týsdagur 25. apríl 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KIRKJAN Í SANDAVÁGI 100 ÁR
Sandavágur er gomul kirkjubygd.
Eingin veit tó at siga, hvussu nógv
ar kirkjur hava verið í bygdini,
men roknskaparbókin fyri Vágar,
sum byrjar í 1691, umtalar kirkju í
Sandavági.
Annars varð kirkja bygd í 1716,
1741, 1805, 1863, og kirkjan, sum nú
er, varð, sum nevnt frammanfyri,
bygd í 1917, so at úr skrivligum
keldu vita vit um seks kirkjur hesi
seinastu 300 árini.
Soleiðis verður greitt frá í bók
ini hjá Heina F. Petersen og Jó
annesi Heinesen »Av fjalli at fjøru
strond(II)
»Í Færøsk Kirketidende« Redi
geret af Pastor A. Joensen 27. Aarg.,
15. Maj 1917, nr. 10 er nágreinlig um
røða av kirkjuvígsluni í Sandavági
tann 29. apríl í 1917, sum bæði er
áhugaverd og stuttlig at lesa, og
í blaðnum standa eisini brot úr
vígslutaluni hjá A.C. Evensen, sum
var settur próstur, og prædikan
hjá Chr. Pedersen, sum var settur
prestur í Vága prestagjaldi, tá kirkj
an varð vígd.
Pastor A. Joensen, sum var blað
stjóri á »Færøsk Kirketidende« í
1917, var Absalon Joensen, sum var
hjálparprestur í Suðurstreymoyar
prestagjaldi 1914-1919.
Absalon hugleiðir í frásøgu
greinini, sum hevur yvirskriftina
»Kirkeindvielse«, um, hvussu nógv
betri tað hevði verið, um føroy
ingar bygdu kirkjur av gróti heldur
enn av »det letforgængelige Træ
materiale«. – »Materialet fra vore
egne øer ligger og venter paa at
faa Lov til at være med til at prise
Gud med smukt arbejdede Former
og rene Linier og at forhøje Lov
sangens Toner i vore kirker.«.
Absalon hevur annars næstan
bara gott at siga um ta nýggju
kirkjuna í Sandavági. – »Straks
ved Indsejlingen til Sandevaag
lagde man Mærke til, at den nye
Kirke havde været i Hænderne
Enn her boðast
Komandi sunnudag 30. apríl
hátíðarheldur kirkjufólkið
í Sandavági, at liðin eru 100
ár, síðani núverandi kirkjan
vað vígd í 1917. Vígsludagurin
var 29. apríl, sum tað árið var
triði sunnudagur eftir páskir
Klokkan, J. H. Weyhe, løgmaður, gav í 1693
Mynd: Kalmar 2017
Mynd: Kalmar 2017