mánadagur 24. apríl 2017síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Terji Hansen
Stólurin
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Positivur, glaður og skechersfreak
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Samsung
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Eitt summar, tá børnini vóru smá, fóru
vit hvønn dag í átta dagar út í føroysku
náttúruna – tað var fantastiskt
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Skechers
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM:
Skónum og eygunum
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tað er so nógv, sum gleðir meg. Tá
tað gongst børnunum væl, gott veður
og tá Víkingur og Liverpool vinna
HVAT STRESSAR TEG?
Píkadekk og uppskotið til
nýggja fiskivinnuskipan
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
RÆST KJØT – ELLA EIN MARSBAR :-)
Ræst kjøt ella ein marsbar :-)
HVAT GLEÐIR TEG?
At HANN rópti tað er fullgjørt á krossinum.
Annars m.a. ein rennitúrur við hundinum
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tá Víkingur vann FM
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Stjóri á Skósøluni við Gøtugjógv
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Nógvum ymiskum, tó mest country
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Alnótin og samskiftistól/miðlar
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Familjan
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Brúka skóhorn
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Tveir hundar
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Goldið lán út, givið til vælgerandi
og farið eina feriu
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Fyrst hevði eg svímað! Givið børnunum
fittan part. Givið trúboðarum og latið til
vælgerandi felagsskapir. Bygt nýggjan handil
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Náttúran er heilt einastandi
vøkur, frælsið og tryggleikin
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Kanska uppi á mars ? :-)
Renning besti heilivágur
fyri likam og sál
Besta við
Føroyum er
náttúran, frælsið
og tryggleikin