Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 17 • 24. APRÍL 2017 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Undirhaldstiltak verður í Handilsgøtuni í Havn Í Dr. Jakobsensgøtu í Havn við síðugøtum verður livandi tónleikur, livandi modellir, hitapottar, smakkiroyndir og grísar og lomb verða grillað. – Tiltakið snýr seg í fyrsta lagi um at skapa eitt hugnaligt kvøld í Handilsgøtuni í miðbýnum í Havn Vilmund Jacobsen L eygardagurin 29. apríl verður ein serstakur dagur í Dr. Jakobsens­gøtu í Havn. Handlar og fyritøkur í gøtuni við síðu­ gøtum lata upp sum vanligt um morgunin, og opið verður til klokkan 23. Men, her verður ikki bara opið »by night«, sum tey rópa. Um kvøld­ið verður skipað fyri ymiskum tiltøkum og undirhaldi í gøtuni. Samskipararnir av tiltakinum, Bergtóra Ó. Poulsen, Bogi Vík, Páll Breckmann og Beinta Poulsen, siga, at endamálið við til­tak­ inum er at seta sjóneyku á handlar og fyritøkur, sum eru í handils­ gøtuni í Havn, sum Dr. Jakobsensgøta við síðugøtum er. Tað eru 28 handlar og fyritøkur, sum eru við í tiltakinum, og fyri okkum er eingin ivi um, at hesin parturin av býnum veruliga er handilsgøtan í miðbýnum. Hetta ætla vit eisini at sláa fast við tiltakinum leygardagin, 29. apríl. Samskipararnir vísa á, at tosað hevur leingi verið um at varpa Framhald á s. 13 UNDIRHALD & GOTT TIL GÓMAN Í ALLARI GØTUNI Skrá Livandi tónleikur Vit grilla grísar og lomb Myndaboks Heitir pottar Livandi modellir Okkurt áhugavert í handlunum GUÐRIÐ HANSDÓTTIR syngur kl. 19 TEMA: Páll Breckmann, Beinta Poulsen, Bergtóra Ó. Poulsen og Bogi Vík, samskiparar av tiltakinum í Handilsgøtuni Mynd: Miriam & Janus – ein perla í miðbýnum 845,- PR. NÁTT Í DUPULTKAMARI, ÍROKNAÐ MORGUNMATARBORÐ. Doktara Jakobsensgøta 14 - 16 · 100 Tórshavn Tel 500 600 · hotelhavn@hotelhavn.fo VIKUSKIFTISGISTING Á HOTEL HAVN Grafix 504251 PASSMYNDIR Beint yvir av fk Í MIÐBÝNUM