Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR ils­leikari sum gekk á odda og gjørdist toppskjútti. Sami Kyndilsleikari varð eis­ini toppskjútti í fyrru FM-finaluni, tá hon skor­aði níggju mál. Tað var bakk­ spæl­arin, Anna Brimnes, sum av álvara sló til fleiri ferðir, tá á stóð. Samlað sæð var hon helst besti leikarin sæð yv­ir báðar finaludystirnar. Finalur skulu njótast Tá Turið Arge varð spurd um hvussu tað var at spæla FM- fin­al­urnar samanborið við van­ligar dystir, helt hon at tað er umráðandi at duga at njóta at spæla finalur, heldur enn at hava ov nógvar nervar til slíkar dystir. – Ein gløggur maður segði mær einaferð, at finalur ikki vóru ein byrða, men heldur ein stuttligur møguleiki. Hon­um gevi eg púra rætt. Tað hevur verið ein ótrúliga góð uppliving at hava spælt hes­ar finalurnar, men tá tað er sagt, so var tað ikki alla tíð­ ina líka stuttligt og gott. Fin­al­urnar fingu av álvara kensl­urnar fram, har man var spent, óð, glað, bangin og so víðari. Men tað er júst sjarm­an við eini finalu, so tí skuldi hon bara njótast til fuln­ar, segði Turið Arge eftir dyst­in. Bulurin er gott grundarbeiði Góða avrikið hjá Kynd­ils­ kvinn­um í kappingarárinum er ikki tilvildarligt og er komið eftir gott grund­ar­b­ eiði frá felagnum ígjøgnum fleiri kappingarár. Bulurin á lið­num eru lokalir leikarar, ið hava spælt saman allan veg­ in uppeftir í yngru deild­un­ um, og sum nú av álvara eru vorðnir royndir og etabl­er­ aðir profilar í bestu kvinnu­ deild­ini. Útlit eru eisini fyri, at Kyndilskvinnur kunnu varð­veita størsta partin av sínum hópi til komandi kapp­ingarár. Í øllum førum sam­bært Turið Arge. – Tað sær gott út til kom­ andi kappingarár hjá okkum. Hóp­urin verður intaktur, men kanska okkurt slag av út­ skifting fer at vera, segði Tur­ ið Arge at enda eftir fin­al­una. Meistaravenjarin til Vestmannar? Helst sipar Turið Arge til, at Kynd­ils­kvinnur kunnu fáa nýggj­an venj­ara til kom­andi kapp­ing­ar­ár. Tað ljóð­ar at vest­menn­ing­ar liggja fram­ við at fáa fatur á spanska meist­ara­venj­ar­an­um hjá Kyndli, Daniel Rios, og tí er ikki óhugsandi at Kynd­ ilskvinnur fara at fáa nýggj­ an venjara til komandi kapp­ ingarár. Men hvør tað fer at vera, er als ikki greitt enn, og tíðin fer helst at vísa um hald eru í tíðindunum. 1 til 6 3 FRÍÐA PETERSEN Spældi sera væl í seinnu finaluni, men var ikki líka væl uppløgd í fyrru finaluni sum vanligt. 3 LILJA MOHR Kviki vongspælarin fekk nøkur góð mál í báðum FM-finalunum. 3 EIR BERG Skoraði fleiri góð mál, men misnýtti eisini avgerandi møguleikar í báðum dystunum, sum í nøkrum førum endaðu omanfyri málinum. 4 BIRITA INGOLFSDÓTTIR Var toppskjútti hjá Neistanum í fyrru finaluni og spældi sum heild tveir góðar finaludystir. Var besti leikarin hjá Neistanum samlað. 3 BÁRA HANSEN Er millum dugnaligastu spælararnar í Føroyum og átti nakrar avgerandi fríspælingar. Men hon rakar ikki sama støðið, sum hon hevur gjørt okkurt annað árið. 3 MARJUN F. DANBERG Eigur at vera mest avgerandi leikarin hjá Neistanum og vísti tað í løtum. Men spældi ikki so støðugt sum onkuntíð áður, og fekk í seinnu finaluni dýrar útvísingar. 3 ÁSA DAM Á NEYSTABØ Var røsk og fekk fleiri avgerandi mál í báðum finalunum. Serliga í seinnu finaluni, tá liðini høvdu tað trupult við at skora, skoraðu Ása á Neystabø og Jacklin Durhuus avgerandi mál. 3 JACKLIN DURHUUS Spældi ikki so nógv, men vísti tá hon spældi, at hon er dugnalig. Var køld í avgerandi støðum, hóast hon misnýtti eitt týdningarmikið brotskast. 3 BRYNJA HØJ Týdningarmikil í verjuspælinum hjá Neistanum og stríðist altíð væl. Men fekk eisini dýrar útvísingar. SPÆLARAMETING