt og móti nærmastu stong, har Rúni Elttør hegnisliga stútaði bóltin framvið Waldemar Novicki í málin- um hjá B71. Bert fáar minuttir eftir leiðslumálið hevði heima- liðið ein risa møguleika at økja um leiðsluna, men tá ið Bartal Eliasen skallaði púra leysur framman fyri málinum hjá sandoyingum, bjargaði Waldemar væl við einari hond til horna. ÍF hevði eitt stórt trýst næstu løtuna, og málverjin hjá fuglfirðingum, Karstin Joensen, hevði ógvuliga lítið at gera, og hann noyddist at renna eitt sindur aftur og fram fyri ikki at gerast ov kaldur. Gestirnir komu tó fyri seg aftur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og við eitt sindur av hepni høvdu teir kanska eisini megnað at javna. Brasiliumaðurin Clayton Soares snýtti alla verjuna hjá fuglfirðingum, men komin inn í sjálvan brotsteigin, bíðaði hann ov leingi, og Høgni Zacharias- sen fekk við einari frálíkari takling steðgað brasiliu- manninum. Magni punkteraði B71 Eftir steðgin batnaði veðrið munandi, og umstøðurnar at spæla fótbólt í gjørdust nógv betur. Uttan at taka nakað frá sandoyingum so sást tað tó, at leikararnir hjá ÍF sum heild vóru betri bóltspælarar enn sandoy- ingarnir, og kanska sást tað eisini nokk so væl, at heimaliðið hevði eitt sindur fleiri royndir enn unga manningin hjá B71. ÍF økti um leiðsluna hjá sær, tá ið 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Annar av útlendingunum hjá heimaliðnum, Sylla, gjørdi ikki mætari enn at renna frá allari verjuni hjá B71, og tá ið Waldemar kom út ímóti honum, sendi Sylla trygt framvið pólverj- anum til 2-0 til ÍF. Nú vóru fuglfirðingar omaná samanlagt, og tað gekk bert ein lítil løta, so sá tað enn ljósari út hjá heima- liðnum. Bert tveir minuttir eftir 2-0 málið økti íF enn einaferð um leiðsluna. Waldemar í B71-málinum helt ikki einum at síggja til lítið vandamiklum lang- skoti frá ÍF, og Magni á Lakjuni var skjótur á retur- bóltinum og sendi í málið til 3-0. Sandoyingar royndu at flyta liðið hjá sær longur niðan á vøllin, men hetta gav ÍF góðar kontramøgu- leikar, og heimaliðið hevði nakrar gyltar møguleikar. Sylla skeyt upp um úr stuttari fjarstøðu, og ein púra leysur Bartal Eliasen skeyt beint á Waldemar, tá ið hann fór í kontraálop saman við Magna og Sylla, eftir at B71 hevði havt eitt hornaspark. B71 gav tó ikki skarvin yvir, og tá ið 72 minuttir vóru leiktir av dystinum, fingu teir javnað og harvið endurskapt spenningin í dystinum. Ein bóltur bleiv sendur út frá brotsteiginum hjá ÍF, har Hanus Clement- sen fekk fatur á honum, og hann royndi seg við einum skoti úr umleið 20 metra fjarstøðu. Skotið tók í eitt bein á vegnum og snýtti har- við Karsten í ÍF-málinum, og so var 3-1. Nú var aftur púra opið, tí fekk B71 eitt mál afturat, vóru tað teir, sum vóru omaná samanlagt. Gestirnir úr Sandoynni royndu nú at trýsta óført, men tað gekk striltið við at koma til teir stóru møgu- leikarnar. Tað varð eisini lætt hjá verjuni hjá heima- liðnum at verja fyri álops- spælinum hjá B71, tí tað var ógvuliga einstáttað við bóltum beint niðan eftir vøllinum, meðan síðurnar næstan ikki vóru nýttar. Onkra hendinga ferð var uppspælið niðan gjøgnum vinstru síðu, og tað júst eftir eitt slíkt uppspæl, at B71 fekk málið hjá sær. Í høgru síðu var steindeytt, hóast veteranurin Eli Hentze viðhvørt royndi at søkja út har, bleiv bólturin ongantíð spældur út í ta síðuna. Ístaðin vóru tað fuglfirð- ingar og Magni á Lakjuni, ið avgjørdu dystin. Einar fimm minuttir fyri leiklok økti Magni um leiðsluna til 4-1, tá ið Waldemar onk- ursvegna kloddaði eina at- sókn frá vandamikla fugl- firðinginum í málið. Bert tríggjar minuttir seinni var Magni aftur upp á spæl, tá ið hann fór frá verjuni hjá B71, og tá ið Waldemar kom út ímóti, lobbaði Magni hegnisliga bóltin upp um pólverjan, og stór frøði á teimum mongu heimaáskoðarunum. Trivaligi 5-1 sigurin hjá ÍF var ikki ov stórur, men sandoyingar eru óivað rættuliga vónbrotnir um úr- slitið. Tað skerst ikki burtur, at B71 hevur eitt ungt lið, og tað er ikki óhugsandi, at nógvir av ungu monnunum hjá sandoyingum hava havt eitt sindur av gummibeinum mikukvøldið, men kanska vísti dysturin eisini veruliga munin á 1. og 2. deild í Føroyum. Í øllum førum fer ÍF ongan veg niður í 2. deild, og B71 noyðist at verða verandi í 2. deild í enn eitt ár. ÍF-B71 5-1(1-0) 1-0 Rúni Elttør 27. 2-0 Sylla 57. 3-0 Magni á Lakjuni 59. 3-1 Hanus Clementsen 72. 4-1 Magni á Lakjuni 85. 5-1 Magni á Lakjuni 88. Samanlagt: ÍF-B71 5-2 Magni á Lakjuni leggur ÍF á odda 4-1 fimm minuttir fyri leiklok og sløkkir harvið tær seinastu vónirnar hjá B71 um at vinna seg upp í 1. deild. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 18