mánadagur 24. apríl 2017síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 24. APRÍL 2017
29
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
HA HA!
✿ ✿ ✿
– Fantastiskt ár, segði John. – B36 hevur
ongan dyst tapt enn!
– Hvussu nógvar dystir hava tit spælt?
– Fyrsti dystur er komandi sunnudag!
✿ ✿ ✿
Arnbjørg segði við Elin í Gundadali:
- Hvat er støðan?
– Eitt – null!
– Hvør hevur gjørt málið?
– Ein timburmaður!
✿ ✿ ✿
– Maður mín liggur á sjúkrahúsinum
við fótbóltsskaða!
– Fótbóltsskaða?
– Ja, eftir dystin millum HB og B36
í gjár.
– Spælir maður tín fótbólt?
– Neiii, men hann fer altíð í HB-húsið
at hugna sær eftir dystin!
✿ ✿ ✿
Petur kom niðan á vøllin og rætti ein
50-krónuseðil fram.
– Tað kostar 100 krónur, segði
vaktin.
– Eg veit, men eg ætli mær bara at
hyggja at HB!
✿ ✿ ✿
– Hvussu endaði dysturin, Anni?
– 2-2, men tað kundi væl verðið øvugt!
✿ ✿ ✿
- Tú Karis! Hví eru fótbóltsspælarar í
stuttum buksum?
- Viss teir ikki vóru tað, so blivu teir
fongslaðir!
✿ ✿ ✿
VISTI TÚ?
… at tá menn taka nógvar sjálvsmyndir og
leggja tær á sosialar miðar, so fortelur tað
nakað um teir? Í hvussu so er vísir ein kanning
hjá Ohio Stat University, at hesir menn eru
meira narsissistiskir og psykopatiskir enn í
miðal!
Ja, mongum verður granskað í .....
... at franskar flættur í Fraklandi verða kallaðar
afrikanskar flættur !
… at eyguni eru líka stór, tá tú doyrt sum tá tú
vart fødd !
… at svarta amerikanska bjørnin rennur upp til
64 km/t. Tað vil siga at hon klárar at fanga ein
hest, sum fer tvísporandi avstað !
Fígging til smáar og
miðalstórar fyritøkur
Útnorðurgrunnurin hevur til endamáls at stuðla undir vinnuliga
menning og samstarv í útnorði við lánsfígging til føroyskar og
grønlendskar fyritøkur.
Lesi meira um fíggingarmøguleikar og treytir her ella ring til
Sverra Hansen stjóra á telefon 31 63 36
Vestnordenfonden · Postboks 8096 · Sigtún 42 · IS 128 Reykjavik
Telefon FO: 31 63 36 · vestnorden@vestnorden.is · ww.vestnorden.is
VESTNORDENFONDEN