Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDÓLTUR Bárður Skorheim Guttesen Eftir at hava verið tryggjaðir fin­alu­pláss í góðan mánað, kundi H71 tryggja sær FM heitið eftir at vinna seinnu mansfinaluna við støð­uni 26- 21 eftir 12-10 í hálv­leik­in­um. Hoyvíkingar vóru om­ aná bæði fysiskt og mentalt nær­um allan dystin og spældu við yvirskoti. VÍF misti tíðliga í dystinum spæl­skiparan Julian og fekk aldr­in álopsspælið at koyra veru­liga. Breiddin gjørdi munin Tá talvan vísti at 30 minuttir vóru farnir av dystinum høvdu allir leikararnir í svørt­um verið inni á vøll­in­ um, antin í álopi ella í verju. At H71 venjarin valdi at gera so nógvar út­skift­ing­ar hevði við sær, at at hoy­vík­ ingar ikki veruliga sluppu frá vestmenningum fyrr enn í seinna hálvleiki. Hin­veg­in sást týðiliga á vest­menn­ingum, sum ikki høvdu framt so nógvar út­ skift­ingar, at tað vóru teir somu, sum hál­aðu lessið. Ser­ liga var ein ann­ars væl­spæl­ andi Hanus Christ­oph­er­sen merktur í seinna hálvleiki. Tískil er eisini ringt at seta fingurin á ein einkultan spæl­ara, sum gjørdi munin. Talan er heldur um ein koll­ ekt­iv­an sigur til hoyvíkingar, sum allan dyst­in vístu seg at hava eitt eyka gear at spæla í, so skjótt sum teir gulu nærk­ að­ust. Gott verjuspæl – óskipað álopsspæl Felagsnevnarin fyri H71 leik­ ararnar var at teir vardu væl allir sum ein. Ein fakt­ or­ur í hesum er støddin á H71 liðinum, men eisini sást mun­ur á áræsninum og skip­ an­ini í verjuni. Hoy­vík­ing­ar takl­aðu og hildu mótstøðumonn­un­um, so teir ikki fingu spælt bóltin víðari og hildið trýstið. Haraftrat høvdu VÍF mist spæl­skiparan tíðliga í dyst­ in­um, og hetta var við til at órógva álopsspælið hjá vestmenningum, sum bleiv óskipað og óruddiligt. VÍF verjan sýntist heldur ikki altíð nóg vaks, og var ofta nakað sein uppá pláss. Tykt­iskt at mangla samskifti leik­ararnar ímillum, sum ofta gjørdi, at tað var lætt hjá hoy­víkingum at sleppa til mál­møguleika. Dýrt at missa Julian Eftir bert fáar minuttir av dystinum fekk Julian Olsen ein snudd og mátti fara av vøllinum. Leingi varð arb­eitt uppá at fáa hann inn aft­ur, men spælskiparin fekk ikki spælt víðari. Í hansara stað kom Hanus Christophersen, sum vanliga er at síggja á vonginum hjá vest­menningum, og at byrja við sá hetta út til at fara at rigga. VÍF heintar eina trý­máls­ leiðslu, og spældu við eini 6-0 verju við Hanusi og Sámali í mið­verjuni. Tá nak­að var H71 VINNUR SUM EIN FELAGS­ SKAPUR H71 kom framum við dystarbyrjan og var betur allan dystin. VÍF gjørdi nøkur sprell í løtum, men megnaði aldrin at hótta H71 av álvara, og var í veruleikanum ikki frammanfyri nakrantíð í dystinum. Allir hoyvíkingarnir spældu væl ímeðan ongin vestmenningur veruliga fekk glið á spælið. 4 HILMAR LEON JAKOBSEN spælir ein avgerandi leiklut tá hann er inni, har hann verjir sum eittari og er ein varandi hóttan ímóti VÍF verjuni. 4 PETER KROGH verður mansvardur meginpartin av dystinum, men er altíð farligur. Er skipari í verjuni hjá H71, sum stóð seg væl. 4 BOGI DAVIDSEN Hevur sum so ongan veruligan málmøguleika, men hevur tamarhald á Áka Egilsnes allan dystin í hinum endanum og er tí avgerandi. 4 PÆTUR THOMSEN Skorar tá hann fær møguleikan, líkamikið hvussu spískur vinkulin er. Spælir tó ikki meir enn ein hálvleik tilsamans. 3 JÓNAS DJURHUUS Spælskipari hjá H71 men er lítið inni í verjuni og er tí ikki eins avgerandi fyri dystin. 5 ÁRI DAM Dagsins maður. Tekur meir enn helvtina av skotunum hjá VÍF og skjýtur sjálvur tvey mál. 3 DÁNJAL TÓRGARÐ Skorar tá hann fær møguleikan, men sleppur ikki reiðiliga til sín rætt í dystinum, tá tað mesta gongur ígjøgnum miðjuna. 4 RÚNI VEST HØJGAARD Tók av møguleikanum tá hann kom inn og var ein varandi hóttan ímóti verjuni. SPÆLARAMETING 1 til 6