mánadagur 24. apríl 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
N
orrøna hevur nú 14 ár á baki, og hesi 14
árini eru ymiskar dagføringar og ábøtur
gjørdar so leypandi. Í vetur hevur einki
undantak verið í so máta, og hesaferð er serliga
nógv gjørt, so at ferðafólkini koma umborð til
eitt á summum økjum nærum spildurnýtt skip.
Nógv fleiri pláss til buffetina
Tað er eingin loyna, at eitt, sum ferðafólk altíð
gleða seg til, tá ið tey umborð á Norrønu, er
stóru Norrøna buffetina á dekk 6. Gravgangur
er eftir at sleppa at royna stóra sjálvtøkuborðið
bæði millum føroyingar og útlendingar, og
onkuntíð hevur verið trupult at fáa pláss.
Men í vetur er buffet-matstovan útbygd og
dagførd, so at hon í dag stendur sum spildurnýggj
og við nógv fleiri plássum. Gamla barrin á dekk
6, Naust Bar, sum var beint við síðuna av buffet-
matstovuni, er tikin burtur, og buffet-matstovan
er víðkað inn á tað økið. Hetta hevur við sær, at
í mun til fyrr, tá ið buffet-matstovan hevði pláss
fyri umleið 230 gestum í senn, so er plássið økt
heilt upp í 340 gestir, so tað er markantur munur.
Alt innbúgvið er skift út, og sjálv buffetin er
koyrd í tvey, so at tað skal ganga skjótari við at
fáa sær uppá tallerkin.
Samstundis hava tey, sum standa fyri mat
inum umborð á Norrønu, eisini dagført sjálva
matarskránna, so tað bíðar ferðafólkunum ein
heilt nýggj uppliving, tá ið tey koma umborð í
summar.
Simmer Dim eisini blivið størri
Vælumtókta A la Carte matstovan umborð á
Norrønu, Simmer Dim, er sera nógv vitjað, og tað
er meiri enn so komið fyri, at matstovan er full
um summarið, og fólk ikki fáa borð. Tí setti man
hjá Smyril Line sær fyri, at man skuldi fáa fleiri
pláss í matstovuna. Eitt rúm beint við síðuna
av matstovuni, har spælimaskinur áður stóðu,
bleiv tikið uppí matstovuna, og tí hevur Simmer
Dim nú heili 98 pláss í mun til 74 áður, altso ein
vøkstur uppá næstan ein triðing.
Umframt stóru broytingarnar á matstovunum
er eisini aðrar dagføringar gjørdar ymsastaðnis
umborð á Norrønu.
Nú er komið so mikið væl áleiðis, at eitt nú
eru øll útvendigu kømurini umborð dagførd, og
eisini í stóru barrini/náttklubbanum Saga er inn
búgvið og gólvini skift út, so alt er nýtt og tekur
seg ógvuliga væl út.
Lurta eftir ferðafólkunum
Umframt teir fysisku karmarnar, so hava tey hjá
Smyril Line eisini gjørt onnur átøk, sum øll skulu
gera sítt til, at ferðafólkini fáa eina enn betur
uppliving, tá ið tey ferðast við Norrønu. Fyrr
hevur tað ofta verið funnist at matinum umborð,
sum summi ikki hava hildið verið nøktandi, og
hetta er nakað, sum leiðlsan í Smyril Line hevur
hevur tikið til sín, og tí hevur man arbeitt miðvíst
við hesum seinnu árini, og nú kemur so at siga
ikki fyri, at ferðafólk ikki eru nøgd við góðskuna
á matinum og tænastuna umborð.
Smyril Line ger javnan kanningar millum
ferðafólkini til tess at fáa afturmeldingar uppá,
hvussu ferðafólk uppliva Norrønu, og stórur
dentur verður lagdur á at gjøgnumganga hesar
afturmeldingar og allatíðina optimera tað, sum
kann optimerast. Tað verður lurta eftir ferða
fólkunum, siga tey hjá Smyril Line.
Norrøna er gjørd
klár til summarið
Stórar umvælingar og útbyggingar eru gjørdar umborð á Norrønu í
vetur, so at flaggskip Føroya er klárt til summarið