Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen andre@sosialurin.fo Seinastu árini hava Kyndil og Neist­in verið einaráðandi í før­oysk­um kvinnuhondbólti. Feløg­ini hava skiftst um at vunnið FM-heitið fleiri ár á rað, har Neistin tó hev­ ur havt eitt samlað yvir­tak. Men nú er líkt til at Kynd­ils­ kvinn­ur av álvara kunnu fáa tað yvirtakið. Leygarkvøldið vunnu Kynd­ilskvinnur FM-heitið í før­oyskum kvinnuhondbólti. Hó­ast dysturin leygarkvøldið end­aði við 17-17 javnleiki, vóru Kyndilskvinnur omaná saml­að, av tí at tær vunnu tí fyrru finaluna, sum varð spæld mikukvøldið. Tá vunnu Kyndilskvinnur 26-22 í ein­u­m dysti sum eins og fin­ al­an leygarkvøldið, bylgj­aði aftur og fram. Intenst og spennandi Í báðum finalunum skiftust lið­ini um at vera á odda, men størsta partin av tíðini vóru tað Kyndilskvinnur, ið høvdu dirigentsstokkin. Tá dystargongdin var púra jøvn í finalunum, var tað sum oftast Kyndil, ið hevði álops­ støðu áðrenn Neista­kvinn­ urnar, soleiðis at Neista­ kvinn­u­r ongantíð av álvara megn­aðu at koma inná Kynd­ils­kvinnur. Talan var eis­ini í báðum førunum um fin­al­ur, sum hava mint um upp­gerðirnar millum Kyndil og Neistan seinastu árini, har tað flótandi hondbóltsspælið ikki av álvara kom til sín rætt, men heldur vóru tað tær krútsterku verjurnar og góðu málverjarnir, ið mynd­ aðu dystin. Liðini høvdu tað bæði trupult við at bróta verj­urnar hjá hvørjum øðr­ um niður. Tí var talan um tvær serstakliga intensar og spennandi finalur, sum Kynd­il tó samlað vann uppi­ bor­ið. Betri fyri enn tær Í fjør var tað beint umvent, tá Neistin var omaná bæði í lands­kappingini og steypa­ kapp­ingini. Tá vit eftir dyst­in fingu orðið á ein av profilunum á liðnum hjá Kyndli, Turið Arge, og spurdu hana hvussu tað bar til, at Kyndil nú hevur fingið yv­ ir­takið á­ Neistanum, svaraði Tur­ið Arge. – Vit hava eitt lutfalsliga ungt lið, og tí ger tað stóran mun, at vit eru vorðnar eitt ár eldri og hava spælt saman eitt ár longur. Harafturat hava vit eisini verið ótrúliga stinn­ar, tá talan hevur ver­ ið um venjing, renning og styrkivenjing, og tað haldi eg eisini er komið til sjónd­ ar, tá vit hava spælt móti Neist­anum í ár. Vit hava ver­ ið betri fyri enn tær, og tað hevur spælt ein stóran leik­ lut. Eisini hava okkara lykla­ leik­arar havt eitt støðugt kapp­ingarár, og tað hevur ver­ið eitt ávíst støðufesti á liðnum, sum ikki hevur ver­ið sæð áður, tá avrikini hjá okk­ um hava verið meira sving­ andi, segði Turið Arge. Anna Brimnes gekk á odda Avgerandi FM-finalan varð fyrra FM-finalan, sum Kynd­il vann 26-22. Tá var Tur­ið Arge millum mest eyð­sýndu leikararnar á vøll­ inum, har hon skoraði átta mál. Men leygarkvøldið var talan um eitt heilt øðr­vísi dyst. Neistakvinnur høvdu betri tak á kvika vong­ spæl­aranum, Turið Arge, tá, sum einans kom tvær ferðir á máltalvuna. Held­ ur var tað ein annar Kynd­ SVIMJING – VIT ERU BETRI FYRI ENN TÆR HONDBÓLTUR Í einari intensari og spennandi seinnu finalu hjá kvinnunum leygarkvøldið, gjørdist greitt at Kyndilskvinnur í ár eru einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti. - Vit hava verið betri fyri enn tær, og tað hevur spælt ein stóran leiklut, sigur Turið Arge Samuelsen 5 MAJA DRAGOLJUBOVIC Stóð meistarliga í fyrru finaluni, og bjargaði í seinnu finaluni nøkur avgerandi brotskøst. Var millum lyklaleikararnar í finalunum. 2 ÁSLEYG SÚNADÓTTIR Arbeiddi væl, men hevði tað trupult í álopsstøðu, har høgra síðan hjá Kyndli var eitt sindur tamari enn vinstra síðan. 2 ANJA ELIASEN Spældi eisini á høgra vongi, har Kyndilskvinnur ikki vóru líka eyðsýndar sum í hinum borðinum, har flestu málini komu. 3 SÚNA KROSSTEIG Hansen Spældi eina góða fyrru finalu við góðum gjøgnumbrotum, men tóktist nervøs í seinnu finaluni, og gjørdi óprovokeraðar feilir. 3 GUDRUN RESTORFF Hevur ein týdningarmiklan leiklut í verjupartinum og stríddist væl. Var ikki líka eyðsýnd í álopspartinum. 4 BÁRA KROSSTEIG HANSEN Er lyklaleikari í álopsspælinum hjá Kyndli, har hon er spælfordeilari. Hevði fleiri góðar fríspælingar og fekk onkur avgerandi mál. 5 ANNA BRIMNES Er besti skjúttin á liðnum hjá Kyndli og vandamiklasti leikarin í álopsspælinum. Harafturat var hon óvanliga trygg, tá hon skeyt brotskøst. 4 TURIÐ ARGE Var millum bestu leikarar í fyrru finaluni, men fall út úr seinnu finaluni, har hon fekk minni pláss. Var tó avgerandi sæð samlað yvir báðar finalurnar. 4 BJARTA JOHANSEN Stríddist manniliga á strikuni báðar dystirnar og átti í seinnu FM- finaluni onkur avgerandi mál móti endanum av dystinum. 3 BIRITA MORTANSDÓTTIR Stríddist væl og fekk nøkur avgerandi mál. SPÆLARAMETING 1 til 6 Turið Arge Samuelsen: