Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR TRYGDIN Í HOYVÍKSHØLLINI Síðani Hoyvíkshøllin bleiv liðug í 2002, hevur hon verið karmur um ótelj­andi hondbóltsdystir og onn­ur tiltøk og hevur utt­an iva verið við til at gjørt H71 til tað felag tað er í dag. Tríggjar rekkjur av bonkum eru á tí einu lang­ síð­uni og annars mugu áskoð­ar­ar standa framvið síðu­linjuni ella aftanfyri mál­ini bæði. H71 hevur víst seg at vera eitt av størstu, um ikki størsta, felagið í Før­ oy­um sein­astu árini, bæði í bestu mans­deildini og í ung­dóms­deild­un­um. Svart­klædda lið­ið hevur alla Hoy­vík­ina aft­an­fyri seg og høllin er full av svørt­kløddum áskoðarum til flestu heimadystir fe­ lags­ins. Av tí sama er ofta trongt hjá áskoðarunum og teir koma at sita tætt at vøll­inum, og onkuntíð ov tætt. Eitt dømi uppá hetta var at síggja leygardagin til seinnu mansfinaluna, tá ein vestmenningur og ein hoyvíkingur fóru send­ andi av vøllinum í ein­um nærdysti og ruku út av vøll­inum, beint í fjøld­ina av børnunum sum sótu fram við lang­síð­uni. Børnini fingu sær utt­ an iva ein hvøkk, tá tey fingu hesar báðir há­ vaksnu menninar beint í føvn­ingin og til alla lukku hendi ongin skaði, men tað kundi so skjótt verið ann­ ar­leiðis um takklingin var harð­ari ella fallið óhepnari. Ongin kann krevja at eina dýra útbygging av høll­ini aftrat, men til ber at skipa áskoðarnar ann­ ar­leið­is ella finna aðrar skyn­samari loysnir til trygd­ina. Tí so hvørt sum Hoy­vík­in veksur, ger H71 við, og uttan iva fleiri og fleiri áskoðarar vera til dyst­ir­nar, og ætlar H71 sær at hýsa fleiri finalum enn, má trygdin hjá áskoð­ar­un­ um betrast. Fakta Málskúttar H71: Pætur Thomsen 5 mál, Rúni Vest Højgaard 4 mál, Hilmar Leon Jakobsen 4 mál, Dánjal Tórgarð 3 mál, Jónas Djurhuus 3 mál, Peter Krogh 3 mál, Ári Dam 2 mál, Andor Sivertsen 1 mál, Hans Kári Hansen 1 mál Málskjúttar VÍF: Philip Jojic 9 mál, Áki Egilsnes 6 mál, Andrias Eriksen 2 mál, Hanus Christophersen 2 mál, Magnus Muller 1 mál, Sjúrður Olsen 1 mál Bjargingar lutfall H71: Ári Dam 54% (14/24), Jens á Skipagøtu 25% (3/12) Bjargingar lutfall VÍF: Mladen Mjerimacka 35% (13/37) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam frá­liðið, vísti tað seg tó, at ork­an bar undan, og Magn­us Muller slapp eisini at royna seg sum spælskipara. Roynd­in vísti seg at vera út­merkað, men missurin av Juli­ani Olsen bleiv ov tungur fyri vestmenningar, og teir megn­aðu ikki at finna sama álopsspælið aftur. Rætti vinnarin H71 hevur, sum seinastu ár­ ini, verið tryggjað í finaluni í eina góða tíð áðrenn sjálv finalan skal spælast. Ígjøgnum kappingarárið hava teir verið stinnir og leingi hava teir sæð ótrú­liga sterk­ir út. Umframt støðugan form hava hoyvíkingar havt meir ella minni stýr á VÍF alt árið ígjøgnum. H71 og VÍF hava spælt átta dystir í ár. Fýra í lands­ kapp­ingini, tveir í steypa­ kapp­ingini og nú tveir fin­ alu­dystir. Av hesum hava teir svart­ klæddu vunnið sjey. Tann síðsti dysturin ímillum lið­ ini bæði í kappingini end­ aði við javnleiki 25-25, og tí kundi sæð út til, at hoy­vík­ ingar fóru at missa eins og seinastu finalurnar. So gjørdist tó ikki, og H71 vísti, at teir hava lært av feil­ um sín­um, og gjørdust uppi­ born­ir vinnarar. 1 til 6 1 til 6 2 ÁKI EGILSNES Spælir allan dystin í álopinum men verjir ikki. Átti tí at havt orku til at vera ein støðug hóttan, men sleppur ikki reiðiliga leysur av Boga Davidsen. 4 PHILIP JOJIC toppskjútti fyri vestmenningar við fýra straffum, sleppur ikki nóg ofta til ordilig skot ímóti eini vælspælandi H71 verju. 4 Mladen Mjerimacka hevur tað ikki lætt og fær ikki nógva hjálp frá verjuni. Tekur tó meir enn ein triðjapart av skotunum hjá H71. 3 HANUS CHRISTOPHERSEN Spældi væl fyrstu løtuna sum spælskipari og skapar nakað av óskili í verjuni hjá H71. Orkan rennur tó undan og hann er sum heild ikki nóg vandamikil sjálvur. 2 ANDRIAS ERIKSEN Er ikki so eyðsýndur í dag og fær ikki nógvar møguleikar, roynir at seta onkur skjótálop í gongd, men eydnast ikki nóg ofta. 2 RÓI LAMHAUGE Hevur tað ikki lætt ímillum stóru miðverjuna hjá H71. Er ikki serliga eyðsýndur og fær ongan veruligan málmøguleika. 2 SJÚRÐUR OLSEN Kemur inn á vongin men fær ikki nógvar møguleikar at vísa síni evnir. 2 SÁMAL JOENSEN Skal fungera sum skipari í verjuni, men tykist at samskifti manglar í verjuni og kemur tí ofta at vera snýttur. 5 DÓMARIN er góður tá hann ikki er í. Ongar stórar avgerðir at taka, men teir hava tamarhald og halda somu linju allan dystin ígjøgnum. SPÆLARAMETING