mánadagur 24. apríl 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. apríl 2017 · Nr. 47
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Hjá føroysku útisetunum
vóru tað bert tveir, sum eftir
vikuskiftið høvdu nakað at
fegnast um. Tað vóru teir
báðir, Gilli R. Sørensen og
Viljormur Davidsen, sum
vóru einastu føroysku leik
ararnir
uttanlands,
sum
megnaðu at vinna um viku
skiftið.
Gilli hevur fingið
flúgvandi byrjan
Gilli R. Sørensen hevur fing
ið eina flúgvandi byrjan
uppá kappingarárið í norsk
um fótbólti higartil. Før
oyski
landsliðsspælarin
hevur spælt fast, og hevur
verið eyðsýndur í flestu av
dystunum hjá Brann hetta
kappingarárið. Sunnudagin
gjørdi hann eisini bart, tá
hann
skoraði
avgerandi
málið í 2-0 sigrinum hjá
Brann
móti
Lillestrøm.
Málið kom eftir innlegg úr
høgru, har Gilli við flottum
hælsparkið smekkaði bóltin
í netið aftanfyri Lillestrøm
málverjan, ið hevði lítlan
møguleika.
Viljormur vann
á Finnur
Eisini Viljormur Davidsen og
liðfelagarnir úr Vejle kundu
fegnast
eftir
vikuskiftið.
Felagið hevur leingi verið
hótt av niðurflytingarvanda,
har Vejle hevur ligið næst
niðast í næstbestu donsku
deildini, men seinastu vik
urnar hava teir vunnið seg
burtur úr botninum. Teir
vunnu 3-2 sigur móti Fremad
Amager, ið hevði Finnur
Justinussen
á
vøllinum
seinastu løtuna, í einum dysti
sum annars bylgjaði aftur og
fram. Fremad Amager var í
hálvleikinum á odda 2-1, men
í seinna hálvleiki vendi Vejle
dystinum. Viljormur David
sen spældi allan dystin á lið
num hjá Vejle, har hann var
liðskipari.
Vendsyssel
skuffaði mest
Mest skuffandi úrslitið av
føroysku útisetunum um
vikuskiftið,
fingu
Mein
hard E. Olsen og René
Shaki Joensen, tá felagið
hjá teimum, Vendsyssel FF,
spældi lykladyst um upp
flyting í bestu donsku deild
ina. Felagið spældi á heima
vølli móti Næstved, ið liggur
undir niðurflytingarstrikuni,
meðan Vendsyssel stríðist
í oddinum. Men ógvuliga
skuffandi, endaði dysturin
við 1-1 javnleiki. Meinhard E.
Olsen byrjaði inn fyri Vend
syssel og varð útskiftur í
seinna
hálvleiki,
meðan
René S. Joensen, enn ikki er
tøkur, eftir at hann gjørdist
skaddur seinast í februar
mánað.
Hallur og Jóan
Símun í ósigrum
Eisini teir báðir føroysku
útisetarnir í bestu donsku
deildini, Hallur Hansson og
Jóan Símun Edmundsson,
høvdu eitt skuffandi um
far. Hallur Hansson og AC
Horsens møttu á heimavølli
Esbjerg, sum liggur niðast
í
bólkinum
hjá
teimum
í
endaspælinum.
Men
óvæntað
vann
Esbjerg
dystin á útivølli við 3-1, eftir
at støðan annars leingi hevði
verið 1-1 javnleikur. Tað var
ikki fyrrenn í endanum, at
Esbjerg skoraði avgerandi
málini.
Tá støðan var 1-1, hevði
Hallur Hansson annars ein
góðan møguleika at leggja
AC Horsens á odda 2-1, men
hann misnýtti.
Ringast gekk hjá Jóan
Símuni Edmundsson og OB
um vikuskiftið, sum vóru
bankaðir á útivølli móti
Randers FC. Teir taptu heili
4-0 í einum dysti, har OB
ongantíð fekk nakað sum
helst at rigga. Merkisvert var
annars, at júst somu feløg
spældu fyri eini viku síðani
í Odense í einum dysti, har
OB vann 1-0, og har felagið
av Fjóni spældi í meir enn
ein tíma við einum manni
í undirtali, eftir at ein OB
leikari fekk reytt kort.
So er hondbóltsárið komið at enda.
Kyndilskvinnur og hoyvíkingar vunnu greipuna
hetta kappingarárið. Í báðum førum er talan um
væl rikin lið, sum í eina tíð hava bygt upp og tað
sæst aftur á úrslitunum.
Kyndilskvinnur hava í longri tíð arbeitt við
at menna ein gyltan árgang og síðani leggja
afturat. Tað hevur í ár givið úrslit, tí tær grønu
hava nú yvirhálað tær bláu úr Neistanum.
Somuleiðis hevur H71 lagt eitt væl skipað
arbeiði til rættis í fleiri ár. Seinnu árini hevur
H71 staðfest seg sum fremsta hondbóltsfelag
í mannfólkahondbólti. Mansliðið er altíð
við í oddinum, og felagið liggur fremst
hvat gullheiðursmerkjum viðvíkur í
ungdómsdeildinum. Nú verður kvinnulið eisini
meldað til bestu deildina.
Hetta hevur eisini verið eitt søguligt og
ótrúliga spennandi kappingarár fyri føroyskan
hondbólti. A-landsliðini hjá kvinnum og
monnum hava spælt kappingar á heimavølli,
umframt at U21 landsliðið framdi bragdið við at
vinna seg til HM endaspælið.
Nú er lykilin at halda fram við
landsliðsarbeiðinum, so fleiri spælarar tíma at
halda áfram at spæla. Breiddin í hondbóltinum
er ein trupulleiki, tí serliga hjá kvinnum er
fráfallið stórt. Skal kvinnuhondbóltur vinna
fram, so mugu fleiri bjóða seg fram.
Hjá monnum er vónin, at bragdið hjá U21
landsliðnum setur síni spor í ungdómin, sum
spælir hondbólt. Nú er landsliðsarbeiðið í gongd
og tað er týdningarmikið, at spælararnir ganga
á odda við at virða tær treytir, sum fylgja við at
hava landslið.
Til lukku til Kyndil, H71 og landsliðsarbeiðinum
hjá HSF!
Lionel Messi er heimsins best
Cristiano Ronaldo skoraði í farnu viku hattrik
móti Bayern Munchen, so tað kann tykjast
løgið at skriva hesi orðini í dag, men avrikið hjá
Lionel Messi í “El Clasico” í gjár er eitt tað besta
einmansavrikið nakrantíð í einum so stórum
dysti.
Eg standi við, at Lionel Messi er heimsins besti
fótbóltsspælari – í mínum eygum. Hinvegin, so
atkvøddi eg fyri Cristiano Ronaldo til Ballon
d’Or seinast, tí har verður álagt at hyggja at
liðsigrum fyrst. Har var Cristiano Ronaldo við
bæði Real Madrid og Portugal omaná. Hyggur
tú bara at spælaranum, so er Lionel Messi í
løtuni í einum flokki fyri seg
trondur@sosialurin.fo
Til lukku
til Kyndil
VENDSYSSEL SPILTI
GYLTAN MØGULEIKA
Vendsyssel FF, har Meinhard E. Olsen og René S. Joensen spæla við, hevur
leingi verið væl við í kappingini um uppflyting í bestu donsku deildina. Men
um vikuskiftið spilti norðurjútska felagið gyltan møguleika í oddastríðnum
Úrslitini hjá føroysku útisetunum
um vikuskiftið:
Superligan, Danmark:
AC Horsens – Esbjerg FB 1-3 (Hallur Hansson, AC Horsens)
Randers FC – OB 4-0 (Jóan Símun Edmundsson, OB)
NordicBet Liga, Danmark:
Fremad Amager – Vejle BK 2-3 (Finnur Justinussen,
Fremad Amager. Viljormur Davidsen, Vejle BK)
Vendsyssel FF – Næstved 1-1 (Meinhard E. Olsen,
Vendsyssel)
Eliteserian, Noreg:
Lillestrøm – Brann 0-2 (Gilli R. Sørensen, Brann)
Meinhard E. Olsen og Vendsyssel taptu um vikuskiftið týdningarmikil
stig í oddastríðnum í næstbestu donsku deildini.