týsdagur 25. apríl 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48
Vilja ikki til Suðuroyar
at ganga í skúla
Tað er ringt at fáa útbúgvið fólk at arbeiða í eldraøkinum. Í Tórshavnar Býráð hava
tey eitt uppskot um, hvussu tann trupulleikin kann loysast, men nú er málið útsett
Áki Bertholdsen
– Vit mugu ásanna, at tað
er ringt at fáa útbúgvið
starvsfólk til eldraøkið, og
tað er ein avbjóðing, vit
mugu taka í álvara.
Tað staðfestir Annika
Olsen, borgarstjóri í Havn.
Og í Tórshavnar Býráð
hava tey havt eitt uppskot
um,
hvussu
trupulleikin
kann loysast. Í hesum sam
bandi hava bæði umsitingin
hjá Tórshavnar Býráð, og
eldranevndin hjá býráðnum,
mælt til, at býráðið heitir á
landsstýrið um at skipa eina
útbúgving til heilsuhjálpara
og heilsurøktara í Havn.
Hetta eru annars út
búgvingar, sum longu eru á
Heilsuskúlanum í Suðuroy.
Men tey halda tað er
nettupp ein av trupulleik
anum, at heilsuskúlin er í
Suðuroy.
Tað ger, at fleiri setast
aftur, tí tey síggja seg ikki
før fyri at fara til Suður
oyar at nema sær hesar út
búgvingar, siga tey í býráð
num.
– Talan er í flestu førum
um kvinnur við familju, ofta
við smærri børnum, og og
tær hætta sær ikki at vera í
Suðuroy í hálvtannað til trý
ár at fáa nema sær útbúgv
ing, siga tey í býráðnum.
Tey vísa eisini á, at ein
leyslig kanning vísir, at var
skúlin
norðanfyri,
hevði
eini 30 ófaklærd starvsfólk
í eldrarøktini í Havn farið í
skúla.
– Staðfestast kann, at
tá hesar heilsuútbúgvingar
bara kunnu takast í Suðuroy,
er tað ein forðing hjá fleiri,
siga tey í Tórshavnar býráð.
Tí mæla umsitingin
í Tórshavnar býráð, og
eldranevndin til, at býráðið
heitir á Mentamálaráðið um
eisini at skipa eina heilsu
hjálpara- og eina heilsu
røktaraútbúgving í Havn,
sum so kemur afturat út
búgvingini, sum er í Suðuroy
Málið útsett
Sum tað sá út skuldi málið
leggjast fyri býráðið í hesi
vikuni
a
t
t a k a
støðu
til.
Men nú sigur Annika
Olsen, at hon fer at taka
málið av skrá, tí tað er ikki
búgvið til at taka støðu til
enn.
Hon sigur, at málið er
ikki búgvið at taka støðu til,
tí tað skal lýsast betur. Men
akkurát hvørjir upplýsingar
tað eru, sum mangla, vil hon
ikki siga nakað um.
Men spurningurin er so
um tað merkir, at tey fram
vegis halda, at tað er rætt at
skipa eina slíka útbúgving í
Havn, men at málið bara er
útsett?
Men tað hevur Annika
Olsen onga viðmerking til
enn, sigur hon
– Vit mugu ásanna, at
tað er ringt at fáa útbúgvið
starvsfólk til eldraøkið, og
tað er ein avbjóðing, vit
mugu taka í álvara, sigur
hon.
Spurningurin
er
so,
hvørja støðu vit hava, og
hvør loysnin verður, men
tað verður so ikki enn, at
málið verður búgvið at taka
støðu til, sigur Annika Olsen
í eini stuttari viðmerking.
Sostatt kann hon heldur
ikki meta um, antin úrslitið
framvegis
verður,
at
Tórshavnar Býráð heldur
fast við ynskið um at skipa
eina
heilsuútbúgving
í
Havn, ella um tey koma til
eina aðra niðurstøðu, tá ið
allir upplýsingar eru fingnir
til vega.
AVBJÓÐING
kjøt sum fer beint í hjallin.
Og úrslitið er, at tað er ger
tað, leggur hann afturat.
Tey heilsufakligu tilmæl
ini
frá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni eru nevniliga,
at krovið skal hongjast í
hjallin, sum skjótast, so at
tað kólnar og at luft sleppur
væl at tí.
Kjøt skal goymast kalt
og eigur ikki at verða hongt
upp at turka ta tíðina, tá ið
tað er lýtt í veðrinum, sigur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tískil skal hitin í hjallin
um vera undir sjey stig, siga
tey.
Vit ætlaðu at fáa eina við
merking frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, men tey hava
stongt í skrivandi løtu, sum
var í gjár, flaggdagin.
Í BLINDUM
Í allar dagar hava vit
kjakast um, hvussu kjørt
skal hagreiðast fyri at
fáa tað at smakka, men
nú er tað fyri fyrstu ferð,
staðfest við royndum,
sum hava vart í fimm ár
FO-110 Tórshavn | Postboks 104 | Tel 350 250 | Faks 350 251 | Mail: info@vh.fo | www.vh.fo
Móttøka
Í sambandi við, at
Petur Hans Dahl
og Christian Poulsen
fara frá fyri aldur, verður
móttøka á Vinnuháskúlanum í Nóatúni
fríggjadagin 28. apríl frá kl. 15 – 17
Øll eru hjartaliga vælkomin
IKKI BÚGVIÐ
Skal ein sama
slag útbúgving til
heilsuhjálpara og
heilsurøktara, sum longu
er í Suðuroy, eisini setast
á stovn í Havn. Tað er
spurningurin, sum er til
viðgerar í Tórshavnar
býráð, men Annika Olsen,
borgarstjóri, sigur, at
enn er spurningurin ikki
búgvin at taka støðu til