mánadagur 24. apríl 2017síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
19
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA:
AnniJanni
við grafiskari
sniðgeving
Vilmund Jacobsen
Í Dr. Jakobsensgøtu 3 í Handilsgøtuni í Havn
hava kvinnurnar, Anni Arge Lamhauge og Janni
Johansen, ið báðar hava útbúgving og royndir
sum grafiskir sniðgevar, reklamuvirkið AnniJanni.
Fyritøkan AnniJanni arbeiðir við sniðgeving,
búmerkjum, plakatum, emballasju, faldarum og
bóklingum fyri viðskiftafólk. Men, arbeiðsøkið
hjá AnniJanni fevnir rættiliga breitt, tá ræður
um grafiska sniðgeving.
– Vit gera eisini heimasíður, webbannarar
og power point-framløgur, eins og vit prýða
ársfrágreiðingar og roknskapir.
Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen siga,
at tær eisini arbeiða við lýsingum og lýsingar
átøkum fyri viðskiftafólk og fyritøkur, og soleiðis
gera tær eitt nú afturvendandi tilboðsblaðið
hjá Á-handlunum, eins og tær eisini hava gjørt
heimasíðuna hjá Á.
– Vit halda, at heimasíðan hjá Á er sera væl
eydnað við livandi myndum og einari uppseting,
har mest sum alt innihaldið er á forsíðuni. Her
er einki klikk, men bara »skrull«, sum tær báðar
taka til.
Ein onnur heimasíða, sum AnniJanni eisini
hava gjørt, er heimasíðan www.framtak.fo
Millum størru fyritøkurnar, sum reklamuvirkið
arbeiðir fyri, er eitt nú Magn. Her hava tær í
samstarvi við marknaðarfólkini sniðgivið nýggja
branið Gómin, har tær hava gjørt búmerki,
emballasju, lýsingar, faldara og plakatir.
Stórt og smátt
AnniJanni gera nógvar ymiskar uppgávur, bæði
stórar og smáar, fyri viðskiftafólk, fyritøkur og
kommunur, og tær taka eisini myndir av ymisk
um produktum, tá hesar eru partur av teirri tæn
astu, sum grafiska fyritøkan veitir.
Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen siga,
at í fleiri førum levera tær allan »pakkan« til
viðskiftafólk – og í øðrum førum, tá talan eitt
nú er um prentlutir av ymiskum slag, hava tær
undirveitarar.
– Vit umsita gjarna alt frá hugskotinum til
endaliga úrslitið, tá viðskiftafólk ynskja tað,
leggja tær báðar aftrat.
Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen,
sum eiga og reka reklamuvirkið
AnniJanni í Handilsgøtuni í miðbýnum
Mynd: Miriam & Janus
Grafix 504251
HVØRT VIKUSKIFTIÐ
LIVE
TÓNLEIKUR
29. apríl lata vit
20%
av allari vøru
Grafix 504251