Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 8. oktober 2004 21 21 ára gamli Arnold Berg kann fáa landsliðsdebut á ferðini til Cypros og Írland LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Feskasti maðurin í lands- liðshópinum, Arnold Berg, fekk kanska eina heldur keðiliga byrjan á landsliðs- ferðini, nú so stórur munur var á liðunum í dystinum millum eldru og yngru landsliðsleikararnar, men hetta tóktist tó ikki vera nakað, sum 21 ára gamli skálamaðurin tók so øgiliga tungt eftir venjingina. Meira sjónlig tóktist vera gleðin um tað, at vera við í landsliðshópinum, og sjálv- ur helt hann fyri, at fyri seg var hetta eitt stórt herða- klapp eftir góða kapp- ingarárið á Skála. – Eg visti so ikki av nøkrum, fyrr enn seinasta fríggjadag. Tá ringdi Ísak Mikladal úr Fótbóltssam- bandinum til mín. Sjálvur roknaði eg við, at tað nokk hevði okkurt við leikbannið hjá mær at gera, men boð- ini vóru so, at Henrik Lar- sen hevði sett meg á lands- liðslistan, og so var bara at rigga til, sigur Arnold. Spæla eftir sól- setur Dystartíðin ger, at fótbóltslandsliðið ikki fær somu trupulleikar, sum liðið hevði í Sveis LANDSDYSTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Tað man vera ein lætti av teimum heilt stóru hjá føroyska landsliðn- um, at landsdysturin leygardagin ikki verður leiktur fyrr enn kl. 19 lokala tíð. Eftir hitaslagið í Sveis, har føroyski stríðsviljin tóktist at bráðna í hita- stigunum, mundu fleiri annars bera ótta fyri, at somu trupulleikar eisini fóru at gera seg gald- andi á Cypern. Og hitin er eisini heilt nógvur um dagarnar. Gott og væl 30 stig vísa mátararnir ymsa staðni í býnum, men so skjótt sólin setur, fellur hitin heilt nógv. Sostatt verð- ur talan helst um eini 15-20 stig, tá dysturin er á skránni, og so skuldi tann parturin av spæl- inum ikki givið okkara teir stóru trupulleikar- nar. Hitastigini vóru omanfyri tey tríati, tá vant varð hósmorgunin, men hetta verður betri, tá dysturin verður leiktur leygarkvøldið Teir duga enn Eldru landsliðsleikar- arnir løgdu fyri við at vinna stórsigur á teimum yngru LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypern: Føroyska landsliðið hevði sínar fyrstu venjingar á hesi ferðini hósmorgunin. Hetta var nærhendis GSP-leik- vøllinum, har dysturin sjálvur verður á skránni leygardagin. Sum vant, so var talan um eina heldur róliga venj- ing at byrja við, men tað er eingin loyna, at intensitet- urin fór upp, tá avsluttandi dysturin var á skránni. Sum vant, so var hesin millum eldru og yngru leikararnar, og eftir at teir ungu vunnu seinasta dystin á ferðini í Sveis, so hevndu teir eldru seg so dyggiliga hósdagin. Ikki minni enn 7-2 til teir eldru var endaliga úrslitið, og onkur av leikarunum helt fyri, at talan var um størsta sigurin síðani 1994. Og so munaði tað lítið, at onkur av teimum yngru mutaði ímóti, og segði at talan ikki var um almennan dyst. Teir yngru vóru annars eitt skifti á odda 2-1 við málum frá Jákupi á Borg og Andrew av Fløtum, men tá gomlu gubbarnir so settu ferð á, var einki at ivast í. Rógvi Jacobsen (2), John Petersen (2), Julian Johns- son, Claus Bech Jørgensen og Fróði Benjaminsen vóru málskjúttarnir hjá teimum eldru, og so mátti liðmynd sjálvandi takast, tá søguliga stóri sigurin var veruleiki. So er spurningurin bara, hvørt teir yngru megna at hevna tapið, áðrenn farið verður heimaftur, ella um teir skulu liva við eyðmýk- ingini gjøgnum ein heilan fótbóltsvetur. Føroyar taka seg fram Føroyar fara eitt vet upp á nýggja styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar verða nú mettar sum nummar 135 á listanum, og tað er tvey pláss betur enn í síðsta mánaði. Føroyar eru annars farnir nakað aftur á listanum í hesum árinum, tí tá ið árið byrjaði lógu Føroyar sum nummar 126 – ella 9 pláss longur frammi enn nú. FIFA ger einaferð um mánaðin upp styrkina hjá øllum teimum stívliga 200 fótbóltstjóðunum kring heimin, og aftur hesaferð verður Brasil mett sum nummar 1, Frak- land er nummar 2. Fremsta norðurland er Danmark, sum er nummar 15. Kypros, sum Føroyar leygardagin spæla ímóti, verður mett sum nummar 101 á FIFA- styrkislistanum. ek Teir eldru duga framvegis. 7-2 var metstóra úrslitið av aldursdystinum til fyrstu venjingina hósdagin Nýggi maðurin Arnold Berg er fyri fyrstu ferð partur av føroyska fótbóltslandsliðnum 21 20 Nr. 192 - 8. oktober 2004 Eingir skaðar Allir 19 leikararnir í landsliðshópinum tykjast vera 100% klárir til komandi uppgávurnar LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Sum vant, so inniheldur føroyska ferðalagið eisini ein heilsusektor. Hesaferð eru tað Øssur Steinhólmo og Marjun Thomassen sum eru fysiterapeutar á ferðini, umframt at Jens Pauli Marstein er lækni á ferðini. Men higartil er tað so ikki tað stóra, sum tey trý hava at gera. Hós- morgunin kundu tey øll trý í øllum førum taka tað ógvuliga róligt undir venjingunum, og tó at arbeiðsloysi vanliga er eitt heldur neiligt orð, so má tað í hesum førinum vera at fegnast um. Einasat ivamálið, sum annars var undan ferð- ini, tóktist vera skaðin hjá Jákupi Mikkelsen, men sum nevnt í gjár, so tykist hann ikki at hava nakrar sum helst trupul- leikar av hesum. Eitt lítið trælær til Rógva Jacobsen var tað einasta. Í aðrar mátar kundu fysioterapeutarnir á landsliðnum fegnast um, at tey einki hava at gera Skipanin má rigga Landsliðsvenjarin heldur tað vera av alstórum týdningi, at skipanin av føroysku spælinum riggar optimalt, um talan skal gerast um eitt gott úrslit leygar- dagin FØROYAR-CYPROS Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Eitt av tí, sum Henrik Lar- sen fegnast mest um á Cypros-ferðini hjá lands- liðnum er uttan iva, at dyst- urin verður leiktur á kvøldi, og ikki tíðliga seinnapartin, soleiðis sum tað ofta áður hevur verið gjørt. – Tú sást jú, hvussu stór- ar trupulleikar vit høvdu í Sveis, og so kanst tú ætla, at vit høvdu havt trupul- leikar, um vit skuldu spælt mitt um dagin, helt venjarin fyri. Sjálv ferðin niður til Cypros var annars eisini ein av teimum drúgvu hjá landsliðnum, men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum venjarin hevur hug at geva stórvegis gætur. – Tað haldi eg ikki bilar nakað. Ferðin varð jú býtt upp í tveir partar, og tað er so eisini betri, at vit vóru her mikukvøldið, heldur enn at koma hósmorgunin. Sjálvandi gerst talan um nakrar tímar tilsamans, tá ferðast skal somikið langt, men tað má mann so bara taka við, tá slíkar kappingar skulu spælast. Nøgdur við javnleik Tað eru helst nógv, sum eru av teirri fatan, at júst dyst- uri á Cypros er ein av teimum, har føroyska liðið hevur besta møguleikan fyri stigum, men lands- liðsvenjarin sjálvur tykist ikki vera so nógv fyri hesum tosinum. – Nú havi eg akkurát fingið sjónband av mót- støðuliðnum, so havi ikki havt stórvegis stundir at hyggja at teimum enn. Men eg havi so tosað vði onkrar aðrar landsliðsvenjarar, og teir siga allir, at Cypern hevur eitt hampuliga gott lið. Sjálvandi eru teir ikki so stórir favorittar, sum onnur lond ofta eru móti okkum, men tað skal eingin ivi vera um, at talan er um eina sera trupla uppgávu hjá okkum. – Fótbólturin hjá teimum er eisini tann typiskt suður- europeiski við skjótum tekniskum spæli, og tað hevur ofta víst seg, at tað ikki er akkurát tað, sum hóskar best til okkum. Verður talan so um ein dyst, har skipanin av før- oyska liðnum verður altav- gerandi? – Ja, tað verður tað. Teir hava nakrar góðar álops- leikarar, sum vit skulu ansa sera væl eftir, og yvirhøvur skal okkara spæl rigga. Og so skulu vit eisini ansa eftir, at vit ikki koma at renna ov nógv til onga nyttu. Hin- vegin haldi eg, at um vit spæla upp til okkara besta, so kunnu vit saktans fara eftir einum góðum úrslitið. Og hvat er so eitt gott úrslit? – Sjálvur haldi eg, at vit møguliga kunnu fáa ein javnleik, og gera vit tað, so eri eg heilt væl nøgdur, segði altso føroyski lands- liðsvenjarin at enda. Einar tveir tríggjar litrar eyka av vatni um dagin er tað, sum føroysku leikararnir skulu leggja størsta dentin á her í Nicosia LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypern: Sum tað so oftani er hjá føroyskum ítróttarfólki, so er nógvi hitin her á Cypros kanska størsti vandin fyri leikarahópin. Hetta skilt á tann hátt, at leikararnir støðugt mugu ansa eftir, at teir fáa nóg mikið av vætu til rugbreyðsmotorarnar. At ansa eftir hesum part- inum hevur landsliðið sjálvandi eisini lækna við á ferðini, og sum ikki eina- ferð er hesin Jens Pauli Marstein. – Tað krevur nokk so nógv, tá vant verður undir slíkum umstøðum, sigur hann. – Tú skalt í øllum førum rokna við, at hvør leikari skal drekka einar tveir til tríggjar litrar meira um dagin, enn teir vanliga gera. Jens Pauli vísir eisini á, at júst nógvi hitin varð kanska størsti trupulleikin hjá liðnum í Sveis, og at teir tí kanska ansa enn betri eftir hesaferð, enn teir vanliga gera. – Ikki tí eg haldi, at vit gjørdu nakað galið ta ferðina. Tað vísti seg bara, at hitin kortini var ov nógvur. Tí trupulleikanum sleppa vit so undan til dystin hesaferð. Um sjey- tíðina er hitin so passaligur fyri okkara viðkomandi. Og verður talan so eisini um betri úrslit hjá okkara, enn tað var í Sveis? – Tað taki eg ikki støðu til. Eg má taka mær av tí læknaliga, og so mugu Henrik og Jógvan Martin taka ábyrgd av ítróttarliga partinum, sigur ein flenn- andi Jens Pauli Marstein at enda. – Fótbólturin hjá teimum er eisini tann typiskt suður- europeiski við skjótum tekniskum spæli, og tað hevur ofta víst seg, at tað ikki er akkurát tað, sum hóskar best til okkum, sigur Henrik Larsen um mótstøðuna leygardagin Nokk av vætu Nógvi hitin á oynni ger, at liðleiðararnir hjá liðnum hava úr at gera við at fylla vatn á dunkarnar C M Y K 20