Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar Umboð í Norður­ landa­ráðið 1969: Taka vit av ella ikki? Sosialurin skrivar soleiðis 13. au­gust í 1969: »Føroyingum stendur í boði at fáa tvey umboð í Norð­ ur­landa Ráð­ið. Villi Sør­en­sen: Um Javnaðarflokkrin góð­tek­ ur uppskotið, verður tað við teirri treyt, at um­boð­ini skulu halda fram við stremb­an­ini at fáa fullu við­ur­kenn­ing­ina. Føroyingum stendur nú í boðið at fá tvey uymboð í Norð­ur­landa Ráðið, sum verða vald av løg­tingi og lands­stýri. Tað fyrsta sum hendur í hes­um máli er, at tað verður fyri­lagt løgtinginum, og verð­ ur hetta gjørt so skjótt sum gjør­ligt. Hvørja støðu landsstýrið fer at taka er ógreitt. Um støðu Javnaðar­ floks­ins sig­ur Villi Sør­en­ sen, lands­stýr­is­mað­ur, at upp­skot­ið verð­ur fyrst og fremst lagt fyri ting­menn­ inar, áðrenn enda­lig støða verð­ur tikin. Um Javnað­ar­ flokk­urin góðtekur upp­skot­ ið, verður tað við teirri treyt, at tey umboð sum verða vald í ráð­ið, skulu halda fram við stremb­anini at fáa javn­bjóð­ is um­boðan við hini norð­an­ lond­ini, endar Villi Sør­en­sen við­merk­ingar sínar til upp­ skot­ið um føroyska luttøku í Norð­ur­landa Ráðnum.« Ætlanir um at byggja tríggjar risa­trol­arar fyri 100 milliónir SOSIALURIN 1979 1979: Skulu taka 2.000 tons og fiska undir Føroyum S osialurin skrivaði soleiðis 10. feb­ruar í 1979: »Eftir føroyskum viður­skift­ um eru tað risastórir trolarar, ið her er tal­an um at byggja. Sosialurin hev­ur frætt, at tað eru trý ymisk feløg í Føroyum, sum ar­ beið­a við ætlanini at byggja tílík skip. Eitt av hesum feløgum er P/F Vest­ ur í Vestmanna. Reiðaríið Vestur hev­ ur átt fleiri skip, sum tó øll eru seld nú. Skipini vóru Gullfinnur, Vest­finn­ ur og Norðfinnur. Jákup Hansen, stjóri í P(F Vestur vátt­ar fyri Sosialinum, at tað verður um­hugs­að at keypa ein tílíkan trolara. Hann leggur tó afturat, at enn er einki av­gjørt. Í løtuni verður arbeitt víðari við ætlanini. 240 føtur Trolararnir, sum talan er um, er 240 føt­ur langir og kunnu lasta 2.000 tons. Teir hava góða maskinorku, ein­ar 5.000 hestar. Roknað verður við, at danskar ella norskar skipa­ smiðj­ur kunnu byggja eitt tílíkt skip fyri um­leið 35 milliónir krónur og lata skipið eftir einum ári. Jákup Hansen sigur víðari, at síðani Vestur seldi skipini hevur fel­ ag­ið nakað av peningi, sum ætl­anin er at seta í skip. Teir hava í hes­um sam­ bandi umhugsað at seta pengarnar í ein stór­an trolara. Hesin trolarin skal trola eftir svartkjafti og botnfiski á djúp­un vatni undir Føroyum. Ætlanin er, at skipið eisini skal kunna royna við nót eftir øðurm fiska­sløg­um sum lodnu og makreli. Hetta er so eisini ein spurningur, hvar vit fáa loyvi til at veiða í framtíðini. Fleiri spurn­ing­ar eru eftir at kanna. Hetta eru spurningar um fíggjan, rakst­ur og inntøku av veiðiini. Tað er greitt, at skal eitt skip, sum fisk­ar svartkjaft, klára seg, á tað hava stóra mask­in­orku og kunna taka nógv.« Hósdagin fall dómur í Hægs­ta­rætti í tí sonevnda Disko­tek­klubba­máli­ num. Teir báðir saksøktu, Petur Ol­i­var í Hoyvík og Árni C. Joensen vórð­u fríkendir. Tað var í 1977, at táverandi nevnd­in í Diskoteque Club stevndi teim­um báðum eftir 534.600 krón­ ur, sum hon metti, at teir høvdu tik­ ið sær sum samsýning fyri ar­beið­ ið uttan heimild, meðan teir sótu í nevnd­ini. Málið var fyri í Føroya Rætti, og fall dómur her í februar 1979. Dóm­urin ljóðaði uppá, at saksøktu skuldu gjalda aftur til Diskoteque Club 204.600 krónur. Hvørgin parturin var nøgdur við dóm­in, og skutu báðir partar dómin inn fyri landsrættin. Í november sama ár fall dóur í lands­rætti­num, og ljóðaði hann upp­á, at saksøktu skuldu gjalda 120.300 kr aftur til Ciskoteque Club. Petur Olivar í Hoyvík og Árni C. Jo­ensen vóru heldur ikki nøgdir við av­gerð­ina hjá landsrættinum og skutu dómin inn fyri Hægstarætt. Meðan Hægstirættu hev­ur arbeitt við málinum er vitni­frá­ greið­ing farin fram einaferð aft­u­ rat. Vitnifrágreiðingin fór fram í Før­oya rætti í vár. Avgerðin um at skjóta dómin inn fyri Hægsarætt loysti seg, tí frá ein­ um kravi upp á 534.600 kr vóru teir frí­kendi­r. Diskotekklubbamálið avgjørt í Hægstarætti: 1981: Petur Olivar í Hoyvík og Árni C. Joensen vórðu fríkendir Stórur franskur trolari undir Føroyum. Skulu vit veiða meira av svartkjafti sjálvir, mugu vit hava tílíkar stórar trolarar Villi Sørensen, landsstýrismaður Petur Olivur í Hoyík og Árni C. Joensen, vórðu fyrst dømdir í Føroya Rætti, síðani í Landsrættinum, men at enda fríkendir í Hægsta Rætti. Diskotekklubbiní Havn hevði kravt teir eftir góðari hálvari millión krónum