Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-24, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. apríl 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 17 • 24. APRÍL 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: Nógv sera góð tilboð frá Torkilsdóttir og FÍL Serstøk og fjálg klæðir til móðir og barn Grafix 504251 nógv nýtt lekkurt í handlinum útvaldar vørur - 25% okkurt gott til góman Grafix 504251 Vilmund Jacobsen S oul Made, sum Beinta Poulsen eigur og rekur, hevur handil í Tróndargøtu 29 í Havn, og fyritøkan verður eisini við í forkunnuga by nigth-tiltakinum í Handilsgøtuni í miðbýnum leygarkvøldið 29. apríl. Føroyska klædnamerkið – Soul Made – er kent bæði her heima og uttanlands, og Soul Made hevur enntá verið víst fram á stórari móta­ sýning í sjálvum Eiffel-torninum í París. Klædnapløggini hjá Soul Made eru serstøk, unikk og tey bera brá av traditionellum før­oysk­ um við íblanding av norðurlendskum ser­merkj­ um. EINSTAKT er tað nýggja Beinta Poulsen sigur, at tey seinnu árini hava marknaðarført Soul Made undir navninum EINSTAKT, og í hesum liggur, at hetta eru ser­ støk – ella unikk – klædnapløgg til bæði kvinn­ una og mannin. – Vit hildu, at tíðin var komin til at finna eitt føroyskt inspirerað navn. Alt, sum vit selja, er okkara egna sniðgeving, og vit leggja dent á tað bundnað, sum bæði er hondbundin og maskin­ bundin klædnapløgg. Vit hava eisini seymaði pløgg, sum eru sniðgivin hjá okkum. Beinta Poulsen, sum er útbúgvin sniðgevi, búði í sínari tíð í Keypmannahavn í 12 ár, og í 2004 byrjaði hon fyritøkuna, Soul Made. Selja eisini uttanlands Soul Made hevur eisini havt vindin í seglunum uttanlands, og klæðini hjá føroysku fyritøkuni verða seld í fleiri handlum í Danmark, umframt at tey eisini kunnu keypast í einstøkum øðrum londum. – Eg trúgvi, at út við helmingurin av okk­ ara sølu í dag liggur uttanlands, og vit selja eisini á netinum. Hon sigur, at klæðini hjá EINSTAKT hava góð­ an passform, sum tað verður rópt, og tey eru úr góðum kvaliteti. Góð tilboð Beinta Poulsen sigur, at tey gleða seg til leygar­ dagin, tá tiltakið verður í Handilsgøtuni, og tey fara eisini at hava onkur góð tilboð. – Vit hugsa eisini um at fáa onkran inn at spæla tónleik, leggur hon aftrat. EINSTAKT er nýggja sølunavnið