mánadagur 24. apríl 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Gilli og til lukku við flotta
málinum í gjár. Hvar kom hasin
hælarin frá?
Takk fyri tað. Nú er tað so, at eg
havi skorað so nógv til venjing
í seinastuni, at tað mátti koma
okkurt máli burturúr fyrr ella
seinni. At skorað upp á handan
mátan vísur yvirskot.
Hevur tú skorað nakað líkandi
mál, ella er hatta tað besta tú
hevur skorað?
Sjálvandi eg skorað nógv flott
mál í míni tíð. Tvætl, men eg
havi skorað eitt betri mál móti á
Sevmýri móti VB/Sumba.
Hevur tú fingið nógvar reaktiónir
fyri málið?
Tú veist sjálvur hvussu tað er, tá
tú hevur skorað eitt vakurt mál.
Tað eru altíð nógvar reaktiónir ;)
Hvussu er tú nøgdur við gongdina
higartil í ár í Brann?
Vit eru við har, sum tað er
stuttligt, so tað er á eini leið. Eisini
gongur tað væl persónliga. So alt í
alt er tað ikki so galið
5. Kunnu tit endurtaka bragdið
frá í fjør og vinna silvur?
Eg vil ikki siga so nógv so tíðliga
í kappingini. Vit taka í løtuni ein
dyst á gangin og so fáa vit at síggja
hvussu langt tað røkkur.
Vikan ið fór
Kyndilskvinnur vunnu greipuna,
tá tær leygarkvøldið spældu
javnleik 17-17 í seinnu FM
finaluni móti Neistanum. Kyndil
vann fyrru finaluna 26-22 og
kundi tí vinna FM við javnleiki
H71 er somuleiðis greipuvinnari hjá
monnum. H71 vann 26-21 á VÍF í
seinnu FM finaluni. H71 vann eisini
fyrru finaluna, og er tí greipuvinnari í
manshondbólti. Hetta var somuleiðis
seinasti dysturin hjá Peter Krogh
Suðuroyingar eru oddalið í Effo-
deildini, eftir at teir vendu 0-2
til 3-2 í fimta umfari, sum var
um vikuskiftið. Sigurin hevur við
sær, at nýggja felagsliðið liggur
á odda, meðan Víkingur og KÍ
elta. Tey spældu javnt í Gøtu
Kontrast FM hevur verið um
vikuskiftið. Millum søgurnar eru,
at Rannvá D. Carlsen er FM vinnari
í badminton fyri sættu ferð
Lionel Messi skoraði tvær ferðir, tá
FC Barcelona vann 3-2 á Real Madrid
í uppgerðini, ið er doypt “El Clasico”
Tað verða Chelsea og Arsenal,
sum møtast í FA Cup finlauni.
Tað er greitt eftir at Chelsea vann
á Tottenham, meðan Arsenal
vann á Manchester City
Nú er greitt, at Sporðdrekin verður
í kurvabóltsfinlauni saman við
Ravni, sum var ósigrað undan
dystinum teirra millum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Gilli Rólantsson Sørensen
Aldur: 24 ár
Starv: Yrkisfótbóltsspælari
í Brann Bergen
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Hvør bleiv útvistur í Runavík í dystinum millum
NSÍ og HB?
2 Hvør bleiv útvístur í El Clasico uppgerðini millum
Real Madrid og FC Barcelona
3 Lionel Messi skoraði tvey av málini hjá FC
Barcelona, men hvør annar skoraði fyri FC
Barcelona?
4 Áleyparin hjá ÍF, Adeola Runsewe, er burturvístur
av landinum við vantandi loyvi. Hvørs landsmaður
er hann?
5 Suðringar vunnu í gjár 3-2 á B36, men hvør skoraði
sigursmálið?
6 Gilli Rólantsson svarar fimm spurningum í dag,
men hvørjum skotskum liðið hevur hann spælt við
sum yngri?
7 Hvør er liðskipari hjá Real Madrid?
8 Hvør er spælarin á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1: Einar Tróndargjógv
(NSÍ)
2: Sergio Ramos (Real
Madrid)
3: Ivan Rakitic
4: Nigeria
5: Poul Ingason
6: Aberdeen
7. Sergio Ramos
8: Alexandar Stankov
(HB)
Mads Timm er mest kendur sum
ungi danski fótbóltsspælarin,
sum bleiv keyptur til Man
chester United, men ikki bleiv
til nakað. Í bólkini greiðir hann
frá hví og hvussu lívið er í
Manchester United sum ung
fótbóltsstjørna.
Tað er fleiri sløg av bókum,
sum spælarar geva út. Tað eru
David Beckham bøkurnar, sum
eru um stórar stjørnur, ið hava
alt ov nógv at missa, tl at skriva
nakað frá myrku síðunum.
Síðani eru tað spælarar sum
David Nielsen og Stig Tøfting,
sum skriva beint frá hjartanum,
men ikki hava spælt á høgsta
stigi.
Hendan bókin er nærri
bókini, sum vit ummæltu av
Martin Nielsen, ið eitt skifti
var ungdómsmálverji hjá
Liverpool. Her sleppur tú tætt
at stóru stjørnunum, skrivað av
spælarum, ið einki hava at verja.
Mads Timm fekk allar
møguleikarnar, sum tú kanst
ynskja tær, men hann vildi
tað nokk aldrin. Bókin varpar
eisini eitt øðrvísi ljós á Sir Alex
Ferguson, enn vit vanliga síggja.
Les um: Tú vilt hava røvarasøgur
úr Premier League og annars
kennist við søguna um Mads
Timm
Ikki lesa um: Bókin er nokk ikki
til tey heilt ungu, so ikki lesa um
tú væntar ein sólskinssøgu, har
tað fúlasta er skorað vekk
Hvussu er at lesa: Havi sagt
tað fyrr, danskarar duga væl at
skriva lættar og áhugaverdar
bøkur.
Hvat sigur tú: Mads Timm er
bersøgin um eitt nú privatlívið,
so eg havi næstan hug at siga, at
tú skal tola eitt sindur av, áðrenn
tú traðkar inn í heimin hjá Mads
Timm
Fakta: Mads
Timm gavst
í 2009 við
at spæla
yrkisfótbólt.
Hann er í dag
32 ár og eitt
kent navn í
Danmark, men
ikki fyri tað,
sum tey flestu
høvdu væntað
at hann fór at
blíva kendur
fyri
★★★★★★
UMMÆLI
Tróndur Arge ummælir
Mads Timm: Rød djævel
?