Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Áki Bertholdsen Fyri at fáa tað besta skerpi­ kjøtið, skal kjøtið verða hongt í eitt heitt rúm í eitt sam­døgur, áðrenn tað verður hongt í hjallin at turka. Tað er niðurstøðan av roynd­um, Búnaðarstovan hev­ur gjørt hesi seinastu fimm árini, við tí endamáli at kanna, hvussu farast skal fram fyri at fáa skerpikjøt at smakka væl. Á Búnaðarstovuni eru tey fullgreið yvir, at hetta er beint ímóti tilmælunum frá Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ uni, tí tey mæla til, at kjøtið skal hongjast í hjallin beint sum tað er flett. Men Rólvur Djurhuus, ráðgevari á Búnaðarstovuni, sigur, at endamálið við Bún­ aðar­stovuni er nettupp at gera royndir. Og hann vísir á, at í roynd og veru er tað ongantíð kannað, hvussu kjøt skal hagreiðast fyri at fáa tað at smakka, og tí hava tey eisini gjørt royndir á hesu­m øki. – Hetta er heldur ikki eitt tilmæli um at hagreiða kjøt upp á ein ávísan, men hetta er bara fyri at fáa eina vitan til vega, sum síðani kann brúkast í kjakinum framyvir, sigur hann. Áhugavert páhald Er tað nakað, sum má met­ast at vera tjóðarmatur før­oy­ inga, má tað vera skerpikjøt. Føroyingar hava etið skerpikjøt í øldir, men líka leingi, sum vit hava etið skerpikjøt, hava vit eisini kjak­ast um, hvussu tað er best at hagreiða kjøtið fyri fáa tað at smakkað væl. – Undirtøkan fyri hesum forna mati er vaksandi mill­ um fólk, og nógv verð­ur gjørt burtur úr smakk­in­um, staðfesta tey á Búnaðar­ stovuni. Og meiningarnar um, hvussu kjøt skal hagreiðast fyri at fáa tað at smakka, eru næstan líka nógvar, sum tað eru bøndur í Føroyum, og hvør hevur sín máta at hagreiða kjøtið upp á, sum tey trúgva fult og fast upp á, gevur tað besta úrslitið. Á Búnaðarstovuni vísa tey á, at í nýggju Seyðabókini sigur Robert Joensen, at av royndum munnu føroyingar hava lært, hvussu teir skuldu fáa gott og passaliga ræst skerpi­kjøt. – Var kalt í veðrinum, lótu menn krovini hanga inni í roykstovuni eitt ella tvey samdøgur, eftir at flett var. Tí krov, sum tornar í kulda, fær ongan smakk, tað ræstnar ikki, skrivar fólka­ lívsfrøðingurin úr Klaksvík. Á Búnaðarstovuni settu tey sær fyri nøkrum ár­um síðani at kanna hetta pá­ haldið hjá Roberti Joensen. – Hetta er eitt áhugavert uppáhald, men okkum vit­ andi eru ongar nágreiniligar royndir gjørdar fyri at eftir­ kanna, hvussu álítandi henda gamla vitanin er, sigur Rólv­ur Djurhuus. Hann vísir á, at hesi fimm árini, royndin hevur vart, geva eina mynd av, hvussu tað besta úrslitið fæst, men at ætlanin er at halda fram við royndunum í nøkur ár afturat. Tólv krov av veðurlambi Hann sigur, at fyri at gera royndirnar brúktu tey krov­ ini av 12 veðurlombum. Tey vóru øll flett sama dag og tey vigaðu ímillum 28 og 32 pund. Tá ið tey vóru flett, vórðu tvey av krovunum beinan­ vegin hongd í eitt kølirúm har tað vóru fimm hitastig, og har hingu tey í eina lítla viku, áðrenn tey vórðu hongd í hjallin. Samstundis vórðu tvey onnur krov hongd í hjallin beinanvegin. Øll hini krovini vorðu hongd upp inni í 14 hita­ stigum, áðrenn tey vórðu hongd í hjallin. Síðani vórðu tvey krov hongd í hjallin um dagin, soleiðis at tvey krov vórðu hongd í hjallin, eftir at tey fyrst høvdu hingið inni í ein dag, tvey krov vórðu hongd í hjallin eftir at tey høvdu hingið inni í tveir dagar, og so framvegis, til øll krovini vóru komin upp at hanga í hjall­inum. Bøgir og tjógv vórðu skor­in burtur úr so hvørt og vórðu hongd at turka Frá í desember til í juni vórðu átta smakkiroyndir gjørdar av kjøtinum, fýra smakki­royndir av bógvi og fýra av tjógvi. Eitt lið av dómarum dømdu smakkin á kjøtinum og góvu tí stig frá 0 til 10, har 0 var tað vánaligasta kjøtið og 10 var tað besta kjøtið. Rólvur Djurhuus sigur, at sum heild hava dómararnir verið teir somu ár um ár og talan er um púra vanlig fólk, eini 10 í tali, ið bara skuldu siga sína hugsan um kjøtið og geva tí stig hareftir. Best at hanga inni fyrst Og úrslitið vísir, at kjøtið, sum hekk inni í 14 stigum í ein dag, áðrenn tað varð hongt í hjallin, fekk tað besta skoðs­málið frá dómarunum, tí tað fekk 6,03 stig av teim­ um 10 stigunum, sum var tað besta skoðsmálið. Tað sæst eisini á stabba­ myndini, sum vísir úrslitið av smakkiroynd­unum. Hinvegin fekk kjøtið, sum varð hongt í hjallin, beint sum tað varð flett, tað vána­ ligasta skoðsmálið, tí tað fekk bara 4,3 stig og kjøtið sum varð hongt í kølirúm, áðrenn tað varð hongt upp, fekk næstvánaligasta skoðs­ málið, tí tað fekk 4,41 stig. Sum heild fekk kjøtið, sum hekk inni í 14 stigum áðrenn tað varð hongt í hjall­in, betri skoðsmál frá teim­um 10 dómarunum, enn kjøtið fekk, ið varð hag­ reitt eftir forskriftunum hjá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni, staðfestir Rólvur Djurhuus. Beint ímóti Úrslitið, Búnaðarstovan er komin til, er beint ímóti teim­um heilsufak­ligu til­ mæl­unum frá Heilsu­frøði­ ligu Starvs­stovuni – Tá ið vit hava tosað um, hvussu kjøt skal hagreiðast fyri at fáa smakk í, hevur hvør havt sín máta, men í roynd og veru eru vit farin fram í blindum, tí ongar royndir eru gjørdar á hesum øki, sigur Rólvur Djurhuus. Og nettupp tað er enda­ málið við hesum royndunum, og endamálið er sostatt ikki at ganga ímóti tilmælinum frá heilsufrøðiligu Starvs­ stov­uni. Hetta er ikki ein roynd hjá Búnaðarstovuni at fáa fólk at gera ímóti tilmælunum frá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni, men at hetta var ein roynd við tí endamáli at vita um hald er í páhaldinum um, at kjøt, sum hongur inni, áðrenn tað verður hongt í hjallinsmakkar betur enn Eftir at hava gjørt royndir í fimm ár, hava tey á Búnaðarstovuni funnið uppskriftina upp á at fáa skerpikjøt at smakka væl – men uppskriftin er beint ímóti boðunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni SOLEIÐIS FÆRT TÚ SKERPIKJØT AT SMAKKA VÆL Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKERPIKJØT FYRST HEITT, SÍÐANI KALT Hendan stabbamyndin vísir, at verður eitt krov hingt heitt, áðrenn tað verður hongt í hjallin, fer skerpikjøtið at smakka betri. Kjøt av krovi, sum hevur hingið heitt í ein dag, smakkar best, men kjøt av krovið, sum er hongt beint í hjallin eftir at tað er flett, smakkar ikki líka væl