mánadagur 24. apríl 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA:
Vilmund Jacobsen
H
otel Havn er nýtt og stásiligt hotell í hand
ilsgøtuni í miðbýnum í Havn við adressuni
Dr. Jakobsensgøta 14-16.
Nýggja hotellið er í fýra hæddum, og í trimum
teimum ovastu hæddunum eru 19 spildurnýggj
hotellkømur - við wc, bað, sjónvarpi og interneti
í øllum kømrum.
Móttøka og høli við fleiri sitiplássum er í
niðastu hæddini, og elevatorur er millum allar
hæddirnar.
Fyri tey, sum ynskja sær gott útsýni, er ho
tellið í handilsgøtuni tann perfekta loysnin við
sera góðum útsýni yvir býin og havnalagið.
Tað er felagið, sum eigur og rekur kenda
gistingarhúsið Bládýpi, sum eisini eigur og rekur
Hotel Havn.
– Vit keyptu Bládýpi í 2010, bygdu um, tóku
niður og bygdu upp aftur í 2013 og 2014, og
nú hava vit eitt nútímans hotell við kømrum,
sum eru á sama støði sum hjá øðrum hotellum
í høvuðsstaðnum.
Páll Breckmann sigur, at hotell og gistingar
hús liggja sera væl fyri í Dr. Jakobsensgøtu, sum
við síðugøtum er vorðin størsta handilsgøta í
miðbýnum í Havn.
– Bládýpi er væl vitjað av bæði útlendingum
og føroyingum, og navnið er kent víða um lond.
Kømrini her hava eisini serstakt wc og bað, og
nú nýggja hotellið er komið, eru samlaðu fasili
tetirnir, sum gestirnir kunnu njóta, nógv betri
enn áður, sigur hann.
Morgunmatarbuffét
Hvønn morgun frá klokkan 07-10.30 bjóðar
Hotel Havn góða morgunmatarbuffét, sum ikki
bara er ætlað hotel- og gistingarhúsgestum,
men sum eisini er opin fyri almenninginum.
– Tað er lutfalsliga nýtt hjá okkum, at vit
hava opið alment til morgunmatarbuffét, og
hetta hevur riggað væl, eins og vit hava havt
fleiri og fleiri vitjandi um morgnarnar, sigur Páll
Breckmann.
Tey, sum ynskja sær eina tænastu hjá Hotel
Havn, kunnu altíð ringja á tlf. 500600 og spyrja
seg fyri.
– Vit eru eisini at finna á www.hotelhavn.
com – og á facebook, og fólk kunnu bíleggja sær
kømur umvegis heimasíðuna ella við at ringja
beinleiðis til okkara, sigur Páll Breckmann, sum
leggur aftrat, at tey leggja ógvuliga stóran dent
á tænastuna og at ganga viðskiftafólki á møti
við teirra ynskjum.
Á Hotel Havn fæst kaffi allan dagin, og fólk
eru eisini í móttøkuni í dagtímunum.
Telduposturin hjá Hotel Havn er
hotelhavn@hotelhavn.fo
Hotel Havn við útsýni
yvir býin og havnalag
Hvønn morgun frá klokkan 07-10.30 bjóðar Hotel Havn í Handilsgøtuni góða morgunmatarbuffét,
sum ikki bara er ætlað hotel-og gistingarhúsgestum, men sum eisini er opin fyri almenninginum
Feðgarnir, Páll og Jógvan Breckmann, sum skipa fyri á Hotel Havn og gistingarhúsinum, Bládýpinum
Mynd: Miriam & Janus