Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. apríl 2017 · Nr. 48 troyst og friður paa en Arkitekt, der havde villet fremstille noget nyskabt, helstøbt og afsluttet. Kirken er bygget i en Stilart, som gør den helt forskellig fra alle andre færøske Kirker.« Onkrum hevur Absalon Joen­ sen tó hug at finnast at. Hann um­røðir krosshválið í kirkjuni – »en særdeles smukt formet Krydsvælving«, sum hann tekur til, men sum hann tó heldur ikki hava »fundet Forstaaelse hos Malermesteren«. Hugleiðingar Absalons um kirkjuklokkuna, ið tá var, er stuttlig at lesa: »I en saa statelig Kirke virker det meger flovt at høre Lyden af en Klokke, der er blottet for al Kirkeklokkeklang. Og man ønsker i sit stille Sind, at et og ander af den øvrige Bekostning maatte have været anvendt til Anskaffesle af en Klokke med rigtige Malmtoner.« Amtmaðurin setti prósturin og prestar »blev«, sigur Absalon Joensen »Søndag Morgen ført til Sandevaag af »Beskytteren« hvis Øverstkommanderende elskværd­ igst havde slaaet Døren op paa vid Gab for alle, som havde lyst til at komme med – c. 150 Mennesker fra Thorshavn.« KIRKJAN Í SANDAVÁGI 100 ÁR »Processionen, sum bragte Kirkens hellige Kar og Bøger i den nye Kirke, gik ud fra Kirkeværgens, Jens Pauli Heinesens Hjem.« Í hesi skrúðgonguni, vóru, umframt próst og prestar, amtmaðurin, næstkommanderandi á »Beskytteren«, Danielsen, postmeistari, J.E. Thomsen, keypmaður, Magnus Jacobsen (Kirkens Arkitekt og Bygmester), H. C. W. Tórgarð (Tilsynshavende ver Kirkens Opførelse), og Absalon Joensen metti, at eini 500 fólk mundu vera í kirkjuni, »som fyldtes indtil Trængsel«. Sum tekst til víglsutaluna brúkti A. C. Evensen 23. sálm í Gamla Testamenti, og presturin Chr. Petersen prædikaði yvir 84. sálm. Frásøgnin í »Færøsk Kirketidende« um kirkjuvígsluna í Sandavági 29. Apríl 1917 endar við hesum orðum: »Vejret var straalende. Og Sandevaags Indbyggere var som sædvanlig gæstfrie. Thorshavnerne, som paa udvejen begyndte jammerligt at fryse, vendte hjem i straalende Humør.« Klokkan, sum var í Sandavágs kirkju í 1917, var tá 224 ára gomul. Johan Heindrich Weyhe, løgmaður, gav hana í 1693. Tá var bara ein gomul lítil skipsklokka í kirkjuni, og illa gekk hjá løgmanni at hoyra hana niðan á Steig. »Av hesi orsøk« sigur Ludvig Petersen í Sandavágs søgu, »gav J. H. Weyhe kirkjuni eina nýggja klokku. Hon er so stór, at hon varð nýtt og var væl nýtilig til 1931, tá nýggj klokka kom«. Á klokkuni, ið J. H. Weyhe gav, stendur á latinskum máli soleiðis: SI.DEUS. PRONOBIS.QIS. CONTRA. NOS. 1693. – Hetta merkir: »Er Gud við okkum, hvør kann tá vera ímóti okkum.« Hvørki á klokkuni sjálvari ella aðra staðni er tilskilað, hvør stoypt hevur. Í greinini »De Færøske kirkeklokker og ringeskikke«, sum Jørn Jørgensen hevði í tíðarritinum »Acta Campanologica« í 1983, stendur bara, at klokkan er stoypt i 1693, at slagringurin er 41 cm í tvørmáti, og at klokkan er »foræret af laugmanden«. Nú klokkan varð avmyndað her fyri, kom fram, at saman við árstalinum 1693 standa tveir bókstavir , S og I, men enn hevur ikki eydnast at finna út av, hvat hesir bókstavirnir merkja, - t.d. um teir kanska eru forbókstavirnir hjá stoyparanum. ____________________________________ Tá Útvarpið fyrst í 1980-unum og út eftir fór at gera upptøkur til sálmasavnið, sum m.a. varð brúkt í sambandi við morgunlestrar, aftrat teimum upptøkunum, sum vóru frammanundan, fall tað arbeiðið mær í lut. Ein stórur partur av teimum upptøkunum varð gjørdur í Sandavágs kirkju, einar 275 í tali. Fólk komu í kirkjuna at syngja, og útvarpsmaðurin varð altíð væl móttikin, men tá var ikki so lagaligt at ferðast vestur í Vágar sum nú, tí tú skuldi jú sigla um Vestmannasund. So eitt kvøldið, eg eri komin vestur, sangfólkini eru komin, og eg eri í ferð við at gera klárt, varnist eg , at eg havi gloymt ein týðandi lut – eina streymforsýning – eftir í Havn. Tí kundu ongar upptøkur gerast, og eg stúrsaði sjálvandi við, men tá segði eitt av sangfólkunum: Far tú bara suður aftur og kom vestur aftur í morgin. Vit síggjast aftur tá – samme tid og samme sted!” Uggandi orð, sum mangan eru runnin fram fyri meg síðani. _____________________________________ Við tøkk fyri mangar góðar løtur saman við góðum fólki á orgulloftinum í Sandavágs Kirkju. Á Sortugrasastykkinum í Hoyvík 24. apríl 2017 Janus Mohr ______________________________________ Betur hon lívdi enn gamalt grót, kirkjan á nesi og tanga, syndarum veitti hon sálarbót, gívrum og huldum hon vardi ímót, verjir enn móti tí ranga. A. C. Evensen, 1874–1917, settur próstur, vígdi Sandavágs kirkju 29. apríl 1917