Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 17 • 24. APRÍL 2017 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: ljós á Dr. Jakobsensgøtu við síðugøtum, sum Handilsgøtuna, men nú til­takið verður, hava tey handlað rættiliga impulsivt, sum hann tekur til. Dr. Jakobsensgøta er meginæðrin í Hand­ils­ gøtuni við síðu­gøt­unum, Tróndargøtu, Sverris­ gøtu, Magnus Heinasonargøtu, Bøgøtu og Tórs­ gøtu. Tað eru handlar og fyritøkur í hesum um​ hvørvi, sum hava tikið seg saman og nú bjóða til ymiskt undirhald og gott til góman í Handils­ gøtuni. Handlarnir Hjá Kissa og Maria Poulsen í Tórsgøtu eisini eru við sum partur av Handils­ gøtuni í miðbýnum. Ymiskt á skránni Tá tiltøkini í Handilsgøtuni byrja leygarkvøldið, verður gøtan stongd fyri bilaferðslu. Annars byrjar dagurin, sum ein vanligur leyg­ar­dagur, har FK-handilin letur upp klokk­ an 07, og Hotel Havn borðreiðir við morgun­ matar­buffét frá klokkan 07-10.30. Kvøldið í Handilsgøtuni endar klokkan 23. – Grillin verður tendrað nakað út á seinna­ partin, og tá klokkan verður um 18-19, verður høvi at keypa sær grillað svína- og lambskjøt við eplasalat og øðrum góðum afturvið. Vit hava keypt fýra grísar og tvey lomb til grillina, og selt verður so leingi, sum nakað er eftir. Umframt at nøkur borð verða sett upp í gøtuni til teirra, sum keypa sær mat, verða eisini tríggir hitapottar settir upp, eins og ætlanin er, at Hotel Havn fer at hava okkurt leskandi. Í Handilsgøtuni verða eisini ymiskar tón­leika­ framførslur, og eitt nú fer Guðrið Hans­dóttir at framføra klokkan 19. DJ verður, sum kvøldið gogur, og eisini verða onkrar tónleikaframførslur kring um í handlunum í gøtuni. Livandi modellir fara at sýna fram klæðir í gøtuni og á ballónum, sum modellini hava fest í seg, verður sagt, hvør hand­ilin, ið selur klæðini, er. – Hugskotið aftan fyri by night-tiltakið í hand­ilsgøtuni er í fyrsta lagi, at fólk skulu fáa eina góða uppliving, og so kann vera, at onkur handil ella fyritøka eisini hevur okkurt for­vitnis­ ligt tilboð. Men, í fyrsta lagi snýr tiltakið seg um at skapa eitt hugnaligt kvøld í Handilsgøtuni í mið­býnum í Havn, siga fyriskipararnir. DR. Jacobsensgøta 18 · 110 Tórshavn · www.siri.fo · www.facebook.com/siri.fo Vit gera eisini nógv serligt burturúr Grafix 504251 Te l 312 001 | bu ny ti@ m p.fo | w w w.m p.fo Maria Poulsen Búnýti Unico vasi. 499,95 Unico fjalari. 449,95 Unico vasi. 349,95 NÝTT OG LEKKURT Hygg inn á gólvið og síggj okkara nýggju spennandi vøru frá Kähler. Sverrisgøta 20 · P.O.Box 1199 · FO-110 Tórshavn · tlf 34 26 00 · faroe@travel.fo · www.travel.fo FLOGFERÐIR • PAKKAFERÐIR • HOTELL • BILALEIGA • CHARTERFERÐIR • NORRÖNA - Ferðaseðlar um allan heim AALBORG AARHUS AMSTERDAM ATHEN BARCELONA BERGEN BILLUND CYPROS EDINBURGH FLORIDA GRAN CANARIA KEFLAVÍK KEYPMANNAHAVN LONDON MADRID MALLORCA OSLO PARÍS REYKJAVÍK RHODOS ROM SARDINIA STAVANGER STOCKHOLM Grísar og lomb verða grillað, og selt verður so leingi, sum nakað er eftir. Tríggir hitapottar verða í Handilsgøtuni. Guðrið Hansdóttir framførir klokkan 19. Eisini verður annar tónleikur á skránni Framhald av s. 11